leygardagur 21. mai 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- At fjøltátta búskap-
in. Men vit kunnu
ikki uttan víðari
kopiera teirra skipan,
tí so tætt samskifti er
millum politikk og
vinnulív, sigur Bárður
Nielsen, júst
afturkomin av vitjan
á oynni Man
ONGLANDSVITJAN
Jan Müller
London: 13 ár eftir at
Bárður Nielsen sum næm-
ingur á Handilsskúlanum
var á lestrarferð á forkunn-
ugu oynni Man, vitjaði
hann nú aftur á oynni.
Hesaferð tó sum lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um.
Týsdagin vitjaði Bárður
Nielsen saman við aðal-
stjórunum í Fíggjarmála-
ráðnum og Vinnumálaráð-
num á Isle of Man. Serstak-
liga fyri at fáa innlit í,
hvussu tað hevur eydnast
Man-búgvunum at fjøltátta
og laga búskapin til nýggjar
avbjóðingar.
- Tað var ótrúliga áhuga-
vert at síggja, hvussu væl
tey hava klárað at fjøltátta
sín búskap. Frá tí tey fóru
frá at vera eitt sjó- og fiski-
vinnusamfelag og eisini við
ferðavinnu, til at byggja
samfelagið á banka- og
tryggingarvirksemi.
Nú er tað virksermið so
stórt, at tað ber ikki til at
fjøltátta tað meira. Og tí eru
manbúgvar nú farnir inn í
filmsídnaðin, og teir liggja
alla tíðina framvið at finna
nýggjar vinnur.
Bárður Nielsen sigur, at
tað sjálvandi kunnu vit læra
av teimum, men ikki uttan
víðari, tí umstøðurnar eru
so ymiskar.
Eitt nú er sera tætt sam-
skifti millum vinnuna og
politiskar avgerðir.
- Sambært tí politisku
skipan vit hava í Føroyum í
dag, so hevði ikki borið so
væl til at kopierað Man-
modellið uttan víðari. Vit
royna at hava greiðan
skilna millum politikk og
vinnulív, og tað er ikki í
samsvar við tað, sum
hendir á Man, har tey ikki
eru bangin fyri at hava tætt
samskifti við vinnuna. Har
stuðlar politiska skipanin
vinnulívinum peningaliga
og við at fáa nýggja vitan
til vega.
Nú Bárður Nielsen vitjar
aftur á oynni sum politikk-
ari viðgongur hann, at
málini man setti sær í
70'unum, tá støðan ikki var
so góð - nevnliga at fjøl-
tátta búskapin - eru rokkin.
- Eg trúgvi, at tað er her,
føroyingar hava nakað at
læra. At vera eins málrætt-
aðir sum Man-búgvar. Men
teirra
politiska
skipan
liggur so langt frá okkara,
at tað verður ringt at kopi-
era nakað beinleiðis frá
teimum.
- Man virkar tá meira
sum
eitt
forrætnings-
minesterium enn nakað
annað.
16
Nr. 94 - 21. mai 2005
ONGLANDSVITJAN
Jan Müller
Tað man vera rár hend-
ing, at føroyingar støkka
inn á gólvið á tí risastóra
virðisbrævamarknaðinu
m í London »London
Stock Exchange«. Og
uppaftur meira sjáld-
samt, at ein delegatión
við fíggjarmálaráðharra
og 20 av ovastu toppun-
um í føroyskum vinnu-
lívi og fíggjarheiminum
bankar á dyrnar í Pater-
noster Square nr. 10 í
sjálvum
hjartanum
í
London, beint við síðuna
av St. Paul's Cathedral.
Tað hendi so mikudag-
in 18. mai 2005. Enda-
málið við hesi vitjan var
fyrst og fremst at kunna
seg við viðurskiftini á
virðisbrævamarknaðinu
m og samstundis at
kunna seg um Føroyar
og møguleikarnar at gera
íløgur har.
- Her fekst tú eina
fatan av, hvussu undar-
ligur pengar eru. Tað er
ikki nakar, sum sigur, at
tú skalt hava nakað
ítøkiligt at vísa á ella
eina vøru at selja. Hevur
tú eitt gott hugskot og
eina ætlan fyri framtíð-
ini, so kanst tú væl fáa
pengar burtur úr tí, sigur
Bárður
Nielsen
við
Sosialin.
Hann ivast ikki í, at
hann kemur aftur til
Føroyar við nógvum
góðum í skjáttuni. Vitan,
hugskotum og minst
kontaktum frá ferð síni
til London og oynna
Man.
Pengar burtur úr
góðum hugskotum
Bárður Nielsen uttan fyri London Stock Exchange
Nøgdur og opin
Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, er nú heima
aftur á klettunum úti í Norðuratlantshavi eftir sína
fyrstu kanningarferð uttanlands, har leiðin gekk til
London og oynna Man í írska havinum.
Tað er ein nøgdur og meira opin landsstýrismaður,
sum fer til arbeiðis aftur í »Albert Hall« fíggjar-
málaráðnum nú mánadagin.
• Nøgdur - tí hann heldur seg hava fingið sera nógv
burtur úr hesi veruligu fyrstu arbeiðsferðgini
uttanlands.
• Meira opin - tí hann sær nú betur enn áður møgu-
leikarnar hjá Føroyum og føroyskum vinnulívi at
gera seg galdandi á altjóða fíggjarmarknaðinum.
Føroyar læra av Man
Bárður Nielsen saman við Petur Alberg Lamhauge og Arna Poulsen á vitjan hjá
vinnumálaráðharranum á Man
Verkstovur á Hotel
Øravík 2. juni 2005
MENNING
Á Suðuroyar-ráðstevnuni,
sum varð hildin í Øravík
25. januar, beyð Føroya
Tele sær til at skipa fyri eini
verkætlan, sum skuldi hava
til endamáls at kanna
møguleikarnar fyri at skapa
arbeiðspláss í Suðuroy, sum
eitt samstarv millum nýggj-
ar vitanargrundaðar vinnur
og meira siðbundið lokalt
vinnulív. Í samráð við
vinnulívsfólk varð eitt hug-
skot um serliga framkomna
aling brúkt sum dømi á
ráðstevnuni.
Vikuna eftir ráðstevnuna
skipaði Føroya Tele í sam-
starv við Suðuroyar Spari-
kassa ein arbeiðsbólk, sum
hevði til endamáls at fáa
skapt gott samband millum
vinnulív í Suðuroy og aðrar
viðkomandi partar av før-
oyska samfelagnum. Ar-
beiðsbólkurin skuldi eisini
kanna nágreiniligari møgu-
leikarnar fyri at skipa fram-
komna aling í Suðuroy,
men eisini at leggja fram
onnur alternativ hugskot.
Arbeiðsbólkurin hevur
arbeitt við sjey hugskotum
og møguligum verkætlan-
um, sum verða mett at
kunna skapa arbeiðspláss í
Suðuroy og kunna markn-
aðarføra oynna á ein kon-
struktivan hátt.
Ein ætlan er longu komin
so væl áleiðis, at partaløg
eru gjørd, og arbeitt verður
við fígging. Hendan ætlan
er tí í løtuni loynilig, til
greitt er, um hon kann
gerast veruleiki. Í einum
øðrum føri hava partarnir
eisini funnið saman.
Eftir er nú at fáa greiðu á,
hvørjar av hinum verkætl-
anunum tað ber til at finna
teir røttu samstarvspartar-
nar til, og um til ber at
finna fígging.
Arbeiðsbólkurin leggur
fram úrslit síni á einum
menningardegi á Hotel
Øravík hósdagin 2. juni.
Fyrrapartin
á
degnum
verða verkætlanirnar lýstar,
meðan seinnaparturin verð-
ur brúktur í ymsum verk-
stovum, sum hava til enda-
máls at finna møguligar
samstarvspartar.
Dagurin endar við fram-
løgum frá hesum verkstov-
um.
Kostnaðurin fyri at taka
lut á temadegnum er kr.
150,-. Neyðugt er at tekna
seg í seinasta lagi mána-
dagin 30. mai kl. 16 hjá
Føroya Tele - tlf. 303003
ella 303013 ella hjá Suð-
uroyar Sparikassa - tlf.
359883. Eisini ber til at
tekna seg um teldupost:
ado@ft.fo ella liv@sparsu.fo
Sí eisini lýsing á síðu 54.
Menningardagur í Suðuroy