leygardagur 21. mai 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 21. mai 2005
11
VIÐMERKINGAR
Veit nakar føroyingur
í dag, hvat Føroya
Løgting hevur sam-
tykt og skrumblað
ígjøgnum seinastu
dagarnar? Og hava
fjølmiðlarnir røkt
sína uppgávu sum
"vaktarhundur"?
Høgni Hoydal
Fremsta uppgávan hjá fjøl-
miðlunum
er
at
verja
fólkaræðið og rættindini hjá
almennininginum mótvegis
valdsmisnýtslu hjá bæði
politikarum, almennum og
privatum feløgum og hjá
einstaklingum. Ein onnur
høvuðsuppgáva er at upp-
lýsa, kunna, og ikki minst at
kanna og lýsa avleiðingar av
teimum avgerðum, ið skulu
takast og sum verða tiknar.
Annars kann eitt fólkaræði
als ikki virka.
Einstakur miðil og einstøk
tíðindafólk í miðlunum hava
roynt at lýsa málini. Høvdu
tey ikki gjørt tað av sínum
eintingum, so visti helst ong-
in um tað, sum gongur fyri
seg. Men hesi tíðindafólk
tykjast verða tikin eins nógv
á bóli og vit løgtingsfólk,
sum hava roynt at spurt, men
hava fingið villleiðandi svar
og uttanumtos frá lands-
stýrinum og samgonguni.
Afturfyri hava tey fáu
tíðindafólk, ið tora at vera
atfinningarsom, fingið síni
dúgligu spark frá samgongu-
monnum og frá baksíðu-
teknaranum hjá Sosialinum.
Men hvat hava samlaðu
fjølmiðlarnir í Føroyum
gjørt í málunum um yvir-
tøkulógir og uttanríkis-
politiskar heimildir? Hevur
nakað blað so mikið sum
prentað ella lýst innihaldið
í lógartekstunum?
Útvarp Føroya hevur púra
ókritiskt sent uppáhald hjá
danska forsætisráðharran-
um út sum tíðindir, uttan at
seta ein einasta spurning
ella lýst teir mongu mót-
spurningarnar, sum Anders
Fogh Rasmussen ikki kann
svara yvirhøvur.
Eg skilji sera væl, um
fólk eru ørkymlað og ikki
vita, hvørja støðu tey skulu
hava til hesi mál.
Fólkaræðið selt á
miðjari nátt
Á miðjari nátt hava Sam-
bandsflokkurin, Javnaðar-
flokkurin og Fólkaflokk-
urin samtykt eina føroyska
lóg, sum slær fast:
o at føroyingar kunnu
bert gera avtalur við onnur
fólk og lond sum fulltrúar
vegna danska ríkið
o at føroyingar kunnu ikki
gera avtalur, ið stríða móti
donskum áhugamálum
o at føroyingar hava
ongan avgerðarrætt í verju-
og trygdarmálum
o at fólkarættarligir sátt-
málar skulu gerast í navnin-
um "Kongeriget Danmark
for så vidt angår Færøerne"
o at Danmark skal spyrj-
ast bæði undan, meðan og
aftaná, at ein avtala verður
gjørd
o at Danmark kann siga
upp allar sáttmálar og seta
aðrar í gildi, sum teir halda
vera best hóskandi fyri Før-
oyar, uttan at spyrja føroy-
ingar eftir
Hetta er ein skipað undir-
brotligheit, sum nú fyri
fyrstu ferð nakrantíð er sett
beinleiðis í eina føroyska
lóg og í eina danska, sum
Løgtingið hevur samtykt.
Í øðrum londum hevði
sjálvandi verið bæði upp-
lýsing, drúgvar kanningar,
miðvíst orðaskifti og fólka-
atkvøða, áðrenn eitt fólk
avreiðir burturav sínum
sjálvsøgdu rættindum.
Hugsið tykkum, um ís-
lendingar høvdu samtykt
eina slíka lóg! Hugsið tykk-
um um danir samtyktu eina
lóg við hesum innihaldi? At
avtalur skulu gerast í navn-
inum hjá einum øðrum
landi, og at eitt annað land
kann støðga og uppsiga øll-
um avtalum, ið ikki hóska
teimum?
Hugsið tykkum, um hetta
varð gjørt, uttan at sjónar-
miðini hjá Løgmálaráðun-
um og hjá øðrum serfrøð-
ingum, vórðu lýst fyri ting-
inum! Hugsið tykkum, um
hetta varð gjørt, uttan at allir
fjølmiðlar settu øll segl til
fyri at lýsa, hvat gekk fyri
seg?
Uttanumtos og
villeiðing
Men í Føroyum sleppa
landsstýrið og løgmaður at
kasta torvmold í eyguni á
fólki og sleingja eitthvørt
út, sum ikki verður eftir-
kannað ella spurnartekin
sett við.
o Løgmaður, formaður
Fólkafloksins og danski for-
sætisráðharrin hava tildømis
víst til ásetingar í heima-
stýrislógini, sum lættliga
kunnu afturvísast sum tað
bera uttanumtos. Tað stend-
ur ongastaðni í Heimastýris-
lógini, at ein avtala millum
Føroyar og Danmark, skal
leggjast fyri Løgtingið sum
donsk ríkislóg.
o Teir hava ført fram, at
viðmerkingar hava ongan
týdning, tá Løgtingið sam-
tykkir lóggávu.
o Teir hava ført fram, at
tað, sum teir hava samtykt á
Løgtingi, er slettis ikki tað,
sum teir meina, men teir
vísa til eitt annað mál, har
teir skulu eitast at siga tað,
sum teir í veruleikanum
meina.
o Teir hava ført fram, at
tað var eitt ófrávíkiligt krav
frá donsku stjórnini, at
donsk ríkislógartilmæli við
donskum
viðmerkingum
skuldu samtykkjast á løg-
tingi, men at hetta hevur
ongan týdning.
o Løgið, at ongin hevur
spurt í fjølmiðlunum, hví
tað so hevði so stóran týdn-
ing fyri donsku stjórnina, at
tað var eitt ófrávíkiligt krav.
Hetta eru samanumtikið
útsagnir, ið eru so burtur úr
vón og viti, at høvdu leiðar-
ar í øðrum londum ført slíkt
fram, hevði verið gøla.
Fjølmiðlarnir hava ikki
tráspurt løgmann, hvørji
sjónarmið, hann hevur fing-
ið ígjøgnum í samráðingum
og hvørji krøv danska
stjórnin hevur fingið ígjøg-
num. Fjølmiðlarnir hava
ikki í felag lýst og spurt,
hvørji áhugamál landsstýrið
hevur og hvørji áhugamál
danska stjórnin hevur fyri at
skrumbla hesi mál ígjøgn-
um nú - stutt undan at Dan-
mark skal hava fólkaat-
kvøðu um ES-grundlógina.
Fjølmiðlarnir hava ikki
søkt um alment innlit í til-
dømis samskiftið millum
Innlendismálaráðið og Løg-
mansskrivstovuna í mál-
unum.
Kúvendingar uttan
grundgevingar
At løgmaður leggur nýggjar
upplýsingar fyri tingið í
seinastu løtu, verður ongin
kikari settur á. Fyri ikki at
tala um, at tær útsagnir, sum
danskir politikarar koma
við, verða ongantíð eftir-
kannaðar.
Og hvør hevur tímað at
spurt teir flokkar á løgtingi,
ið nú hava atkvøtt fyri hes-
um uppskotum, hví teir nú
hava broytt hugsan mót-
vegis tí, ið teir søgdu fyri
bara fáum vikum og mánað-
um síðani? Hví skuldu javn-
aðarflokkurin og fólka-
flokkurin støðga lógini um
uttanríkispolitiskar heim-
ildir, tí teir fóru aldri at góð-
taka slíkt? Hví vónaði Løg-
maður, at danski forsætis-
ráðharrin skrivaði val út, so
trupulleikin við uttanrík-
ispolitisku lógini loysti seg
sjálvan? Hví mæltu javnað-
arflokkurin og fólkaflokk-
urin til at yvirtaka uttanrík-
ismál, tá teir nú atkvøða fyri
eini lóg, har vit ikki kunnu
yvirtaka uttanríkismál?
Sosialurin yvirhálað
gamla Pravda
Tey stóru bløðini, ið áttu at
havt betri rúmd at lýsa
málini og allar smálutir enn
loftmiðlarnir, hava nærum
onki upplýst yvirhøvur.
Ístaðin verða tíðindaskriv
frá
løgmansskrivstovuni
endurgivin ókritiskt og
"pástandir móti pástandi"
verða
endurgivin
frá
samgongu og andstøðu. Tað
kann bert ørkymla fólk.
Serliga
hevur
landsins
størsta blað, Sosialurin, víst
seg
at
vera
eitt
so
stjórnartrúgvt blað, at tey
hava
yvirhálað
gamla
"Pravda"
við
fleiri
bátslongdum. Setti meg at
lesa Sosialarnar frá hesum
tíðarskeiði, ið hesi stórmál
hava verið fyri á Løgtingi.
Har er ongin upplýsing og
ongin greining av málunum
yvirhøvur. Bert viðmerk-
ingar, ið onnur hava sent
blaðnum, serliga frá løg-
manni, ið fáa fremsta pláss
á kjaksíðunum. - Og so
tekningarnar hjá Óla P., ið
sjálvsagt altíð gera gjøldur
burturúr
fullveldisfólki.
Men kanska fer Sosialurin
nú, tá ið málið er samtykt,
at lata útvald fólk útleggja
tekstin til frama fyri sitandi
landsstýri?
Selja rundstykkir ella
selja fólkaræðið?
Eftir mínum tykki er tað, ið
er farið fram á Løgtingi
seinastu vikurnar, og tað
sum nú fer fram á fólka-
tingi, tað grovasta álopið á
føroyskt fólkaræði í nýggj-
ari tíð. Her eru allar vanlig-
ar mannagongdir settar til
viks. Og ongi nøktandi svar
eru komin til nakað sum
helst.
Løgtingið hevur havt
eina viðgerð, ið kundi bent
á, at Løgtingið aftur er farið
at virka sum eitt ráðgevandi
amtsráð. Har Løgtingið,
sum
samgongan
sigur:
"noyðist at laga seg til
veruleikan hjá donskum
myndugleikum
og
til
danskar lógarpargraffir, ið
vit onki fáa gjørt við":
Tí loyvi eg mær - sjálvt
um eg veit, at tað er vanda-
mikið hjá politikarum at
finnast at fjøl-miðlunum - at
spyrja: Halda redaktionellu
leiðslurnar á okkara fjøl-
miðlum, at fjølmiðlarnir
hava røkt sína uppgávu í
hesum málum? Óttast fjøl-
miðlarnir, at verða skírdir
fullveldisvinarligir, um teir
vága sær at verða atfinning-
arsamir mótvegis samgong-
uni og donsku myndugleik-
unum? Ella hvør er orsøkin
til ta vantandi viðgerðina?
Og hvussu ber tað til, at
eitt mál um at selja rund-
stykkir fær drúgvari og
meira nágreiniliga viðgerð
á tingi og í fjølmiðlunum,
enn eitt mál um at selja eitt
heilt fólkaræði?
Beate L. Samuelsen
Býráðslimur í Havn
Opið bræv til
Tórshavn býráð
Tað er at smíða, meðan
jarnið er heitt, og fari eg at
heita á Tórshavn býráð um
alt fyri eitt at taka upp sam-
ráðingar við Føroya Lands-
stýrið um byggjan røktar-
heimum við somu lagaligu
gjaldstreytum og sama ser-
liga fíggingarmynstri, ið
ætlað er Suðuroynni.
Í samrøðu við Sosialin 19.
mai 2005 sigur landsstýris-
maðurin við almanna- og
heilsumálum, Hans Pauli
Strøm, at landsstýrið aftur
fer at reisa spurningin um at
byggja røktarheim í Suður-
oynni, nú løgtingið endaliga
hevur avgjørt at byggja
skúladepil í Hovi.
Ein kanning í Suðuroynni
vísir, at har er tørvur á 35
røktarheimsplássum
Landsstýrið fer smbrt.
blaðsamrøðuni ein av kom-
andi døgunum at senda
kommunum í Suðuroynni
skriv um byggjan av røktar-
heimi á Eiðinum Vági.
Hans Pauli Strøm sigur í
greinini, at landsstýrið fer
at greina út, hvussu ein slík
bygging kann fíggjast.
Meginregluna
um,
at
landið betalir helvtina av eini
slíkari bygging ella í mesta
lagi hálva millión krónur fyri
hvørt
búfólk,
ætlar
landsstýrið sær ikki at bróta,
men bjóðar sær samstundis
til at finna eitt serligt
fíggingarmynstur til komm-
unurnar, sum ætla at byggja
røktarheim í Suðuroy.
Ber tað veruliga til, at
landsstuyri kann lata Suður-
oynni ein heilt serligan leist
at fíggja røktarheim eftir?
Tað serliga fíggingar-
mynstrið til byggjan av røkt-
arheimum ivist eg ikki eina
løtu í, at kommunurnar í
restini av landinum eisini
eru áhugaðar at frætta nærri
um.
Eg fái meg ikki at trúgva,
at hetta einans skal galda
fyri Suðuroynna.
Við lagaliga landsstýris-
tilboðnum liggur bólturin
nú hjá kommununum í Suð-
uroynni, sigur Hans Pauli
Strøm.
Kunnu vit í restini av
landinum ikki eisini fáa ein
sovorðan bólt?
Teir bóltar, Tórsjhavna
kommuna hevur sent út í
Tinganes, hava vit fingið
sendandi aftur í høvdið.
Sami landsstýrismaður í
almanna- og heilsumálum
heldur tað vera eina sjálv-
fylgju, at tað, sum vág-
bingar longu hava goldið til
grundstykkið til miðnáms-
skúlan á Eiðinum, kann
vera ein partur av fígging-
ini hjá Vágs kommunu til
røktarheim.
Kann man tað? Er tað
lógarheimild fyri slíkum
býtishandli?
Tað ljóðar nevniliga so
fantastiskt, at eg havi trup-
ult við at taka orðini fyri
fult, tí er tað nakar, sum er
trekur við at gjalda sín part
innan alt, sum hevur við
eldraøkið í Føroyum at
gera, er tað landsstýrið.
Sama landsstýrið, sum
hevur ábyrgdina av øllum
eldraøkinum burturav og
samstunds heldur so fast
um, at eldraøkið ikki vil tað
fyrib aslt í verðini ikki lata
frá sær.
Eg heiti tí sum limur í
Sosialu Nevnd í Tórshavnar
kommun við hesum opna
brævi á Tórshavnar komm-
unu um alt fyri eitt at taka
upp samráðingar við lands-
stýrið, so eisini vit kunnu
fáa okkara part av tilboð
landsstýrisins um byggjan
av røktarheimum við laga-
ligum gjaldstreytum eftir
serliga
fíggingarmynstri
landsstýrismansins í al-
manna- og heilsumálum,
Hans Paula Strøm.
Er tað nøkur kommuna,
sum hevur tørv á røktar-
heimsplássum
til
sínar
eldru borgarar sambært
somu tørvskanning, sum
henni, landsstýrismaðurin í
greinini vísir á, er tað
Tórshavnar kommuna.
Einans Suðuroyggin fær lagaligar
gjaldstreytir til røktarheim
Hava fjølmiðlarnir røkt sína uppgávu?