Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 94 - 21. mai 2005 GYKLARÍ Snorri Brend Í øðrum londum er so, at mangir av teimum kendu gyklarunum hava hetta sum fulltíðar starv. Men Ásbjørn hevur sjálvur nógv onnur jørn í eldinum: Hann hevur fast starv sum lærari við Stranda skúla, hann er virkin í missiónshúsinum á Strondum, er kórleiðari í gospelkórinum "Vox", umframt tað at hann er familjumaður á Strondum. - Mál mítt er at hava einar 40 framførslur um árið, men tað veldst sjálvandi alt um, hvussu ofta ein verður biðin, sigur hann. Í fjør hevði Ásbjørn um 30 framførslur, sum líkasum fullu í tveimum árstíðum - ella há- sesongum: Hann varð ofta biðin at luttaka í sambandi við bygdarstevnurnar kring landið um summarið, og í samband við jólatiltøk í desemb- er mánaði. Higartil í ár hevur hann ikki verið so ofta úti, men talið liggur nakað niðanfyri 10 framførslur. - Men hevði tú spurt meg aftaná henda gospeltúrin við Norrønu, so hevði talið verðið munandi hægri, sigur Ásbjørn og brosar. Á gospeltúrinum í apríl mán- aði hevði hann ikki færri enn seks framførslur uppá teir fýra dagarnar, túrurin vardi, eins og hann undirhelt við borðini um kvøldarnar. Og hóast hvør fram- førslan tekur um hálvan tíma, so hevði hann nýtt tilfar við hvørja ferð. Áhugin vaktur Ein áhugaverdur spurningur í hesum sambandi er altíð, hvussu hann byrjaði at gykla. Ásbjørn hugsar seg ikki leingi um, tí hann minnist sera væl til tann dagin fyri nógvum árum síðani, tá ein av vinmonnum hansara fekk eina serstaka gávu: Eitt "tryllesæt" frá einum av fyritøkunum, ið framleiða leikur til børn. - Hóast eg ikki sjálvur byrjaði at gykla júst tá, so vakti hetta mín áhuga fyri hesum. - Tá eg so varð eitt sindur eldri, fór eg á bókasavnið at lána mær nakrar bøkur um gyklarar úti í heimi, og um tað at gykla, sigur Ásbjørn, sum kortini ikki byrjaði at gykla av álvara fyrrenn í 1996. Hetta árið búði Ásbjørn í Danmark, har hann var við í einum teami hjá donsku Indre Mission, sum vitjaði á ymsum støðum kring landið við gleði- boðskapinum. Gykl og Nóa Hann var her partur av hesum bólkinum við heitinum "IMpuls", sum við sangi, framførslum og tí, tey kallaðu gospel-magic ynsktu at fáa fólk í talu á ein øðrvísi hátt enn í missiónshúsum, kirkjum og øðrum savningarstøðum. Ásbjørn og hini í IMpuls vitj- aðu nógv á skúlum, tey prátaðu við fólk á gøtuni og fóru inn á soldátaraheim - ja, í roynd og veru allastaðni, har møguleiki var at boða gleðiboðskapin um Jesus. - Undir hesum vitjanum brúktu vit ymisk visuell ting fyri at demonstrera ella vísa, tað vit søgdu. Umframt drama, sang og mangt annað, so var gyklið eisini ein partur av hesum. - Tað vísti seg eisini, at hetta við teimum "visuellu virkemidl- erne" hevði stóran áhuga millum fólk. Vit kundu t.d. vísa myndir av djórum, ella vit teknaðu djór á eina talvu, meðan vit tosaðu um Nóa, vísir hann á sum eitt av mongum dømum. Bundin og fræls Eitt annað dømi um hesar "virke- midler" var, tá tey skuldu lýsa tað at vera bundin av syndini, og síðani verða fríur ella frælsur aftur. - Her vístu vit fólki, hvussu fastbundin vit vóru, við einum bandi, og hvussu vit á ein ser- stakan hátt kundu gerast leys aftur. Men fyri meg er tað sera umráðandi, at hetta triksið ikki er tað berandi. Hetta er bara eitt amboð fyri at vísa á nøkur ting. - Ein eigur kortini altíð at vera varin við slíkum, tí eg veit um fólk sum hava fingið ilt av tí, vit gjørdu. Tey uppfata tað sum yvirnatúrligt, og sum raman gand, - sum tað í veruleikanum als ikki er, leggur hann dent á. Fyri at sleppa undan slíkum misskiljingum hevur Ásbjørn tey seinnu árini tí lagt stóran dent á at siga fólki, at hetta ikki er gandur, men er eitt triks og einki annað enn eitt triks. Gandur ella gykl Júst hetta við gandi hevur sum nevnt loypt ein ávísan ótta á fólk. Hvussu ger hann fólk varin við, at hetta ikki er gandur, men gykl? Hann plagar at begrunda tað við, at á donskum eitur tað sum hann ger "tryllekunst". Og hyggur ein í føroysku Bíbliuna so sæst, at allastaðni har orðið "gandur" stendur, so eitur tað "trolddom" á donskum. - Tað vil so aftur siga, at hetta eru ting sum kunnu hava við tað ónda at gera, tað yvirnatúrliga og tað okkulta at gera. Tað hevur við andar at gera og við maning. Men tað er kortini einki av hesum í nøkrum av tí, sum eg geri, sigur hann avgjørdur á máli. Eitt tveir metrar langt rør í búkinum Gyklarin Ásbjørn Berthelsen á Strondum dugir at rúnarbinda bæði børn og vaksin. Øll lata tey seg lumpa ferð eftir ferð. GYKLARÍ Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Norrøna: - Eg havi havt so ilt í búkinum í allan dag. Her í vinstru síðu. Eg veit ikki rættiliga hví! Vit eru í Viking Club umborð á Norrønu, har gyklarin Ásbjørn Berthelsen av Strondum hevur undirhald bæði fyri børn og vaksin. Salurin er fullsettur av ferðafólki, sum hava teknað seg til serstaka Gospeltúrin hjá Smyril Line. Undirhaldið hjá Ásbjørn er ein partur av skránni við hetta tiltakið. Hann tekur seg enn einaferð til síðuna, og gremur seg eitt sindur. Og nú skilir hann brádliga, hví hann hevur havt so ilt í búkinum. - Her er okkurt hart her, her í síðuni. Er tað ein pennur ella okkurt annað? Nei, nú merki eg hvat tað er! Ásbjørn kemur nú dragandi út úr síðuni við einum lítlum rundum røri. Hann heldur fram við at draga, og dregur og dregur til hetta rørið er vorðið ein metur langt. - Nú skilja tit kanska, hví eg havi havt so ilt. Men auvv, auvv ... Hann steðgar á eina løtu, og letur sær at hava nógva pínu. Langt rør Børnini sita sum á nálum, tí slíkt hava tey aldri upplivað áður. Gyklarin Ásbjørn heldur á at draga og draga, og nú er rørið minst tveir metrar langt, og einki bendi á at hann ætlar sær at gevast í bræði. Umsíðir er alt hetta langa rørið "drigið" út úr síðuni, og tað vekur undran hjá fólki. Undir lógvabrestum og látri takkar Ásbjørn fyri uppmerksomheitina við hetta triksið, og fer beinan- vegin undir tað næsta. - Hygg her. Nú skulu tit síggja nakað, sum tit ongatíð áður hava sæð! Showið umborð á Norrønu heldur fram eina góða løtu aftrat. Børn, ung og vaksin eru bergtikin og lata seg væl undirhalda av 29 ára gamla gyklaranum. Hóast hann hevur bert hevur gyklað av álvara tey seinastu fimm árini, so er einki sum bendir á, at her er talan um ein amatør. Snildisliga og hegnisliga fremur hann triksini, og vit onnur lata okkum lumpa ferð eftir ferð. Og so mugu vit bara flenna, - eftir honum og ikki minst eftir okkum sjálvum! – Triksið í triksinum er - Eg má ein allatíðina seta mær spurningin: Er hetta nakað sum fólk fara at flenna eftir? Er hetta nakað sum kann imponera fólk? Og er hetta nakað sum kann fáa fólk at undrast? Hesir tríggir spurningarnir eru teir týdnignarmestu hjá mær, tá eg geri mítt undirhald. Megni eg hetta, so fer showið eisini at eydnast, sigur Ásbjørn Berthelsen Hvar er gykl? Gykl er ikki gandur! Gykl eru sjónarhvørvingar (illusiónir). Í Danmark kalla tey tað tryllekunster. Gykl lumpar eyguni á áskoðaranum, so at hann heldur, at okkurt yvirnáttúr- ligt er farið fram. Saman við Absalon Áar- garð vitjar Ásbjørn kring landið við einum serstøkum showi. Booking til hetta kann gerast á heimasíðuni www.gykl.com – Kann eg fáa fólk at flenna og at undrast, og kann eg imponera tey, so er talan um eitt v