Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Andstøðan afturgongd Vinstravenda andstøðan í Noregi fær ein dyggan frammaná í einari mein- ingakanning, sum bleiv almannakunngjørd í gjár. Í seinastuni hevur and- støðan havt støðuga framgongd í kanningun- um, men nú er vend kom- in í og tað í ólukkumát. Nýggja kanningin, sum stovnurin Intéra Re- searchLab hevur gjørt, gevur Arbeiðaraflokkin- um 28,8 prosent, og tað er 1,1 prosentstig minni, enn flokkurin fekk í sein- astu kanning. Eisini Mið- flokkurin missir eitt pro- sentstig og fær 5,3 pro- sent. Tann stóri taparin er kortini Sosialistiski Vinstraflokkurin, sum missir heili 6,5 prosent stig og fær 14 prosent. Afturgongdin hjá and- støðuni sæst aftur í undir- tøkuni hjá stjórnarflokk- unum og stuðulsflokki teirra, Framburðsflokk- inum. Serliga tann sein- asti kann fegnast um gongdini, tí flokkurin fær 3,6 prosentstig afturat og fær 21 prosent. Eisini teir tríggir stjórnarflokkarnir, Høgri, Kristiligi Fólka- flokkurin og Vinstri, hava framgongd. Vil ikki hava kanning Forsetin í Usbekistan, Islam Karimov, vil ikki lata altjóða samfelagið kanna, hvat hendi, tá herurin søkti at einari mótmælisgongu í býnum Andisjan í síðstu viku. Kofi Annan, ST-aðal- skrivari, hevði vent sær til Karimov, men fekk at vita, at usbekisku mynd- ugleikarnir hava tamar- hald á støðuni, og at teir fara at gera alt fyri at finna teir ella tey, sum høvdu ábyrgdina av tí, sum hendi. Stjórnin hjá Islam Karimov heldur uppá, at hermenninir skutu ikki eftir sivilfólki, men at tað vóru islamskir uppreistrarmenn, sum elvdu til ruðuleikan. Usbekiska stjórnin sigur, at 169 fólk lógu eftirá, men andstøðan vil vera við, at talið var nógv størri. Sambært andstøð- uni doyðu umleið 500 fólk í Andisjan og umleið 200 í býnum Pakhtabad, tá hermenn skutu inn í mótmælisgongur í teim- um báðum býunum. Fleiri útlendskir diplo- matar og tíðindamenn vóru mitt í vikuni í Andisjan eftir innbjóðing frá stjórnini, men stjórnin ansaði væl eftir, at teir sluppu ikki at tosa við onnur enn umboð fyri myndugleikarnar, skrivar AP. Løgreglumenn í geglið Tveir svenskir løgreglu- menn skulu sita ein mán- að í fongsli. Ein starvs- felagi teirra skal gjalda 30.000 krónur í bót, men allir tríggir sleppa kortini at halda fram í løgregl- uni. Upprunin til málið var ein tilburður í býnum Tæby í apríl í fjør, tá ein 19 ára gomul kvinna bleiv drigin inn ímillum nakrar runnar og neyð- tikin fleiri ferðir. Tað eydnaðist henni at ringja til eina vinkonu og at siga henni frá, at hon bleiv neyðtikin, men so slitn- aði sambandið. Vinkonan ringdi alt fyri eitt til løg- regluna, men kortini gjørdi løgreglan einki. Í rættinum greiddu teir tríggir løgreglumenninir frá, at vinkonan visti ikki at siga, hvar kvinnan bleiv neyðtikin, og tí hildu teir seg ikki hava nóg neyvar upplýsingar, til at teir kundu senda ein løgreglubil at kanna málið. Men dómarin helt, at teir áttu at havt kannað málið nærri. Tað gjørdu teir ikki, og tí skulu tveir teirra í fongsul, og tann triði skal rinda bót. Illir indiánar Umleið 400 indiánar hava kringsett partar av einari verksmiðju í landspartinum Espirito Santo í Brasil, tí teir vilja vera við, at verksmiðjan hevur tikið teirra jørð. Tað er eitt norskt felag, sum eigur verksmiðjuna, men stjórin, Erling Lo- rentzen, sigur við Aften- posten, at hann hevur ikki tikið jørð frá indi- ánunum. Erling Lorent- zen sigur, at felag hans- ara hevur keypt jørðina frá teimum lokalu mynd- ugleikunum og frá privat- um eigarum, og at felagið hevur tey neyðugu skjøl- ini, sum prógva, at keyp- ið var lógligt. Men indiánarnir halda uppá, at norska felagið hevur snýtt teir, og teir hava tí lagt sak ímóti felagnum. Erling Lorent- zen væntar kortini ikki, at indiánarnir fara at vinna sakrmálið, tí so má øll tann brasilska lóggávan um ognarviðurskifti broytast, sigur hann við Aftenposten. UTTAN ÚR HEIMI USA aftrar seg við at útflýggja ein flýddan kubana, men trupul- leikin er, at hann er skuldsettur fyri yvir- gang YVIRGANGUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Amerikonsku myndugleik- arnir hava fingið ein trupul- leika. Teir hava handtikið ein 77 ára gamlan kubana, tí hann er komin ólógliga til USA, men trupulleikin við manninum er, at hann er undir illgruna fyri at hava lagt eina atsókn at einum kubanskum ferðamanna- flogfari til rættis í 1976. Tað kubanska flogfarið bleiv sprongt í luftina, með- an tað stóð í floghavnini í Barbados, og 77 fólk lótu lív. Luis Posada Carilles er venesuelskur ríkisborgari, og myndugleikarnir har hava kravt at fáa hann útflýggjaðan, so hann kann koma fyri rættin í sambandi við atsóknina at kubanska flogfarinum. Politiskir eyg- leiðarar í Washington siga, at málið er sera óheppið fyri stjórnina hjá George W. Bush, forseta. Forsetin hev- ur lagt stóran dent á at hjálpa fólki, sum flýggja undan stýrinum hjá Fidel Castro í Kuba, men sam- stundis hevur hann gjørt bardagan ímóti yvirgangi til sítt fremsta stríðsmál. Tí kemur stjórnin í eina tví- støðu í hesum málinum, skrivar Reuter. Forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, hevur gjørt greitt, at USA hevur einki i at velja í hesum máli. - Heimurin fylgir við, hvat USA nú ger, segði hann fyrradagin. Nr. 94 - 21. mai 2005 15 Víðgongdir islamist- iskir bólkar eru tann størsta hóttanin ímóti týska demokratiin- um, men myndug- leikarnir halda eisini eyga við nýnazistum og øðrum bólkum TÝSKLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Ein nýggj frágreiðing hjá týsku trygdartænastuni av- dúkar, at myndugleikarnir halda eyga við fleiri víð- gongdum bólkum og høgra- eins væl og vinstra- vonginum, samstundis sum neyvt eftirlit er við teimum islamistisku felagsskapun- um í landinum. Frágreiðingin hevur fing- ið innanrikisráðharran, Oto Schilly, at mæla politikar- unum til at geva trygdar- tænastuni størri heimildir fyri at herða bardagan ímóti teimum víðgongdu islamistisku felagsskapun- um. Eitt nú hevur hann skotið upp, at trygdartæn- astan skal fáa heimild til at kanna bankakontur teirra, og at yvirgangslógirnar, sum komu í gildi aftan á atsóknina 11. september í 2001, verða verandi í gildi. Myndugleikarnir halda, at 24 islamistiskir felags- skapir eru í Týsklandi, og næstan 200 ferðir hava myndugleikarnir kannað ymisk viðurskifti hjá fe- lagsskapunum, tí illgruni var um, at teir høvdu verið uppi í yvirgangi í Týsk- landi. Í teirri nýggju frágreið- ingini hjá trygdartænastuni verður nevnt, at felags- skapurin Al-Qaeda og tríggir aðrir islamistiskir felagsskapir hava fingið fótafesti í Týsklandi, men myndugleikarnir vita ikki, hvussu nógvar limir Al- Qaeda hevur har. Haraftur- ímóti halda myndugleik- arnir seg vita, at Hizbollah og Hamas hava ávikavist umleið 800 og 300 limir í Týsklandi, og at tann týska deildin hjá Muslimska Bróðurskapinum hevur umleið 1300 limir. Otto Schilly ivast ikki í, at teir islamistisku felags- skapirnir eru tann størsta hóttanin ímóti týska demo- kratiinum, men hann ávarar um, at fólk eiga ikki at gloyma teir víðgongdu fe- lagsskapirnar á høgravong- inum. Hildið verður, at næstan 41.000 fólk eru limir í hesum felagsskap- unum, og at av teimum eru umleið 5.300 limir í ný- nazisiska flokkinum NPD. Nógvar víðgongdar kreftir í Týsklandi 77 ára gamal kubani gevur USA trupulleikar Tann 77 ára gamli Luis Posada Carilles er ættaður úr Kuba, men er venesuelskur ríkisborgari Mynd: Reuters