leygardagur 21. mai 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Gunnar Nielsen í
Frem tykist í løtuni at
vera besta boðið upp
á framtíðar málverj-
an, og Tór-Ingar
Akselsen, Ingi Høj-
sted og Johan B.
Hansen eru aftur í
landsliðshitanum
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Mortan úr Hørg úr VB. Tað
er spildurnýggja navnið á
navnalistanum, sum Henrik
Larsen, landsliðsvenjari, í
gjár kunngjørdi í sambandi
við landsdystirnar, sum
vera á heimavølli leygar-
dagin 4. juni á Svanga-
skarði og mikudagin 8. juni
á Tórsvølli móti ávikavíst
Sveis og Írlandi.
Landsliðsvenjarin hevur
sent boð eftir 20 spælarum,
og umframt vongspælaran
úr VB eru eisini fleiri onnur
nøvn, sum ikki vóru at
finna í landsliðshøpi í fjør.
Tór-Ingar Akselsen, sum
ikki spældi á hægsta støði í
fjør, er boðsendur aftur, og
tað eru eisini Johan B.
Hansen, sum í fjør segði
seg ikki hava stundir til
landsliðsfótbólt, og Ingi
Højsted, sum var nógv
skaddur í fjør, tá ið hann
framvegis var í Arsenal.
Todi Jónsson er ikki á
listanum. Hann hevur onga
dystarvenjing fingið í FCK,
og harvið er løtan enn eina
ferð útsett, tá ið veteranurin
aftur fer í landsliðsbúnan.
Kári Nielsen, HB, sum í
fjør spældi seg í landsliðs-
hitan, hevur ikki fingið
boð, og tað hevur Pauli G.
Hansen, Skála, heldur ikki
fingið. Teir eru báðir verju-
kendir sentralir miðvall-
arar. Umframt Kára Niel-
sen eru John Petersen, sum
gavst á landsliðnum í heyst,
Arnhold Berg, Skála, sum
orsakað av skaða ikki hevur
spælt í ár, HB málverjin
Bárður Johannesen og Pól
Thorsteinsson, sum fyri
stuttum boðaði frá, at hann
ikki hevur hug at halda
fram á landsliðnum, teir
fimm, sum vóru við á
Kypros og í Írlandi, og sum
ikki eru við hesa ferð.
Nýggjur síðuspælari
At Pól Thorsteinsson hevur
givið endaligt avboð til
landsliðið ber við sær, at
tað er serligur spenningur
knýttur at úttøkuni av síðu-
spælarum í høgra verju-
borði, og tað er í tí sam-
bandinum, at Mortan úr
Hørg er áhugaverdur.
24 ára gamli sumbing-
urin var 16 ára gamalur, tá
ið hann kom á besta liðið í
Sumba, og síðani 2002 hev-
ur hann verið í VB. Hann
plagar at fáa skoðsmálið, at
hann er skjótur og sterkur
og tryggur á bóltinum, men
at hann kanska ikki er heilt
so stinnur taktiskt. Venjarin
hevur valt hann fram um
allar aðrar, sum kanska
kundu komið upp á tal í
hesum plássinum.
- Eg havi ikki hugsað um
møguleikan, at eg skuldi
fáa
landsliðsboð,
men
sjálvandi eri eg fegin um, at
venjarin nú hevur sent boð
eftir mær. Eg var við á
venjingarleguni
í
La
Manga. Tá søgdu venjarar-
nir ikki nakað ítøkiligt um
mínar møguleikar, men eg
kendi tað sum um, at teir
vóru nøgdir við avrikið hjá
mær, sigur Mortan úr Hørg.
Í Spania var hann allar 90
minuttirnar á høgra vong-
verja, tá ið landsliðið
spældi móti norska Ham-
Kam.
Aðrir møguleikar enn
Mortan úr Hørg í plássin-
um, sum nú er tómt eftir
Pól Thorsteinsson, eru Jo-
han B. Hansen og Atli
Danielsen.
Julian hevur
fingið boð
Henrik Larsen hevur boð-
sent 20 spælarum. Tað vil
siga, at um allir framvegis
verða tøkir, tá ið leygar-
dagurin 4. juni upprennur,
so skulu tveir sáldast frá og
sita á áskoðaraplássunum,
meðan ellivu fara at stríðast
á vøllinum og sjey fara at
sita á beinkinum.
Umframt teir báðar føstu
málverjarnar nógvu tey
seinastu árini, Jákup Mikk-
elsen og Jens Martin Knud-
sen, hevur venjarin sent
boð eftir Gunnari Nielsen,
sum er fastur eykamálverji
hjá Frem, ið stríðist fyri at
vinna sær uppflyting í
superliguna. Harvið fær
Gunnar Nielsen í venjing-
um møguleika at vísa venj-
aranum, hvussu hann er
fyri, tá ið sammett verður
við aðrar málverjar í Føroy-
um og serliga Bárð Jo-
hannesen, HB, sum í fjør
var tann næsti í røðini aft-
aná Jákup og Jens Martin.
Millum
veteranarnar,
sum sjálvandi fáa boð,
inntil teir hava spælt seg av
liðnum, eru Óli Johannesen
og Julian Johnsson. Tað
munnu vera fleiri ár síðani,
at Óli Johannesen hevur
verið so væl upplagdur,
sum hann er í ár. Saman við
Jón Róa Jacobsen og Súna
Olsen er hann sjálvskriv-
aður í verjuni.
Julian Johnsson hevur
fingið heilt nýggjan leiklut,
men venjarin hevur valt at
geva honum møguleikan at
vísa, hvør dugur er í hon-
um. Frá at hava spælt á sen-
trala miðvøllinum á Akra-
nesi í bestu íslendsku deild-
ini, er Julian nú spælandi
venjari hjá B68 í 2. deild.
Julian hevur fleiri ferðir
givið til kennar, at hann
hevur ongar ætlanir um at
seta skógvarnar á hillina,
og tí hevur tað ikki borið til
hjá venjaranum at síggja
burtur frá honum.
Jann Ingi Petersen og
Hjalgrím Elttør hava verið
nógv í landsliðshópinum
seinnu árini, men teir hava
ikki fingið boð hesa ferð.
Teir 20, sum fríggjadagin
Nr. 94 • leygardagur • 21. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Mortan úr Hørg
á landsliðnum
- Eg havi ikki hugsað um
møguleikan, at eg skuldi fáa
landsliðsboð, men sjálvandi
eri eg fegin um, at venjarin
nú hevur sent boð eftir mær,
sigur Mortan úr Hørg, sum
er spildurnýggjur á
landsliðnum