leygardagur 21. mai 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
stendur enn fyri mær sum ein
dreymur. Blanku kopargyltu
kantarnir rundanum vindeyguni
og inni var alt kongablátt við
ljósabláum inn ímillum. Stólar,
borð, alt var sniðgivið av sama
kenda sniðgeva. Sjálvt smáu
skálirnar til kaviar høvdu sítt
egna sermerkta snið, sum tú bara
sá á hesi matstovuni
Við piprandi hjarta
Kommandanten varð fyribils
verandi við dreymin. Í staðin
kom Leif í læru hjá einum
fronskum kokki í hansara marg-
hátttliga køki.
- Hann var ein framúrskarandi
kokkur, men hann var eisini
skítsvakur, og tað var javnan, at
pottar og pannur komu sendandi
gjøgnum luftina móti mær. Í
einum illsinnisherðindi koyrdi
hann ein dagin øll starvsfólkini
til hús, uttan meg. Eg royndi at
hanga í, meðan kokkurin slongdi
um seg við fronskum fakútrykk-
um, sum eg onki skilti av. Til
endan fekk eg nokk og tók mínar
knívar og stakk av.
Tað eydnaðist umsíðir at fáa
fótin inn um á Kommandanten,
har Leif fyrst av øllum skuldi
læra at makka rætt - eisini tá
hann fekk boð um at skúra eina
trætrappu við tannbust og gera
alt umafttur, tí hon ikki var nóg
rein!
- Køksumhvørvið á ein mat-
stovu við stjørnum er eirinda-
leyst, tú hon er allatíðina í vanda
fyri at missa eina stjørnu. Og tað
er onki minni enn ein vanlukka.
Tú hoyrdi allatíðina ræðusøgur,
sum til dømis hana um kokkin,
sum tók lívið av sær, tá matstov-
an misti eina stjørnu, tí eitt
øskubikar ikki var tømt. Mítt
arbeiðsøki á Kommandanten var
dessertirnar, og var bara ein
evarska lítil dropi av vatni á
kantinum á tallerkinum, flippaðu
tænarnir fullkomiliga út. Gest-
urin kundi jú halda, at tað var
eitt glassplintur, og so var okkara
umdømið oyðilagt við brestin.
Trýstið var øgiligt, og eg fór til
arbeiðis við piprandi hjarta
hvønn dag. Enn tann dag í dag
fái eg ilt í búkin, tá eg nærkist
gøtuni, har Kommandanten
liggur.
Fjákut?
Sama dag, sum Leif var
útlærdur, fekk Kommandanten
sína aðru stjørnu. Leif greiðir
frá, at tað krevur upp til fleiri
ófráboðaðar vitjanir av einum
røttum gourmet og matkennara
at fáa bara eina sokallaða
Michelin-stjørnu av teimum
trimum møguligu.
- Vit vistu ongantíð, nær ein av
gestunum møguliga var frá
Michelin guideini, sum gevur
stjørnurnar. Handan dagin fingu
vit ikki illgruna fyrr enn maðurin
var farin út í hýruvognin, goldið
fyri hann, men so kom innaftur
at spyrja eftir køkssjefinum. Var
hýruvognurin ikki komin beinan-
veg, ella sjafførurin verið
ófólkaligur, hevði matstovan
neyvan fingið hasa stjørnuna tá,
tí alt telur við niður í minsta
smálut.
Matstovumentan á stjørnustøði
er ein heilur heimur fyri seg,
sum tú velur at hava sum fyri-
mynd ella at lata vera. Men hóast
Leif má sigast at vera ein sannur
gourmet, viðgongur hann, at
hann onkuntíð følir seg sum ein
býttling við at ganga so høgt
uppí mat og allar smálutirnar
rundanum.
- Tað er jú næstan syndafult, tá
tú hugsar um, at tað eru menn-
iskju, sum svølta. Eg eri eisini
partur av eini mentan, har fólk
hava verið noydd at eta tað, tey
fingu, fyri at yvirliva. So jú, eg
ivist ikki í, at onkur heldur meg
vera fjákutan, men hvørt til sína
tíð. Eg elski eisini mammusa
medistapylsu og læri míni børn
at eta tað, sum verður sett á
borið uttan meir fjas. Men
rávørurnar skulu vera í lagi, og
eg gjaldi framvegis fegin 300 kr
fyri eina lítla fløsku av góðum
balsamicoediki.
- Tað er so ymiskt, hvat vit
menniskju seta prís uppá. Vit
vóru í Italia herfyri, har onkur
var púra bergtikin av at hava
møguleikan at vitja eina Ferrari
fyritøku. Eg var eisini bergtikin,
men tað var tí, vit vóru í
Parmaumráðinum har røttu
Parmesanostarnir og Parma-
skinkur verða framleidd, smílist
Leif.
Slakar ikki
Men hóast alt er ein spuringur
um raðfesting, vildi Leif ynskt,
at føroyingar sum heild settu
størri krøv til sínar matvørur. Og
hann dylur ikki yvir, at eftir
hansara tykki liggur stóri feilurin
hjá teimum, sum keypa og
innflyta vørurnar til Føroyar.
- Tað er ongin ivi um, at
føroyskir innkeyparar hyggja
heldur at mongdini enn at
dygdini, snøgt sagt tí teir ikki
vilja gjalda fyri góðsku. Innflutta
lambskjøtið kundi havt munandi
betri góðsku, um innkeyparin
bara vildi gjalda eitt sindur
meira. Og tað er bæði óneyðugt
og órímiligt, at føroyingar finna
seg í vánaligum grønmeti, tá
smærru veitarnir kundi selt okk-
um 10 ferðir dygdarbetri grøn-
meti, um teir fingu møguleikan.
Um brúkarnir veruliga settu
krøv, høvdu innkeyparnir verið
noyddir at fylgja teimum, sigur
Leif, sum heldur, at góðar mat-
sendingar í sjónvarpinum kundu
verið við til fólk fingu eyguni
upp fyri dygdargóðum mati.
Avmarkaða vøruúrvalið ger tað
eisini fátæksligt at vera kokkur í
Føroyum og setur mørk fyri, hvat
Leif kann bjóða á síni matskrá.
Okkurt roynir hann tó at innflyta
sjálvur, men tað er ikki altíð, at
tað ber til, og so má hann nýta
hugflogið og finna uppá okkurt
annað. Tí fyri Leif kemur tað
aldrin uppá tal at slaka uppá
góðskuna. Heldur ikki, um
klænkirákið ikki vil vita av
hvørki róma ella smøri.
- Ein gourmetmáltíð nýtist ikki
at vera óneyðuga feit ella ósunn.
Eg umboði Føroyar í Nordisk
Køkken, og har hava vit gjørt
eina yvirlýsing, sum millum
annað sigur, at tú brúkar ikki
feitt uttan so, at tað hevur eina
gastronomiska funktion ella
týdning fyri smakkin. Men tað
ber framvegis ikki til at gera eina
rætta hollandaise sauce uttan at
brúka smør, so har er ikki so
nógv at kjakast um. Skalt tú
verða í hesum yrkinum, slakar tú
ikki uppá smakk ella góðsku,
sigur kokkurin, sum sjálvur bert
etur eina, men góða, máltíð um
dagin.
Skerpikjøt í vínediki
Tað kann undra, at ein kokkur,
sum altíð sóknast eftir nýggjum
avbjóðingum, valdi at koma
heim aftur til Føroyar og eina
matmentan, sum ikki kann sigast
at vera serliga fjølbroytt. Men
Leif ivaðist ongantíð í at koma
heim aftur. Onkusvegna var hann
liðugur við fínu matumhvørvini
uttanlands. Har var ikki so nógv
eftir hjá honum at gera. Her í
Føroyum kennir Leif tað, sum
hann hevur eina uppgávu, eina
missjón, um tú kanst kalla tað
so, tí her eru so nógvir ótroyttir
møguleikar.
- Serføroyski maturin er góður,
men hann er ikki serliga hósk-
andi at borðreiða fyri útlendi-
ngum, sum ofta aftra seg við at
royna tað serføroyska. Og tað er
synd, tí tað hevði saktans borið
til at sameint eitt nú ræst kjøt og
skerpikjøt við ein modernaðan
rætt. Eina ál av røstum kjøti í
eini moyrari oksasteik ella
pappírstunnar flísar av skerpi-
kjøti í eini góðari vinagre hevði
jú verið fantastiskt og nýskap-
andi.
Og hvør veit, kanska verður
okkurt av hesum at fáa einaferð í
framtíðini á nýggju gourmet
matstovuni hjá Leif, sum letur
upp um mánaðarskifti. Í løtuni
verður seinasta hond løgd á at
skapa júst tann rætta stemningin,
og fartelefonin hjá Leif ringir
ótolin. Boð koma um, at
gardinurnar júst eru komnar úr
Ísrael og at borðini eru á veg úr
Italia, og Leif kjakast dúgliga við
onkran í hinum endanum. Ein
sannur gourmet letur nevniliga
onki til tilvildina..
Nr. 94 - 21. mai 2005
31
Á nýggju matstovuni hjá Leif Sørensen kunnu
gestirnir millum annað velja hesa máltíðina
Brellbiti
Jomfrúhummari í filodeiggi v/ jákupskeljum
á pinni við jarðkneysa-suppu.
Forrætur
Toskur við graskarskjarnuskorpu, serveraður
á spíðskáli og asparges við sitrusfruktum
í sauce-nage.
Høvuðsrættur
Stokt bringa av Berberry-dunnu borðreidd við
vár grønmeti, blandings salat av tzatziki og
waldorf, umframt persillu-eplum og madagaskar-
sauce.
Dessert
-Sitrón-bavaroise v/appelsin-filé og appelsin
sauce; pyntað við bisquit froise.