leygardagur 21. mai 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 94 - 21. mai 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Føðingar
4. mai fingu
Kristbjørg og
Joen Eriksen eina
dóttir, hon vigaði
3900 gram og var
56 cm long. Hon
eitur Eva. Her
situr hon saman
við systur sínari
Rebekku.
8. mai fingu Jeanni og Esmar Sørensen, Viðareiði,
ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 4300 gr.
11. mai fingu Elin Hertha Hammer, Runavík, og
Bjarti Jøkladal, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 3900 gr.
12. mai fingu Karin Margretha og Aksel Larsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði
3110 gr.
13. mai fingu Elsa og Kári Clementsen, Toftum, ein
son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3500 gr.
13. mai fingu Marin Magnusdóttur og Kári Østerø,
Klaksvík, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði
2950 gr.
14. mai fingu Joan Kjelnæs og Rúni Patursson,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og
vigaði 4000 gr.
14. mai fingu Sandra og Jallur Poulsen, Strondum,
eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3450 gr.
15. mai fingu Kirstin Ferjá Hansen og Ivan Hansen,
Kollafirði, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
3900 gr.
15. mai fingu Sonja Herietsdóttir og Nicolaj Falck,
Nólsoy, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
4350 gr. Jón er blivin stóribeiggi.
16. mai fingu Rannvá og Eystein í Løðu, Bøur, ein
son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4000 gr.
16. mai fingu Malla Dam og Søren Hjarbæk Jensen,
Tvøroyri, ein son. Hann var 48 cm. langur og vigaði
2370 gr.
18. mai fingu Sólrun Sørensen og Egin Fríði
Ørvarodd, Viðareiði, ein son. Hann var 50 cm langur
og vigaði 2815 gr.
Andlát
11. mai
Andras í Frammistovu í Hvannasundi, 73 ár.
13. mai
Hanna Danielsen, Nólsoy, 79 ár.
Poul Henrik Poulsen, 39 ár.
15. mai
Eilif Hansen, Fuglafjørður, ættaður úr Vestmanna,
71 ár.
Sámal Thorsteinsson, Klaksvík, 82 ár.
Arne Holger Spangenfeld, gartnari, Tórshavn, 85 ár.
Símun Jóhannus Poulsen, Klaksvík, 85 ár
16. mai
Hjallgrím Magnussen, fyrrv. Løgreglumaður, Tórs-
havn, ættaður úr Trongisvági, 79 ár
Rigmor Jacobsen, Klaksvík, 92 ár.
Elibert Kirke, úr Saltnesi, 90 ár.
17. mai
Eli Poulsen við Neyst, Hvalba, 87 ár.
Brúdleyp
Í dag, 21 mai kl. 14.00 giftast í Kelduni í Skálafirði
Guðrun Clementsen, Hoyvík og Hans Ove Johansen,
Eiði. Veitslan verður hildin í bygdarhúsinum í Leirvík
kl. 18.00.
Í dag, 21. mai kl. 13.00 giftast í heiminum Randi
Simonsen og Karsten Jespersen, Norðdepli. Tey, ið vilja
gleðast saman við brúðarparinum, eru vælkomin í hølið
hjá Arbeiðsmannafelagnum í Norðdepli ímillum kl.
18.00 og 24.00.
90 ár
Sunnudagin 22. mai fyllir Olivia K. Joensen, úti á Bø í
Leirvík 90 ár. Føðingardagurin verður hildin fyri
innbodnum í Missiónshúsinum leygardagin 21. mai kl.
14.00.
Børnini
70 ár
Mánadagin 23.05 fyllur Tóra Johannesen, Norðskála 70
ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Tóru, eru vælkomin
leygarkvøldið 21.05 frá kl. 17. Dagurin verður hildin á
Skála hjá soninum Johannus Juhl.
Mánadagin 23. mai 2005
fyllir ein kendur havnar-
maður og ein býarmynd 75
ár. Talan er um Brynjolf
Jepsen á Suðuroyarvegi 17.
Brynjolf er havnarmaður
við stórum H og B-36-ari
við stórum B.
Sum ungur sigldi hann í
nøkur ár og lossaði fyri
ymisk skipafeløg í Havn.
Í 1955 fekk hann starv
hjá Tórshavnar kommunu,
har hann arbeiddi í 40 ár, til
hann legði frá sær í 1995.
Brynjolf er kendur sum
ein blíður, skemtingarsam-
ur og fyrikomandi maður,
sum altíð gevur sær tíð til
eitt hugnaligt prát. Hann
hevur stóran áhuga í máln-
ingalist, ið hann eisini hev-
ur sum frítíðarítriv. Hann
hevur eisini verið við á
onkrari
framsýning
á
Eysturskúlanum.
Í mong ár var hann
nevndarlimur í Føroyskt
Bretskt Felag. Áhugin fyri
Bretlandi kom undir krígn-
um, tá hann var smádrong-
ur og upplivdi bretsku her-
menninar her.
Foreldrini hjá Brynjolf
vóru Petra Torkilda Han-
sen, f. Johannesen, ættað úr
Klaksvík, og Svend Erik
Jepsen, telefrafistur, sum
var dani og arbeiddi á Tele-
grafstøðini í Havn.
Føðingardagurin verður
hildin
í
B36-húsinum
fríggjadagin 27. mai kl.
19.00, har øll eru væl-
komin.
Tíkin Josie hjá Elsu Mariu
Bærentsen í Hoyvík fekk
herfyri 6 hvølpar, ið eru teir
fyrstu av sínum slag í Før-
oyum. 4 hannar og 2 tíkir.
Talan er um hundaslagið
mops.
Josie, ið er trý ára gomul,
varð parað við Cleo hjá
Sunnivu Petersen í Havn.
Cleo er 2 ára gamal.
Mopsar ella moppur, sum
teir eisini verða nevndir,
stava upprunaliga frá kines-
iska Happa-hundinum. Teir
hoyra til bólkin tempul- og
hovhundar.
Mopsarnir
vórðu t.d. brúktir sum
vakthundar á tempulmúr-
um. Í 1598 hevði danski
kongurin Christian tann 4.
og drotningin, Anna Cathr-
ine, ein lítlan mops tey
nevndu Türck.
Kendur havnarmaður 75 ár
Fyrstu mopsarnir fingið hvølpar
Tíkin Josie við sínum 6 hvølpum, ið eru teir fyrstu av sínum slag í Føroyum