Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 94 - 21. mai 2005 29. apríl 1970 endaði ein maskinpróvtøka á Føroya Maskinskúla, og hesir fingu prógv: Aftara rað f.v.: Heðin Hansen, Glyvrar, Karl Anton Thune, Toftir, Ingi Erhardsen, Vágur, Heri av Reyni, Tórshavn, Jón Slættanes, Tórshavn, Mortan J. Hansen, Tórshavn, og Kartni S. Olsen, Sandur Fremra rað f.v.: Kjartan J. Stenberg, Svínoy, Jóannes Christiansen, Klaksvík, Hans Charles Potts, Norðragøta, Jonleif Joensen, Tórshavn, Heri Weihe, Sørvágur, Jákup Berg, Hov, og Hilmar E. Jacobsen, Tórshavn Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1970 Fyri 35 árum síðan: Prógv á Føroya Maskinskúla í 1970 Hendan myndin er tikin í Hoydølum fyrst í 60-unum. Fremst síggja vit húsini, sum skraddar-Nolsøe bygdi í fyrst í 20-unum, og verða tey framvegis rópt »Skraddarahúsini í Hoydølum«. Vit síggja eisini minka- garðin hjá P/F Poul Hansen, sum bleiv settur á stovn í 1960, tá komu 350 minkar, og tá talið var upp á tað mesta, vóru teir 17.000 í tali. Hetta virksemið helt uppat í 1969. Minkaskinn- ini vórðu turkaði á Bacalao á vestaru bryggju. Nevnast kann, at hetta var fyrsti minkagarður í Føroyum við útflutningi fyri eyga. Leggið til merkis Hvíta- nesvegin, hvussu smalur hann er. Húsini hjá Tor- bjørn Sørensen eru tey ein- astu hinumegin Hvítanes- vegin. Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at viðmerkja í samband við hesa myndina, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon 314647 ella 273168. Mynd: Åse Nygaard Havnar leksikon: Minkagarðurin í Hoydølum