leygardagur 21. mai 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 94 - 21. mai 2005
PORTRETT
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Tey kalla hann gourmet, men
spurdur, hvat tað í grundini
merkir, sær kokkurin Leif Søren-
sen eitt sindur hugsanarsamur út
- Tað veldst um. Í orðabókini
stendur vist matkennari, men tað
røkkur ikki heilt eftir mínum
tykki. Ein sannur gourmet er
fyrst av øllum matelskari ella
matnjótari, sum eisini hevur gott
innlit í og skil fyri mati. Men tú
mást ikki mistaka hann fyri ein
matsnobb, tí ein matsnobbur
verður ongantíð gourmet. Ein
matsnobbur er hugtikin av tí
fína, tí tað er fínt. Ikki av dygd-
ini, samansetingini ella tí listar-
verkinum, sum eitt satt gourmet-
máltíð kann vera, sigur kokkurin,
sum gandaði fram dreymarættir í
sendingini Cassiopeia og í næst-
um letur upp sína egnu gourmet
matstovu.
Púra bitin
Tað byrjaði eitt sindur av tilvild.
Føddur og uppvaksin í Føroyum,
har matstovumentantin sjáldan
rakk longur enn til lambasteik
við brúnari sós, gjørdi tað stórt
inntrykk, tá Leif eitt kvøldi í
Reykjavík seinast í 80 unum fór
út at eta á fínari matstovu fyri
fyrstu ferð í lívinum.
- Tað var heilt fantastiskt! Eg
minnist enn, hvussu flott alt lá á
tallerkinum og at sósin angaði av
balsamico og einum veti av
koriander. Og so hesir fínu kokk-
arnar í kokkajakka og húgvu,
sum hildu eygað við øllum og
greiddu frá, hvat tað var, vit ótu
... Eg var púra bitin frá fyrstu
løtu.
Leif var eisini vorðin forvitin
og hungraði eftir nýggjum mat-
upplivilsum. Sum fátækur les-
andi mátti hann spara pengar
saman fyri at sleppa á matstovu,
tí næsta máltíðin skuldi helst
verða betri, enn tann seinasta.
Hvørja ferð.
- Eg havi nokk altíð verið hug-
tikin av væl tilgjørdum mati,
men tað var ikki fyrr enn ein
kokkur helt fyri, at eg avgjørt
hevði tað í mær, at tankin um at
læra til kokk byrjaði at spíra.
Leif valdi at taka kjansin.
Droppaði lesnaðin í Reykjavík
og setti nøsina móti Keypmanna-
havn í vón um at fáa eitt læru-
pláss. Men hann var kræsin.
Bara tey bestu støðini kundu
koma uppá tal, og tí tók tað eitt
ár, áðrenn hann kom í læru.
Ímeðan spakaði hann langar
túrar fram við fínu matstovunum
um kvøldarnar og droymdi stórar
kokkadreymar. Serliga var tað
matstovan Kommandanten, sum
kundi fáa Leif at standa og stara,
sum burtur í øðrum heimi.
- Myndin av Kommandanten
Sum ungur lesandi spardi hann saman fyri at eta á fínum matstovum.
Seinni lærdi hann til kokk á fínastu matstovuni í Danmark. Kortini valdi
Leif Sørensen at koma aftur til Føroyar at starvast sum kokkur
- Her havi eg eina missjón, sigur matelskarin, sum í næstum ger enn ein
dreym um mat til veruleika
Gourmet-kokkurin:
Matelskari við eini missjón
Føroyskir innkeyparar vilja ikki gjalda
fyri góðsku. Tíverri er dygdin á kjøtin-
um og grønmetinum í handlunum
hareftir, sigur Leif Sørensen
Mynd: Jens Kristian Vang