Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 21. mai 2005 9 - Mær dámar væl at arbeiða her á NORÐFRA, sigur Fimmbogi Poulsen FISKAARBEIÐI Snorri Brend Norðdepil: Hóast virksem- ið ikki var av tí mesta henda seinnapartin, vit vitjaðu á NORÐFRA, so høvdu teir kortini gjørt ymiskt fiskaarbeiði um dagin. - Í dag hava vit glaserað fløk av reyðspettu og tungu. Og í gjár arbeiddu vit kalva og annað slíkt, sigur Fimmbogi. Hann og hini arbeiðs- fólkini eru sjálvandi altíð spent eftir at vita, hvussu tann komandi vikan man fara at síggja út. Og hvussu - visti Fimm- bogi nakað um arbeiðið ta komandi vikuna? - Nei, eg veit einki um nakað. Sovítt eg veit, hava teir ikki keypt nakran fisk enn. - Men her er okkurt á goymsluni sum skal gerast liðugt. Meir veit eg ikki, sigur hann. Hesin arbeiðsdagurin fer skjótt at líða móti endan- um. Fimmbogi hevur verið til arbeiðis síðani kl. 8 í morgun og nú nærkast klokkuni fýraftan. - Vit byrja kl. 8 um morgunin og gevast kl. 4, tí vit bara hava 20 minuttir í døgurðapausu. So tað er ikki so galið, sigur hann. Fyrifallandi arbeiði Ein av uppgávunum hjá Fimmboga á virkinum hevur verið at skera flakið sundur og síðani partera tað sundur í portiónir, áðrenn flakið verður raspað. - Annars hevur tað verið alt fyrifallandi arbeiði, - og eisini havi eg greipað av og á, sigur hann. Hann er ein av teimum nýggjaru arbeiðsfólkunum á hesum virkinum. Tá vit prátaðu við hann hevði hann bert verið her í hálv- anannan mánað. Frammanundan tí ar- beiddi hann á einum øðrum flakavirki, sum eisini er í familjuni hjá teimum, ið eiga NORÐFRA. - Eg arbeiddi somuleiðis í tríggjar mánaðir í Norð- urfisk í Árnafirði, sigur Fimmbogi, sum eisini hev- ur siglt nógv, eitt nú sum dekkari við klaksvíksbát- inum Núpi. Gott arbeiðspláss Í farnu viku høvdu vit sam- røðu við tvær av kvinnun- um, sum arbeiddu á hesum sama virkinum. Henda dagin vóru tær báðar við í framleiðsluni av teirri væl- smakkandi fiskasuppuni. Tær nevndu í samrøðuni at arbeiðsfólkið ikki var so stórt á virkinum, og at hetta tískil gjørdi, at samanhald- ið var nógv betri millum fólkið á virkinum. Hetta sama er Fimmbogi eisini samdur við teimum í. - Mær dámar sera væl at arbeiða her. Her er slett ikki so galið. - Mær hevur altíð dámað væl at arbeitt fisk. Og tja - tað er faktiskt mítt, sigur hann við einum brosi. – Fiskaarbeiði er veruliga mítt Fimmbogi Poulsen dámar væl á virkinum í Norðdepli. Her tekst hann við alt fyri- fallandi arbeiði, - her er hann í ferð við at rudda inni í frystigoymsluni Mynd: Bárður Bert tveir bátar við bryggju Lítið virksemi á havnalagnum í Norðdepli ein fríggjadag í apríl mánaði FISKAARBEIÐI Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Norðdepil: Tá vit snara oman móti flakavirkinum, síggja vit, at tað liggja bert tveir útróðrarbátar við bryggju í Norðdepli henda dagin. Í tí eina er einki lív og einki menniskja at hóma, men í hinum eru nakrir menn í ferð við at taka ymiskt innanborða. Teir eru helst á veg til útróðrar. Vit skunda okkum om- an, tí líkt er til, at teir kunnu leggja frá landi hvørja løtu tað skal vera. Stuttligt hevði verið at fingið eitt lítið prát við teir um fiskiskap og annað í hesum sambandi. Vit koma oman á bryggjuna, men í somu løtu leggur hesin útróð- rarbáturin frá landi. Og nú síggja vit, at talan als ikki er um ein bát, har menn veiða fisk, men um ein bát har menn flyta fólk - ferðafólk. Talan er nevniliga um strandfaraskipið Súluna, ið røkir sambandið millum Sørvág og Mykines. Av einihvørjari orsøk hevur hetta skipið ligið við bryggju í Norðdepli, men er nú á ferð vestur aftur, tí nú skal gerast klárt at taka ímóti ferðafólki til Myki- nesar. Einki óljóð Longur norðuri á havna- lagnum liggur flakavirkið við navninum "NORÐ- FRA", men har er heldur ikki nógv virksemi at hóma og at hoyra henda seinasta fríggjadagin í apríl mánaði. Tá mest hevur verið at gjørt hava tey verið eini 45 til arbeiðis, men í dag eru tey munandi færri í tali. Bert átta fólk. Sum vit nærkast virkin- um síggja vit ein trukk koyra aftur og fram, og nakrir mans standa og spula uttan og innan. Ein teirra er 38 ára gamli Fimmbogi Poulsen úr Norðdepli, sum hevur verið á virkinum seinasta hálvaannað mánaðin.