leygardagur 21. mai 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 21. mai 2005
41
notat í Jørgen-málinum, hevði
løgmaður bílagt hetta notatið. Og
tað var - kanska ikki so óvæntað
- jaligt mótvegis ætlanum løg-
mans. Við hesum í hondini kundi
Eidesgaard nú siga, at alt var
gott.
Tað var sum at sita í kirkjuni at
hoyra politikararnar, hvør í
sínum lagi, royna at útleggja
tekstin hjá hesum ymisku
advokatunum. Tí eins og prest-
arnir mugu royna at byggja alt
tað, teir siga, á Skriftina, so
tordu fáir politikarar at siga
nakað uttan so, at teir kundu vísa
til okkurt "skriftstað" hjá einum
advokati.
Ein avgerandi munur er kort-
ini: Bíblian er liðugt skrivað. Har
er einki at leggja afturat, og einki
at taka frá. Men tørvar tær hjálp í
politikki, kanst tú altíð bíleggja
eitt nýtt notat frá einum nýggjum
advokati. Tað varð gjørt fleiri
ferðir í hesum málinum. Og allir
partar fingu akkurát tað, sum teir
vildu hava!
Fólkið má skilja lógirnar
Hetta málið átti at lært okkum, at
advokatar eru menniskju sum tú
og eg. Teirra meiningar og
metingar fara í hvør sína ætt.
Teir kunnu duga væl - men teir
kunnu eisini duga út av lagi illa.
Og so eru nógvir teirra eisini til
sølu til tann, sum bjóðar mest.
Tí er tað skeivt, at advokatar
hava status sum politisk orakul.
Ein politikari hevur skyldu til at
seta seg væl inn í tingini, og
síðani taka støðu eftir bestu
sannføring. Sjálvsagt kunnu
advokatar geva ráð - men politik-
arin skal ikki keypa sær argu-
ment frá advokatum. Hann skal
sjálvur duga at grundgeva fyri
síni avgerð. Hann skal skilja hvat
tað er, hann ger. Og tað vóru tað
bert fáir politikarar, sum gjørdu í
hesum føri.
Og tað er ikki fyri teirra egnu
skyld, at politikararnir skulu gera
greiðar lógir og viðtøkur. Lóg-
irnar verða jú gjørdar fyri vanlig
fólk. Tí hava politikararnir
skyldu til at syrgja fyri, at tað,
teir samtykkja, er greitt. Ein og
hvør við vanligum begávilsi,
sum lesur lógirnar, skal kunna
skilja, hvat tær merkja.
Tá bæði politikarar og advo-
katar og vanlig fólk eru ósamd
um hvat tað er, ið løgtingi hevur
samtykt, so er talan um út av lagi
vánaligt politiskt arbeiði. Og tí
var tað undir allan kritikk, at
málið um hesar góðu heimildir
fór gjøgnum tingið við so mini-
malari viðgerð, sum tað fekk.
Eitt rópa tey "majorisering".
Tað er, tá ein meiriluti trýstir
nakað ígjøgnum, uttan at minni-
lutin fær møguleika at viðgera
tað til lítar. Tað var tað, sum
hendi í hesum føri. Og úrslitið er
tann stóri ivi, sum nú valdar.
Eingin skilir hvat hendir á løg-
tingi, tí har eru gjørdar tvær
samtyktir, sum peika í hvør sína
ætt.
Hesin forvirringur var sjálv-
sagt orsøkin til, at Jóannes
Eidesgaard hevur víst til tveir
advokatar sum siga, at alt í lagi.
Tað er sum um hann heldur, at
orðið hjá einum advokati er ein
blástempling í sjálvum sær. Men
tað er nakað vrøvl. Og fyri alt
tað hava aðrir advokatar sagt júst
tað mótsatta.
Tað er Palleba sum rindar fyri
okkara lógarsmíð. Tað, hann hev-
ur fingið fyri pengarnar í hesum
føri, er til lítlan sóma fyri lands-
stýrið og meirilutan á løgtingi.
ar av heksadoktarum
TINGHELLUKLUMMAN
Thomas Arabo
Idiotaborðini.
Tá íð eg gekk í 1. flokki í
barnaskúlanum, vóru vit 32
børn í klassaverilsinum. Tey
flestu borðini, sum vit sótu við,
vóru í røðum, sum vit síggja tað
í dagsins fólkaskúlum. Yviri í
einum horni stóðu so nøkur
borð fyri seg sjálvan. Hesi
borðini vóru rópt idiotaborðini.
Tey sum fingu tann ivasama
heiður at fáa sess við hesi
borð,vóru ikki serliga mót-
takilig fyri frálæru ella ráð-
geving frá tí autoriteti, íð hevði
givið teimum sessin.
Pædagogiska støðan
broytt
Síðan er tíbetur nógv broytt, so
í dag verða fólk útbúgvin í at
læra frá sær. Mentamálaráðið
hjá okkum krevur í dag at øll,
íð undirvísa á hægri skúlum,
afturat einari serútbúgving
skulu hava eina slíka eykaút-
búgving (pædagogikum). Hettar
betrar førleikan at skilja onnur
menniskjur, flyta vitan og
ráðgeva øðrum.
Óheppin málburður
Kom at hugsa um hesi tingini
nú eg sá okkara vælútbúna og
gløgga formann í búskaparráð-
num úttala seg til Dag og Viku.
Hann hevur neyvan tikið pæda-
gogikum ella nakað, ið líkist tí.
Hann er formaður fyri Bú-
skaparráðnum, ið skal ráðgeva
politikarum. Hesir kunnu so
brúka ráðini ella lata vera - tað
er teirra val. Fyrsta fyritreytin
er tó, at teir lurta eftir ráðgev-
ingini. Við at nýta "idiota-
borðspædagogikkin" blokerar
man fyri øllum frekvensum, og
ráðgevingin verður ikki hoyrd.
Politiska uppgávan
Okkara politikarar hava ikki
nakra einfalda upgávu. Teirra
høvuðsmálsetningur er at skapa
góð livilíkindir fyri tað tal av
fólki, íð vil búgva her á oyggj-
unum í størri og smærri bygd-
um og býum, við so víðum
vinnurættindum og møguleikum
sum gjørligt. Hesin málsetning-
ur verður ikki rokkin bara við
økonomiskum lógum. Tingini
eru nógv meira kompleks enn
so. So okkara økonomar mugu
finna seg í at virða tann polit-
iska suverenitetin, har ikki altíð
verður lurtað eftir teimun, men
onnur viðurskifti verða avger-
andi.
Ráðgevarastøðan
Hesa sannroynd má Búskapar-
ráðið eisini liva við. Politikarin
er suverenur og kann velja og
vraka millum tey ráð, hann fær.
Hann er eisini menniskja og
dámar neyvan at taka ímóti
ráðum frá fólki, sum alment
ákærir hann fyri at fáast við
kraddaravirksemi.
Mangur hevur sannað vís-
dómsorðini " Den tænkte tanke
kan altid siges, det sagde ord
kan aldrig ties ".
Vánaligt ráðgevarahegni?
– Tað var sum at sita í kirkjuni at hoyra
politikararnar, hvør í sínum lagi, royna at
útleggja tekstin hjá hesum ymisku advokatunum.
Tí eins og prestarnir mugu royna at byggja alt
tað, teir siga, á Skriftina, so tordu fáir politikarar
at siga nakað uttan so, at teir kundu vísa til
okkurt ”skriftstað” hjá einum advokati, sigur
Sjúrður Skaale um viðgerðina av
yvirtøkulógini í løgtinginum
Mynd: Jens Kristian Vang