Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 21. mai 2005 25 Um vikuskiftið verða fýra a-landsdystir í hondbólti leiktir. Bæði kvinnu- og manslandsliðið skulu tvær reisir spæla móti íslendingum. Leygardagin verður spælt á Eiði, og sunnudagin verður spælt í Havn. Hvørki Stjørnan ella VB hava nakað umboð á kvinnulandsliðnum LANDSDYSTIR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Talan er um stórar avbjóð- ingar hjá teimum báðum føroysku liðunum, tí tað er lítið at ivast í, at íslendingar eiga nógvar sterkar spælar- ar. Serliga á manssíðuni eru íslendingar millum fremstu tjóðir í heiminum, og hóast liðið, ið kemur til Føroya, einans er mannað við leik- arum úr heimligu kapping- ini í Íslandi, er einki at ivast í, at talan er um eitt sera sterkt lið. Oddaliðini mangla á kvinnulandsliðnum Tíverri má staðfestast, at tað er eitt skert føroyskt kvinnulið, ið fer í eldin um vikuskiftið. Tey bæði av- gjørdu oddaliðini í før- oysku kvinnukappingini seinnu árini, Stjørnan og VB, hava einki umboð á liðnum, og tað er undrunar- vert. Flemming Raben er venj- ari hjá føroyska kvinnu- landsliðnum. Spurdur hvussu tað ber til, at hvørki VB ella Stjørnan hava nakað umboð á liðnum, sigur hann: - Størsti parturin av hóp- inum hjá Stjørnuni er uttanlands í løtuni, og fleiri teirra hava meldað avboð til landsliðið, sigur Flemming Raben. Sosialurin var tó vitandi um onkran einstakan Stjørnuleikara, ið hevur verið fastur partur av lið- num og er heima, sum tó einki hevði frætt í sam- bandi við dystirnar um vikuskiftið. Eisini tosaðu vit við onkran stuðul á VB- liðnum, sum heldur ikki hevði frætt nakað. Hetta kom eitt sindur óvart á Flemming Raben, men eftir at hava kannað hetta nærri, kundi hann staðfesta, at talan var um eitt grovt innanhýsis mistak í hondbóltssambandinum. - Fyrrverandi landsliðs- venjarin og núverandi venj- arin hjá Stjørnuni, Rógvi Nielsen, hevði meldað av- boð vegna alt liðið hjá Stjørnuni, og somuleiðis hevði eg fingið at vita, at ávísir leikarar hjá VB ikki høvdu áhuga í landsliðs- arbeiðinum. Hetta vísir seg tó ikki at verða rætt, og tað er harmiligt, at hetta ikki verður staðfest fyrr enn nú. Eg vil tó leggja dent á, at hetta kemur at fáa konse- kvensir, sigur ein avgjørdur Flemming Raben. Venjarin fer tó ikki at broyta nakað í landsliðsút- tøkuni til dystirnar um vikuskiftið, tí leikararnir í hópinum hava vant saman í fleiri dagar, men spælarar- nir í Stjørnuni og VB verða heilt vist við í mynduni, næstu ferð liðið verður úttikið, sigur hann. Nýtt andlit á mansliðnum Venjarin hjá manslandslið- num, Henrik Gerster, hevur tikið út 17 spælarar til dystirnar móti íslending- um. Millum teir 17 spælar- arnar er eitt fyri føroyingar púra ókent navn. Talan er um 21 ára gamla Sune Navntoft, ið til dagligt spælir í Lyngby HK í næst- fremstu donsku deildini, har hann er liðfelagi við ein annan føroyskan landsliðs- leikara Heina Hanusarson. Sune Navntoft hevur eina føroyska ommu, og tí hevur hann loyvi til at umboða Føroyar. Føroyska manslandsliðið hevur vant bæði miku- dagin, hósdagin og fríggja- dagin undan dystunum móti íslendingum, og landsliðsvenjarin heldur, at menn eru væl fyri at taka ímóti íslendingum. Henrik Gerster sigur, at dystirnir móti íslendingum eru ein liður í fyrireiking- unum til Challenge Trophy Cup í heyst, og ætlanin er, at landsliðshópurin skal venja eina ferð um vikuna heilt fram til oktobur mán- að. Um dystirnar móti ís- lendingum sigur føroyski landsliðsvenjarin, at hann kennir fleiri av íslendsku spælarunum: - Tað eru fysiskt sterkir leikarar, og tað er einki at ivast í, at teir hava eitt sterkt lið. Eg ivist tó ikki í, at um vit raka dagin, so kunnu vit eisini vinna á ís- lendingum, sigur Henrik Gerster. Tó sigur hann, at høvuðsendamálið við dyst- unum er, at spælararnir læra, hvat tað krevur at spæla altjóða dystir. Oddaliðini mangla á kvinnulands- liðnum Kvinnulandsliðið: Tomma Petersen Heidi Maria Akselsen Gunnleyg Berg Nikolina Eyðbjørnsdóttir Anna Maria Samuelsen Ása á Neystabø Katrin á Neystabø Birita Wardum Guðrun í Lágabø Lív Sørensen Annika Thomsen Marjun Tróndarson Rebekka Justinussen Fríða Marjunardóttir Manslandsliðið: Lars Black Levi Nybo Hans Áki Dal- Christiansen Johnny Durhuus Finnur Hansson Heini Hanusarson Marius Joensen Sámal Joensen Høgni Klein Sune Navntoft Niels Viggo Niclassen Rókur Nielsen Halgir Dahl Olesen Áki G. Olsen Regin Petersen Hans Arni Thomsen John Zachariassen 21 ára gamli Sune Navntoft úr Lyngby HK er nýggjur maður í føroyska landsliðshópinum. Mynd: www.lyngby-hk.dk Føroysku landsliðs- hóparnir: