Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 94 - 21. mai 2005 Í kvøld, leygarkvøldið, verður aftur skrúvað frá elektrisku tónunum á Margarinfabrikkini. Ikki minni enn seks nøvn eru á skránni: The Headliners, The Story Ends, Paradox, Ineptus, Jákup Eli, Fólkayvirlitið KONSERT Tað er ART sum setur hol á summarskránna, ið gongur undir heitinum Road Show 05. Sum virknasta rokkum- hvørvið í landinum, hevur ART avgjørt, at summarið 2005 ikki skal vera keði- ligt. Ætlanin er at hava til- tøk í býnum. Hesi tiltøk fevna um bæði tónleik og annað undirhald, sum kann fáa eitt sindur av futti í ungdómin í Havn. The Headliners Er eitt samanrenn av navn- framu 48 Pages, tí vælum- tøkta D J Switch og Andreas trummara (eisini við í The Story Ends og Fólkayvirlitið). Bólkurin spælir,sum tann fyrsti av sínum slag í Føroyum eitt sera spennandi bland av heavy, pop og scratch. The Story Ends Við sínum heilt egna og sermerkta tónleiki varta The Story Ends upp við einum Showi, sum ikki kennir sín líka her á landi. Paradox Sera virknu Paradox hava endiliga eina løtu fría, teir kunnu brúka í heimliga umhvørvinum. Ineptus Spildur spren nýggjur bólkur. Teir fimm ungu mennirnir hava spælt sam- an í eitt hálvt ár. Tað er fyrstu ferð, at teir trýna á pallin saman,við teirra harða rokki. Jákup Eli Við sínum sermerkta stíli hevur Jákup Eli áður undir- hildið fjøldini. Hesu ferð hevur hann lovað ikki at syngja for fúl- ar sangir. Men ætlar at finna nakrar av teim góðu gomlu klassikarunum fram. Fólkayvirlitið Ætlar sum ikki eina ferð at diska upp við einum showi, sum peikar frammeftir, í einum retroperspektivum upplivilsi. Sum teir siga: »Vit liva í einum kontroll- samfelag, tí mugu vit kýta okkum«. Ultimative ART Rokk show í Margarinfabrikkini