Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 94 - 21. mai 2005 Í hesum døgum eru liðin 40 ár síðani, at Fróðskap- arsetur Føroya varð sett á stovn. Dagurin verður há- tíðarhildin við almennari móttøku á Náttúruvís- indadeildini í Nóatúni í dag frá kl. 15 til 17 Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. Í dag kann okkara lítla universitet hátíðarhalda 40 ára stovningardagin. Fróðskaparsetur Føroya varð stovnað í 1965 við tí latínska heitinum Academia Færoensis. Tað vóru limirnir í Føroya Fróðskaparfelag, stovnað í 1952, sum tóku stig til at fáa ein lærdan háskúla í Føroy- um. Føroya Fróðskaparfelag arbeiddi miðvíst fyri einum vísindaligum umhvørvi. Av virksemi felags- ins kunnu nevnast útgávan av Fróðskaparriti og eitt sera umfatandi arbeiði at savna føroyskt orðatilfar. Við einum uppskoti frá Fróðskaparfelagnum sum grundarlag, samtykti Føroya løgting í 1965 at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya, við tí endamáli at inna »vísindaligt rannsóknarstarv og hægri undirvísing. Skylda læraranna er at fremja bæði«. Føroyingar fingu tá ein hægri lærdómsstovn. Skulu vit í dag meta um, hvønn týdning ið Fróð- skaparsetrið hevur havt fyri Føroyar, so má niður- støðan vera, at Setrið hevur havt sera stóran týdning. Hesin týdningur snýr seg fyrst og fremst um mál og mentan. Hetta, at byrjað varð við føroyskum máli, var skilagott og væl grundað. Málið er grund- leggjandi fyri okkum føroyingar sum tjóð. Tað hevur eydnast teimum, sum komu eftir fyrsta professaran, Christian Matras, at styrkja og menna alt tað, sum fevnir um vísindaøkið føroyskt. Eisini onnur hum- anistisk og náttúruvísndalig øki eru ment hesi 40 árini. Setrið kann tykjast mongum fjart frá føroyska gerandisdegnum. Men í sambandi við hátíðarhaldið er farið undir at bøta um hetta við eini fyrilestrarrøð kring landið. Hægri útbugving og gransking hava vaksandi týdning fyri samfelagið. Tað er tí umráðandi, at landsins myndugleikar geva Setrinum gætur og tryggja stovninum góðar umstøður og møguleikar fyri støðugt at blóma og mennast. Eitt øki, ið liggur á láni er fjølmiðlaútbúgving og eftirút- búgving. Vónandi verður hetta tikið upp í ætlanum Setursins fyri framtíðina. Tørvurin er stórur á hesum øki, tað kunnu vit øll ivaleyst vera samd um. DAGSINS MEINING Sosialurin Ein týdningarmikil stovnur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Áheitan til Hans Paula Strøm og Jógvan við Keldu landsstýrismann Tummas Eli H. Joensen Tá ið eg læs á portalinum í morgun um, at tú hevði funnið ein serligan leist, soleiðis, at kommununar í Suðuroynni kundu fíggja ein part sjálvar í samband við bygging av røktarheimi í Suðuroy, ljóðar hetta gott í mínum oyrum og fær hetta meg at hugsa aftur á aðalfundin hjá IRF. Á hesum fundi bleiv av mær settur fram spurningur til landstýrismannin Jógvan við Keldu, um hann ikki kundi virka fyri at hjálpa, tí partinum av kommunum sum eru limir, at lána so frætt av peningi, at IRF kundi fíggja íløguna av roykreinsingini 12 mio. kr bíligari. Tað er soleiðis, at um kommunurnar fíggja sjálv- ar, kann roykreinsingin ger- ast alt í alt 12 milliónir bí- ligari og kostnaðurin verð- ur tí 20 milliónir ístaðin fyri 32 milliónir. Í hesum førinum letur hetta seg ikki gera, tí nakrar kommunur koma í tað støðu, at lands- stýrið ikki loyvir teimum at læna meira, vegna ov stóra skuld. Aftur merkir hetta, at lánibyrðan sum longu er stór hjá IRF, gerst enn størri og so kunnu vit halda fram við at hava viðmerk- ingar um, at IRF er vorðið heldur kostnaðarmikið. Landsstýrið hevur ikki vilja hjálpt IRF við sínari stóru skuld og var á fund- inum staðfest av Jógvan við Keldu landsstýrismanni, at tað ætlaði hann heldur ikki at gera. Tí fari eg heita á teg, H.P. Strøm, um at vísa Jógvan við Keldu handan leistin, sum tú hevur funnið útav og lat Jógvan við Keldu, av landsstýrinum fáa loyvi til at nýta tann sama leistin, at hjálpa IRF við. À Jógvan við Keldu fari eg at heita á um at lesa hvussu hendan loysnin er samansett og um at nýta tað til eina góða loysn fyri IRF. Kári P. Højgaard Løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin Sjálvstýrisflokkurin vil fegin taka lut í arbeiði løg- mans, at orða eina samfel- agsstrategi hiðani og til 2015, fyrst og fremst við atliti til búskaparvøkstur. Sjálvstýrisflokkurin metir tað vera sera týðandi, at allir flokkar eru saman um eina framtíðarætlan, ið fevnir um fleiri valskeið; tí vil flokkur- in lata løgmanni síni ráð um búskaparmenning. Sjálvstýrisflokkurin fer millum annað at leggja dent á hesi atlit til tess at menna føroyska búskapin: • at selja almennar ogn- arlutir í vinnuni. • at gjalda almennu skuld- ina og rationalisera al- menna sektorin, so skatta- byrðan kann minka uttan at rokningin verður send eftir- komarunum. • at tryggja kapping og kappingarføri í vinnulív- inum • at fiskatilfeingi fyri milliónaupphæddir, sum í dag verður blakað aftur í havið, kemur til lands og verður gagnnýtt • at menna gransking í Føroyum í samstarvi við vinnulív, útbúgvingarstovn- ar, fakfeløg og við mun- andi hægri játtan • at geva føroyskum ung- dómi møguleikan fyri at koma heim til hægri lesna • at byggja á úrslit okkara innan sjóvinnuútbúgvingar, so vit gerast eitt veruligt undangonguland innan gransking og útbúgving tengda at fiskivinnu í breiðari merking • at menna førleika og trivna hjá øllum verka- og starvsfólki, so Føroyar kann verða háførleika og hálønarland heldur enn ein kapping um tímalønina • at alt sum útflutt verður er 1. floks. Føroyar borga fyri dygd, álit og umhvørvis- vinarligari framleiðslu • at skapa umhvørvi og karmar fyri nýggjum vinn- um innan teldu og annað tøkni • at tryggja menningina kring landið so stovnar, ið skapa førleikakrevjandi ar- beiðspláss, verða í øllum økjum í landinum • at tryggja áhaldandi sam- ferðsluútbygging • at geva ans, at øll bú- skaparmenning er treytað av góðum umstøðum hjá mentan í breiðari merking, tí uttan spennandi og mennandi mentan støðast ungdómurin ikki í Føroyum • almennan orku - og um- hvørvisvinarligan politikk. Í allari almennari bygging eigur at verða ásett, at minst 30 % av orkunýtsl- uni skal fáast frá varandi reinum orkukeldum td.(sól) Sjálstýrisflokkurin metir hesi meginatlit: privatiser- ing, rationalisering, fíggjar- ligt skil, gransking, útbúgv- ing, breiðan førleika- og starvsfólkamenning, ans fyri økismenning og mentan kunnu tryggja okkum stóran búskaparvøkstur næstu tíggju árini. Málið má verða munandi búskapar- og fólkavøkstur, ikki minst við at fáa fleiri føroyingar at flyta heimaftur at virka ella útbúgva seg. Vit noyðast at renna fyri bert at halda javnvágina í altjóðagerðini, og skal eitt lítið land sum okkara klára seg í meldr- inum, má ferð setast á. Sjálvstýrisflokkurin er boðin til fundar 20. maj, har flokkurin fer at vísa sína fatan av búskaparstra- tegiini. Harumframt fer flokkurin at leggja dent á, at arbeiðið við visjónini fyri 2015 má verða meira semjusøkjandi enn til- gongdin, í samband við yvirtøku- og heimildar- lógirnar hevur verið. Sjálvstýrisflokkurin - strategi - framtíðarvisjón 2015