Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 21. mai 2005 29 - Alt tað eg geri er í roynd og veru triks. Tað hevur øgiliga nógv við at avleiða uppmerk- somheitina hjá fólki, so tey ikki síggja júst, hvussu eg geri okkurt, soleiðis at fólk verða tikin á bóli. - Júst hetta er ein rættiliga stórur partur av tí at vera gyklari, sigur Ásbjørn. Yvirraskilsis-moment Høvuðsuppgávan hjá gyklaran- um er at avleiða uppmerksom- heitina hjá fólki. Men hvat er í roynd og veru triksið í triksin- um? - Triksið í sjálvum sær er bara eitt amboð fyri at undirhalda fólk. Eg havi sjálvur hugsað nógv um júst hetta, og eri komin fram til, at undirhaldið í roynd og veru er tað týdningarmesta, og at triksini skulu bara undir- byggja undirhaldið. - Tað týdningarmesta í triksin- um er hetta, at tú fært líkasum eitt yvirraskilsis-moment, sum t.d. í triksinum við turriklæðin- um, sigur Ásbjørn. Í hesum triksinum spælir hann við eitt turriklæði í hondini, og roynir at krógva tað í hondini. Hann missir tað síðani niður á gólvið, uttan at hann sjálvur leggur merki til tað, og tosar víðari sum um einki var hent. Men tað gera børnini so sanni- liga og siga hart og greitt frá, at tað liggur á gólvinum. Gyklarin tekur tað síðani upp- aftur og nú hendir aftur tað sama. Eftir nøkrum ferðum er turriklæðið veruliga vorðið burtur, uttan at nakar hevur ansað eftir tí. Einfalt triks Eitt annað er eisini eitt triks við einum røri, har hann togar í nakrar endar, har so ymsir litir hanga saman. Børnini skulu so kappast móti teim vaksnu, og gita hvørjir litir hanga saman. Børnini gita altíð rætt, meðan foreldrini altíð gita skeivt, tí gyklarin spælir øllum eitt puds. - Hetta er eitt sera einfalt triks. Øll flenna eftir tí, av teirri einfaldu orsøk at tað sum hendir er so óvæntað. - Tú kanst ímynda tær eina støðu, har eg havi eina banan við lynlási í jakkalummanum. Eg koyri lynlásið upp, fái mær ein bít, koyri lýnlásið aftur og bananina aftur í lumman. - Hetta ljóðar ikki av nógvum, men øll høvdu flent eftir tí, tí hetta er ein bakvend støða og púrasta óvanligt. Tað er júst soleiðis sum tey flestu triksini eru, og tí má ein allatíðina seta sær spurningin: Er hetta nakað sum fólk fara at flenna eftir? Er hetta nakað sum kann imponera fólk? Og er hetta nakað sum kann fáa fólk at undrast? - Hesir tríggir spurningarnir eru teir týdnignarmestu hjá mær tá eg geri mítt undirhald. Megni eg hetta, so fer showið eisini at eydnast. Skal vera stuttligt Enn hevur Ásbjørn ongar ætlanir um at gevast við at gykla. Hann ætlar sær at halda fram so leingi sum tað er stuttligt. - Og tað er veruliga stuttligt at gykla. Enn er tað stuttligt at gykla, og tað verður bara stutt- ligari og stuttligari fyri hvønn dag sum fer. - Eg haldi, at møguleikarnir eru so ótrúliga nógvir. Man skal bara duga at síggja teir. - Eg havi nú í skjótt fimm ár gyklað mest fyri børnum og familjum. Men eg havi leingi havt ein dreym um at kunna gykla fyri vaksnum fólki eisini. Tað hevði sjálvandi verið heilt øðrvísi. - Hetta hevði verið sera stutt- ligt, og tí havi eg arbeitt við hesum í tonkunum í eina tíð. Um tað so verður til veruleika, tað má tíðin so vísa. Allir aldursbólkar Øll hava helst sæð, hvussu teir stóru gyklararnir úti í heimi rúnarbinda áskoðararnar við ótrúligum triksum sínum. Hyggur ein eftir áskoðara- fjøldini so sær ein greitt, at hesi fólkini, sum eru í øllum aldri hugna sær óført saman. Og bilsnið spyr ikki eftir aldri. Hetta sama hevur Ásbjørn eisini staðfest her á landi, tí hann hevur luttikið á rættiliga mong- um ymiskum tiltøkum, bæði fyri børn, ung og eldri. Hann hevur undirhildið á fleiri bygdarstevnum, men hevur eisini verið í barnagørðum og til tiløk sum tey eldru hava skipað fyri. - Gyklið vendir sær til allar aldursbólkar. - Spurningurin er bara um at duga at laga tað til áskoðara- fjøldina, sigur Ásbjørn. at undirhalda Fyrimyndir Um vit eru tilvitað um tað ella ikki, so hava vit øll okkara fyrimyndir. Men hvussu er tað - hevur gyklarin Ásbjørn nakra fyrimynd innan hetta yrkið? - Jú, eg havi nógvar fyrimyndir. Eg var t.d. í Danmark í farna mánaði, tá eg hugdi eftir einum showi hjá Jeff McBride. Hann hevur eitt show í Las Vegas, sum hann hevur koyrt í fleiri ár. - Hetta showið koyrir hann sera professionelt saman við konu síni, har hann brúkar bæði smá og stór ting í gyklingini, bæði við maskum, kortum og øðrum. Hann er so mikið góður, at hann í roynd og veru er heimsmeistari innan kortmanipulatión og hevur vunnið nógvar heiðurslønir, og er sera væl kendur og dámdur millum gyklarar úti í heimi. Jeff hevur enntá trý Guinnes heimsmet, so maðurin dugir síni ting! - Ein onnur fyrimynd er ein, ið eitur Dan Harlan og ein annar við navninum Duane Laflin, sum er útbúgvin prestur og er sera viðurkendur innan gospel-magic. Sum at lesa eina bók Skal eitt ítróttarfólk vera væl fyri til eina kapping, er neyðugt hjá viðkomandi at venja og venja, samstundis sum ein avsigur sær nøkur ting. Skal ein gyklari vera væl upplagdur og fáa áskoðarafjøldina í talu, so er somuleiðis neyðugt hjá viðkomandi at venja og aftur venja tey somu triksini aftur og aftur. Hetta veit Ásbjørn eisini, og tí brúkar hann rættiliga nógva tíð til at halda seg í venjing. At verða ein góður gyklari er tí ikki nakað ein bara verður, men nakað ein arbeiðir seg fram til. Nógvir av teimum stóru og kendu gyklarunum úti í heimi venja í áravís til eitt einstakt show, og sum teir so koyra eftir sama leisti í áravís. - Men her í okkara lítla landi, verði eg noyddur at skifta tey ymisku triksini út nokkso ofta. Tað er nokkso skjótt, at eg komi til eitt stað har onkur hevur sæð meg upptraðkað fyri stuttum. Tí má eg faktiskt hava eitt nýtt show einar tvær til tríggjar ferðir um árið. - Eg kann minnast, at eg vandi sera nógv um tað mundið, tá eg byrjaði at gykla. So við og við fært tú triksini í fingrarnar, og tí er ikki altíð neyðugt við so øgiligari venjing, tá ein er inni í tí. - Tað er ikki ólíkt tí at kunna lesa. Hevur ein fyrst lært tað, so kanst tú lesa eina og hvørja bók. Og dugir ein enn betri at lesa, so kann ein lesa eina bók hart, sum ein ongatíð hevur sæð áður. Tað liggur líkasum í tær, tí tú hevur lært tað grundleggjandi í hesum. Tað er nøkurlunda tað sama við gyklinum, sigur hann. væleydnað show, sigur gyklarin, Ásbjørn Berthelsen Tann víðagitni hatturin við kanini er ein natúrligur partur av einum showi hjá føroyska gyklaranum