leygardagur 21. mai 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fróðskaparsetur Føroya
er eitt universitet, har
gransking og undirvís-
ing eru kjarnin í virk-
seminum. Endamálið
hjá Fróðskaparsetri
Føroya er at inna
gransking, geva frálæru
á hægsta stigi og breiða
út kunnleika um vís-
indalig úrslit og hátta-
løg. Í gjár, 20, mai
kundi okkara lítla uni-
versitet hátíðarhalda 40
ára stovningardagin
FRÓÐSKAPARSETUR
Fróðskaparsetur Føroya varð
stovnað í 1965 við tí latínska
heitinum Academia Færoensis.
Tað vóru limirnir í Føroya Fróð-
skaparfelag, stovnað í 1952, sum
tóku stig til at fáa ein lærdan
háskúla í Føroyum. Føroya Fróð-
skaparfelag arbeiddi miðvíst fyri
einum vísindaligum umhvørvi.
Av virksemi felagsins kunnu
nevnast útgávan av Fróðskapar-
riti og eitt sera umfatandi arbeiði
at savna føroyskt orðatilfar.
Við einum uppskoti frá Fróð-
skaparfelagnum sum grundarlag,
samtykti Føroya løgting í 1965 at
seta á stovn Fróðskaparsetur
Føroya, við tí endamáli at inna
»vísindaligt rannsóknarstarv og
hægri undirvísing. Skylda lærar-
anna er at fremja bæði«. Føroy-
ingar fingu tá ein hægri lær-
dómsstovn.
Fróðskaparsetrið byrjaði virk-
semið við einum professara,
Christiani Matras, og einum
skrivara, Maud Heinesen. Virk-
semi tey fyrstu árini fevndi um
ársskeið í náttúrusøgu og í før-
oyskum fyri lærarar. Hetta vóru
skeið, sum Fróðskaparfelagið
hevði tikið stig til, og sum Fróð-
skaparsetrið helt áfram við. Árs-
skeiðini fyri lærarar vórðu hildin
toluliga regluliga á setrinum til
tað seinast í 1980’unum varð
avgjørt, at eftirútbúgving av
lærarum skuldi skipast á Lands-
skúlafyrisitingini.
Umframt ársskeiðini skipaði
setrið fyri almennum fyrilestrum
um ymisk evni og kvøldskeiðum
í føroyskum. Tey fyrstu árini
stílaði setrið fyri eini innsavn-
ingarnevnd, ið varð sett í 1967,
og hevði til uppgávu at bjarga
føroyskari fólkamentan. Sum
framhald av hesi
nevnd varð tjóð-
lívsnevndin sett í
1970 til at savna
tilfar um føroyskt
fólkalív og
føroysk fólka-
minni. Hetta tilfar
er í dag á goymslu
á Føroyamáls-
deildini. Harum-
framt varð sett ein
nevnd í 1972 at
skipa fyri inn-
savning av før-
oyskum sálma-
sangi og anda-
ligum vísusongi.
Øll árini hevur
setrið skipað fyri
ritgerðarkapp-
ingum, har øll
kundu luttaka.
Útbúgvingar
Verulig akademisk
útbúgving byrjaði
í 1970 við heim-
speki og skeiði til
»filosofikum«.
Tann akadem-
iski próvlesturin
byrjaði við eini
náttúruvísinda-
ligari-heimspeki-
ligari støðisút-
búgving í 1972.
Síðani 1981 hevur
verið undirvíst
regluliga í stødd-
/alisfrøði og lív-
/evnafrøði, og frá
1987 eisini til BS
í ymsum greinum.
Á Føroyamáls-
deildini varð farið undir próv-
lestur í 1974. Fyrsta árið bert
sum eitt ára lestur, men síðani
1976 sum 2 ára lestur til
exam.art. Eisini her varð farið
undir víðari lestur í 1987, til
cand.phil.
Í 1976 varð farið undir eina 2
ára útbúgving í gudfrøði. Tey
fyrstu árini vóru royndarár, men í
1978 varð avgjørt at seta Gud-
frøðideildina á stovn. Avtala varð
gjørd við universitet í Íslandi og
í Danmark um, at studentarnir
kundu gera lesnaðin lidnan har.
Gudfrøði og søguvísindi vórðu
løgd saman til eina deild, og í
1987 farð varið undir at undir-
vísa í søguvísindum, fyrst til
exam.art, síðani til BA og
cand.phil. Av ymsum grundum
steðgaði undirvísingin í guðfrøði
í 1988.
Í tíðarskeiðnum 1993-95 varð
skipað fyri ársnámum í ávíkavist
samfelagsvísindum og búskapi,
handli og máli. Hesin lestur
steðgaði í kreppuárunum, men í
2000 eru studentar aftur tiknir
inn til ársnám.
Frá 1999 hevur Náttúruvís-
indadeildin við dyggum stuðli
frá oljufeløgum kunnað bjóðað
út útbúgving í kolvetnisverk-
frøði. Fyrstu studentarnir fingu
prógv í kolvetnisverkfrøði á vári
2002.
Nýggjasta útbúgvingartiltakið
er opið setur útbúgving í KT-
frøði, sum byrjar á heysti 2002.
Talan er um parttíðarlestur, sum
kann samskipast við arbeiði
innan KT-vinnuna.
Lógin
Í 1987 kom í gildi nýggj lóg fyri
Fróðskaparsetur Føroya. Hon
varð broytt í 1990, tá Fróðskap-
arsetrið fekk universitetsstøðu,
og aftur í 1995, tá bygnaðurin
var gjørdur einfaldari. Sambært
lógini stendur Fróðskaparsetrið
fyrisitingarliga beint undir lands-
stýrinum, og leiðsluna av setrin-
um hevur rektarin saman við
setursráðnum og
megindeildarráð-
unum. Rektarin
hevur dagligu
ábyrgdina av
leiðsluni og hevur
til hjálpar eina
fyrisiting við
setursskrivaranum
á odda.
Petur Zacharias-
sen var fyrsti
rektarin á Fróð-
skaparsetrinum,
frá juni 1987 til
desember 1990.
Jóan Pauli Joen-
sen var rektari frá
januar 1991 til
mars 1998 og
Arne Nørrevang
frá apríl til
november 1998.
Frá desember
1998 til 31.
november 2004
Malan Marners-
dóttir. Tann 2.
november í 2004
varð Jóan Pauli
Joensen valdur til
rektara, og tók
hann við 1.
desember 2004.
Professarar
Christian Matras
var professari frá
byrjanini á Fróð-
skaparsetrinum. Í
1986 fekk Fróð-
skaparsetrið tveir
professarar aftur-
at, tá Mortan
Nolsøe varð til-
nevndur professari í fólkaminn-
um, og Jóhan Hendrik Winther
Poulsen varð tilnevndur
professari í norðurlendskum,
serliga føroyskum máli.
Í 1989 varð Hans Jacob Debes,
dr.phil. tilnevndur professari í
Føroya søgu og almennari søgu,
og Jóan Pauli Joensen, dr.phil&
fil.dr., í siðsøgu og fólkalívs-
frøði.
Magnus Danielsen, Ph.D., varð
tilnevndur professari í ravmagns-
verkfrøði í 1991. Arne Nørre-
vang, dr. phil., varð tilnevndur
professari í lívfrøði í 1995 og
Eyðun Andreassen, dr. phil.,
professari í fólkaminnisfrøði í
1996.
Í 2001 varð Morten Sparre
Andersen settur í starv sum pro-
fessari í jarðfrøði. Hann gavst í
2004 og í hansara stað er Robert
James Brown settur sum
professari.
Dorete Bloch varð í 2001 til-
nevnd adjungeraður professari í
djóralívfrøði.
31. mars 2004 varð Malan
Marnersdóttir, rektari, tilnevnd
profesari í bókmentum.
Ph.D.lestur
Í 1996 var kunngerð um Ph.D.
lestur lýst, sum heimilar Fróð-
skaparsetrinum at føra studentar
fram til Ph.D. prógv. Jóannes
Dalsgaard vardi sum tann fyrsti
Ph.D. ritgerð í mai 1997 við
heitinum: »Fylking 75 ár. Ein
rannsókn av verkamannarørsluni
á Tvøroyri og ein lýsing av
málum, menning, skipan og
úrslitum hennara - við denti á
tíðarskeiðið 1915-1951.«
Andras Mortensen vardi
9.2.2001 Ph.D. ritgerðina: »Hin
føroyski róðrarbáturin. Sjómentir
føroyinga í eldri tíð.«
Kirsten Brix vardi 14.6.2002
Ph.D. ritgerðina: »Dialog i
Babelstårnet.«
Erland Viberg Joensen vardi
21.3.2003 Ph.D. ritgerðina:
»Lossingarmenn í Havn«.
Jóannes Djurhuus vardi
6.6.2003 Ph.D. ritgerðina:
»Analytical investigations of in-
situ stresses and hydraulic
induced borehole fractures«.
Í løtuni eru 7 ph.d. studentar
innskrivaðir. 3 væntast at verja
ritgerð sína í 2005.
Kelda. www.setur.fo
Nr. 94 • Vikuskiftið 21.–22. mai 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyar verða stýrdar
av heksadoktarum
Tinghellan síða 39
Frálæra á hægsta stigi í 40 ár
Fróðskaparsetrið
40 ár
20. mai 2005 eru 40 ár síðani at
Fróðskaparsetur Føroya varð sett
á stovn. Dagurin verður hátíðar-
hildin við almennari móttøku á
Náttúruvísindadeildini í Nóatúni
fríggjadagin 20. mai frá kl. 15 til
17.
Umframt móttøkuna verður 40
ára dagurin eisini hildin við stóru
fyrilestrarøðini Setrið á ferð. Í
røðini verða okkurt um 40 fyri-
lestrar, sum vera um alt landið.
Avtala er fingin við kunningar-
stovur kring landið og við
Mentanardeildina hjá Klaksvíkar
býráð um at í felag at skipa fyri
røðini.Tveir fyrilestrar hava
longu verið og tveir eru eftir fyri
summarfrítíðina, annar verður í
Fuglafirði og annar í Bø. Røðin
verður tikin uppaftur í heyst, tá
ið restina av fyrilestrunum vera á
skránni.
Síðani 1. desember í fjør hevur Jóan Pauli Joensen verið rektari á
Fróðskaparsetri Føroya. Tað var hann eisini árini 1991-98