Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 21. mai 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar- pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá sonur og beiggi okkara Ólavur á Váli Tórshavn andaðist og varð jarðaður. Takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til. Takk til samkomuna í Ebenezer og til tykkum, sum talaðu, sungu og spældu ljóðføri og hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Takk fyri minnisgávur til Evangelisku røddina. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her. Vegna tey avvarðandi Anna, Jóannes, Charlotta og Brita Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálptu til við ervinum tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Maja Johanna Nielsen Tvøroyri andaðist og varð jarðað. Takk til tykkum á sambýlinum og á røktarheiminum, sum passaðu og vóru so góð við hana. Takk til prest fyri góð orð í kapellinum og í kirkjuni. Takk til sangarar og kirkjutænarar. Takk fyri blómur og kransar. Takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jens, Helena og Sanna Tøkk Øllum tykkum, sum vitjaðu, sendu blómur og fjarrit, og á annan hátt gjørdu diamant- brúdleypsdag okkara 7. apríl 2005 so hugna- ligan, takka vit hjartaliga. Heilsan Anna & Dánjal P. Nielsen, Klaksvík Andlát & jarðarferðir Eli Poulsen við Neyst, Hvalba, andaðist á Lands- sjúkrahúsinum týsdagin, 87 ára gamal. Farið verður úr Landssjúkrahúskapellinum hósdagin klokkan 16. Jarðarferðin verður úr Vitninum í Hvalba leygardagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Eli kunnu lata Zarepta eina gávu. Kelda: Útvarp Føroya Dagurin 21. mai. Helena, deyð ár 329. Hon var mamma Konstantin keisara. Grikst navn, ið merkir kyndil. 22. mai. Castus, deyður umleið ár 250. Saman við øðrum brendur á báli í Kartago. 23. mai. Desiderius. Tvey halgimenni bera hetta navn. Annar var biskupur í Langres í Fraklandi, tikin av døgum í 364 ella 411. Hin var biskupur í Vienne í Fraklandi, steinaður til deyða í 608. Týdningurin er hin ynskti. 21. mai 1980 bleiv bussrut- an hjá Bygdaleiðum fyri fyrstu ferð alment tikin í brúk. Hendan dagin varð ein royndartúrur gjørdur eftir Oyggjarvegnum við almennum umboðum. Tað var Samferðslunevndin, ið hevði arbeitt við hesi verk- ætlan og fingið koyringina í lag. Ein ætlan varð gjørd um at bygdaleiðir skuldu hava skipaða rutukoyring um alt landið. Fyrsta rutan hjá Bygdaleiðum var mill- um Havnina, Kvívík og Vestmanna Bygdaleiðir avloystu rutukoyringina eftir Oyggj- arvegnum við persónbilum og bussum. Fyrstu árini samstarvaði bilstøðin Bil við Sam- ferðslunevndina um Bygdaleiðir-bussarnar. Hesi 25 árini hava Bygdaleiðir ment seg nógv. Í dag eru Bygdaleiðir ein partur av Strandfaraskipum Landsins. Bygdaleiðir vórðu lagdar saman við Strandfaraskip- um Landsins fyrst í 90- unum, har er tað Sam- ferðsludeildin, ið stendur fyri virkseminum hjá Bygdaleiðum. Umleið 30 bussar røkja rutunetið hjá Bygdaleiðum, harav fleiri eru eykabussar. Sjálvur bussraksturin er í dag á privatum hondum. Kelda: Myndaárbókin – árið ið fór 1980 og SSL Bygdaleiðir 25 ár: Fyrsta rutan var millum Havnina og Vestmanna Ein av fyrstu Bygdaleiðir bussunum, ein Volvo VBK Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymsan hátt sýndu samkenslu og hjálptu til, tá okkara elskaða mamma, vermamma, omma og langomma Paulina Olsen Klaksvík doyði og fór til gravar. Tøkk fyri kransar, blómur og gávur. Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni úr heiminum og kirkjuni. Børnini við familjum