leygardagur 21. mai 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 21. mai 2005
17
Sølan av atgongu-
merkjum til Summar
Festivalin gongur
óvanliga væl, og ikki
minst á heimavøllin-
um í Klaksvík er
sølan ovurhonds stór.
Bara í Klaksvík eru
seld 1.000 vikuskiftis-
pass
SUMMARFESTIVALUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Forsølan av vikuskiftis-
passum til Summar Festi-
valin í Klaksvík gongur
óvanliga væl. Herfyri var
talið á seldum vikuskiftis-
passum komin upp um
1.300, men síðani eru nógv
atgongumerki seld kring
landið.
Sølan gongur væl í Havn,
Eysturoynni og aðrastaðni
kring landið, men tann
størsta sølan higartil hevur
verið í Klaksvík.
Tvey sølustøð eru í
Klaksvík, og tey hava havt
úr at gera orsaka av Summ-
ar Festivalinum. Norðoya
Kunningarstova selir at-
gongumerki og roynir at
finna fólki innivist, og
Shell-støðin selir viku-
skiftipass í langum banum.
Í gjár var talið á seldum
vikuskiftispassum í Klaks-
vík komin upp á 1.000.
– Tað er heilt óvanligt, at
fólk keypa so nógv at-
gongumerki í so góðari tíð.
Vit hava ongantíð fyrr
upplivað so stóran áhuga
fyri einum tiltaki, sum vit
hava selt atgongumerki til,
sigur Malan Berg, vara-
leiðari á Shell-støðini í
Klaksvík.
Fólk eru í góðari tíð
Vikuskiftispassið
til
Summar Festivalin, sum er
galdandi fyri bæði fríggja-
dagin og leygardagin, verð-
ur fram til 1. juni selt fyri
serligan prís. Eftir 1. juni
hækkar prísurin, og tað er
viðvirkandi til, at fólk
keypa sær atgongumerki í
so góðari tíð.
– Tað eru sera nógv fólk,
sum vilja tryggja sær at-
gongumerki áðrenn 1. juni,
og tey ringja í heilum og
spyrja, um tað er útselt.
Men vit hava atgongumerki
eftir og ætla at selja heilt
fram til 1. juni, sigur Malan
Berg.
Summar
Festivalurin
hevur higartil avdúkað fýra
nøvn. Írski Brian McFadd-
en, bretski Shakin' Stevens,
danska Anne Linnet og
føroysku
Lawetz
skulu
spæla á festivalinum, men
nógvir aðrir bólkar verða
eisini við, og teir verða
avdúkaðir so hvørt næstu
vikurnar.
Seinastu ferð Kim
Larsen vitjaði í Før-
oyum var á Tórshavn-
ar Jazz-, Fólka- og
Bluesfestivali í 1996.
Tá vórðu atgongu-
merkini til fyrstu
konsertina seld eftir
eini løtu, og skipað
varð fyri tveimum
eykakonsertum, sum
báðar vóru útseldar
TÓNLEIKUR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Nógv er broytt, síðan Kim
Larsen var í Føroyum
seinast. Hóast hann tá seldi
nógv atgongumerki í Før-
oyum, var fløgusølan í ein-
um aldudali. Kim Larsen
hevur við teimum seinastu
fløgunum vunnið sær veg
aftur úr aldudalinum. Hann
er ein tann best seljandi
danski tónlistarmaðurin í
løtuni. »Glemmebogen« og
»Glemmebogen 2 Jul og
Nytår«, eru tolkingar av
kendum gomlum donskum
sangum, sum Kim Larsen
gevur sín egna dám. Meðan
»7-9-13« eru løg hjá Lar-
sen sjálvum. Eisini DVD’in
»Det var en torsdag aften«
var sera væl dámd.
»Glemmebogen 2« við
gomlum jóla- og nýttárs-
sangum seldi fyrstu tríggjar
vikurnar 110.000 eintøk.
Hetta er nokk til, at fløgan
fær dupulta platín. Sjálvt
um hetta eru sera høg sølu-
tøl, er hetta lítið av miklum.
»Midt om natten«, sum
Kim Larsen gav út 1983,
seldi 500.000 eintøk og er
mest selda útgáva nakrantíð
í Danmark. Filmurin av
sama navni gjørdist somu-
leiðis
vælumtóktur,
og
gjørdi Kim Larsen til
danska fólkaogn.
Kim Larsen byrjaði sítt
lív sum tónleikari í bólkin-
um Gasolin. Fyrstu stak-
pláturnar hjá bólkinum
komu út í 1969. Bólkurin
gjørdist
best
umtókti
danski rokkbólkur í 70
árunum. Larsen skrivaði
flestu løgini hjá bólkinum,
men gav samstundis fløgur
út sum einstaklingur. Í
1973, vórðu »Værsgo«, við
Kim Larsen og »Gas 3« við
Gasolin, best og næst best
umtókta fløga í Danmark.
Kim Larsen royndi bæði
við Gasolin og sum ein-
staklingur, at sleppa inn á
amerikanska
marknaðin
við fløgum á enskum máli.
Men hetta eydnaðist ongan-
tíð. Í 1979 góvust Gasolin.
80 árini gjørdust sera góð
fyri Kim Larsen. Hann gav
eina ørgrynnu av landa-
plágum út. »Blip båt«,
»Midt om natten«, »Su-
sanne himmelblå«, »For-
klædt som voksen«, »Jut-
landia«
og
»Yummi
Yummi« eru bara nøkur fá
av teimum løgum, sum eru
vorðin fólkaogn.
Í 1995 flutti keypmanna-
havnarin Kim Larsen til
Odense, har stovnaði hann
bólkin Kjukken, sum hann
hevur spælt við líka síðan.
Saman hava teir givið 6
fløgur og eina DVD út. Teir
hava verið í Føroyum eina-
ferð fyrr, og í august koma
teir aftur.
Summar Festivalurin:
Selt 1.000 atgongumerki í Klaksvík
– Tað er heilt óvanligt, at fólk
keypa so nógv atgongumerki
í so góðari tíð. Vit hava
ongantíð fyrr upplivað so
stóran áhuga fyri einum
tiltaki, sum vit hava selt
atgongumerki til, sigur
Malan Berg, varaleiðari á
Shell-støðini í Klaksvík
Kim Larsen er fólkaogn
23. og 25. august
spælir fólkakærasti
danski sangarin
seinastu 30 árini
Kim Larsen
konsertir í Føroyum,
fyrireikari er G!
Booking, hetta váttar
Jón Tyril fyriskipari
fyri Sosialinum í dag
TÓNLEIKUR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Á heimasíðuni hjá Kim
Larsen kunnger fólkakæri
sangarin, at hann seinna-
partin av august mánaði er
á konsertferð í Norðurat-
lantshavi, og at hann 23.
og 25. august spælir í
Føroyum. Atgongumerk-
ini til konsertirnar hjá
Kim Larsen í Reykjavík
26. og 27. august vórðu
sett til sølu í hesi vikuni,
og øll 1.600 vórðu seld
eftir einans trimum tím-
um.
Jón Tyril sigur, at at-
gongumerkini til konsert-
ina, ella konsertirnar í
Føroyum eftir ætlan verða
sett til sølu fyrst í juni.
Men hann vil hvørki siga,
hvar konsertin verður, ella
um talan verður um fleiri
konsertir, men hann sigur,
at um fleiri konsertir
verða, so verður tað við
sama fyriskipara. Spurdur
um konsert verður í Gøtu,
svaraði hann: Neyvan!
Jón Tyril sigur, at enn
eru samráðingar um júst
hvar konsertin ella kon-
sertirnar verða og alt er
ikki avgjørt hesum við-
víkjandi. Hann vil tí ikki
siga ov nógv. Hann heldur
fram, at G! Festivalurin
hevur roynt at fáa Kim
Larsen at spæla á festival-
inum øll árini, hetta hevur
ikki eydnast. Men tá tey
spurdu seg fyri í ár, fingu
tey tilboð um, at hann
kundi koma í august.
Jón Tyril er sera spentur
um hetta. Hann sigur, at
talan er um tann danska
Bob Dylan.
- So hetta er ræðuliga
stórt. Vit eru bæði fegin og
errin um at fáa eitt av
allarstørstu og fólkakær-
astu norðurlendsku nøvn-
unum upp í august. Vit
gleða okkum og ivast ikki
í at mong kring landið
gleða seg, sigur Jón.
Kim Larsen til Føroya
80 árini gjørdust sera góð fyri Kim Larsen. Hann gav eina ørgrynnu av landaplágum út. »Blip
båt«, »Midt om natten«, »Susanne himmelblå«, »Forklædt som voksen«, »Jutlandia« og
»Yummi Yummi« eru bara nøkur fá av teimum løgum, sum eru vorðin fólkaogn