leygardagur 21. mai 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 67 - 9. apríl 2005
Syndarliga málið um
uttanríkispolitisku
heimildirnar hevur
enn einaferð víst, at
advokatar eru vorðnir
eitt slag av heksadokt-
arum í føroyskum
politikki
TINGHELLUANALYSAN
Sjúrður Skaale
Eg søkti í síni tíð um alment
innlit í málið, sum endaði við, at
Jørgen Niclasen fór frá sum
landsstýrismaður. Har var m.a
eitt bræv, sum táverandi løg-
maður Anfinn Kallsberg hevði
skrivað Jørgeni. Í brævinum
kravdi Kallsberg, at ávís viður-
skifti í Fiskimálaráðnum vórðu
fingin upp á pláss.
Hetta brævið frá Anfinni til
Jørgen var ikki nýtt fyri mær -
tað fekk nógva umrøðu tá tað var
sent, tí hetta var einasta stig,
løgmaður ætlaði at taka í
málinum.
Tað, sum undraði meg, var eitt
annað skjal. Tað var ein trivalig
rokning frá einum privatum
advokatvirki í høvuðsstaðnum.
Og Løgmansskrivstovan skuldi
m.a. rinda advokatvirkinum fyri
at hava skrivað brævið, sum
løgmaður hevði sent Jørgeni
Niclasen!
Við øðrum orðum: Fyrst hevði
ein kanningarstjóri - altso ein
advokatur - skrivað eina frá-
greiðing, sum segði, at Jørgen
Niclasen var farin útum sínar
heimildir. Hesa frágreiðing mátti
Palleba rinda rættiliga nógv fyri.
Síðani fór Anfinn Kallsberg til
eina privata advokatskrivstovu,
har hann keypti sær eina meting
av frágreiðingini. Fyri pengarnar
hjá Palleba. Og so keypti hann
sær eisini, frá hesi somu skriv-
stovu, eitt bræv, sum hann skuldi
senda Jørgeni Niclasen. Og eisini
tað brævið mátti Palleba rinda
fyri.
Nú fær okkara løgmaður
sjálvur rímiliga góða løn frá
Palleba. Og hann hevur afturat
sær nógv fólk, hvørs flotta lønar-
konto eisini verður fylt av peng-
um frá Palleba. Haramframt
hevði Anfinn nógvar politiskar
partamenn, sum eisini stóðu á
lønarlistanum hjá Palleba. - Men
kortini fór hann í býin at keypa
sær politisk argument í málinum
- fyri enn fleiri pengar hjá sama
Palleba!
Hví tað? Fingu Anfinn og
hansara hjálparfólk ikki løn fyri
sjálv at meta um eitt mál sum
Jørgen-málið? Fingu tey ikki løn
fyri at skriva brøvini hjá
Anfinni?
Ein advokatur má til
Tað var greitt frá byrjan, at
Anfinn ikki - eins og meirilutin í
løgtingi - helt, at málið skuldi
hava nakrar stórvegis avleiðingar
fyri Jørgen. Tað var avgjørt ein
rímilig støða at hava. Men hví
kundi hann ikki grundgeva fyri
henni sjálvur? Hví skuldi hann
brúka almennar pengar til at
keypa sær grundgevingar frá
einum privatum advokati?
Orsøkin er einføld: Tá ein
advokatur sigur okkurt, so hevur
tað í Føroyum nógv størri
týdning, enn um onkur annar -
t.d. Føroya løgmaður - sigur tað.
Advokatar hava í føroyskum
politikki nærum fingið einarætt
uppá sannleikan. Ja, teir kunnu
næstan samanberast við orakul
og heksadoktarar.
Í umrødda máli vísti meirilutin
á løgtingi til ein advokat, sum
segði, at Jørgen var farin útum
heimildirnar. Og Anfinn kundi
ikki siga tað øvuta, uttan eisini at
vísa til ein advokat. Ein maður,
sum ikki kann byggja síni
sjónarmið á eitt notat frá einum
advokati, verður ikki tikin fyri
fult. Vanligt vit og skil kann als
ikki nýtast. Ein advokatur má til,
tí advokatar kenna sannleikan!
Fluttir hegnpelar
Seinasta dømi um hetta, var við-
gerðin av lógini um uttanríkis-
politiskar heimildir.
Henda lóg er ikki, soleiðis
sum løgmaður hevur ført fram,
eitt úrslit av samráðingum
millum Føroyar og Danmark.
Upphavið til lógina er 100%
danskt. Orsøkin til at hon er
skrivað er, at føroysku sjálv-
stýrisflokkarnir nú hava vunnið
trý løgtingsval á rað, og føroy-
ingar eru farnir at tosa um "tá"
og ikki "um" vit ein dag gerast
eitt sjálvstøðugt land. Danska
stjórnin hevur í hesi støðu valt ta
klassisku loysnina: Gev teimum
eitt sindur longri snór - tí so
linkar kravið um fullveldi.
"Divide et empere" søgdu
rómverjar. Být sundur og valda.
Við hesi loysnini kunnu
føroyingar í ávísum førum fáa
loyvi til at umboða Danmark í
millumtjóða viðurskiftum.
Hendan heimild skal útinnast
undir sera strongum donskum
eftirliti, hon kann bara nýtast á
ávísum avmarkaðum økjum, og
hon kann bara nýtast um tað ikki
á nakran hátt gongur ímóti
donskum áhugamálum. Tað er
heilt natúrligt, tí tað er jú
Danmark, ið føroyingar nú
sleppa at umboða í ávísum
málum.
Hvat ein heldur um hetta,
veldst um, hvørja politiska støðu
ein hevur. Víst kann ein síggja
tað sum eitt framstig. Men í mun
til teir møguleikar, sum føroyskt
fullveldi hevði givið, er tað
ógvuliga avmarkað.
Kortini er lítil ivi um, at
taktikkurin hjá stjórnini fer at
eydnast. Hegnpelarnir eru fluttir
longur niðan, og tað fer at gera,
at kravið um at sleppa heilt niðan
á fjallið fer at linkað. Í staðin
fyri føroyskan rætt hava vit nú
fingið eina danska heimild, sum
mong fara at sláa seg til tols við.
"Nú eru tenninar trektar úr
fullveldisvonginum", eru trium-
ferandi sambandssinnaðir
politikarar longu farnir at siga.
Og tað er ikki heilt skeivt.
Sum treyt fyri at flyta hegn-
pelarnar hevur danska stjórnin so
kravt, at føroyingar skulu at-
kvøða fyri einum tilmæli til
danska ríkislóg við nøkrum við-
merkingum, sum eru so kolonial-
istiskar, at ið hvussu er Fólka-
flokkurin má sigast hava eyð-
mýkt seg sjálvan við at atkvøða
fyri teimum. At ein føroysk lóg
við øðrvísi viðmerkingum eisini
er farin gjøgnum tingið, ger
kanska eyðmýkingina eitt sindur
minni. Men tað skapar hinvegin
so nógvan forvirring, at fáur nú
veit hvat, ið vendir upp, og hvat,
ið vendir niður.
Advokatarnir trína inn
Og tá er tað so, at málið verður
lagt fyri advokatarnar at greina!
Undir viðgerðini av málinum
settu bara nakrir heilt fáir av
okkara fólkavaldu seg førar fyri
at seta fram egna meting av
hesum fløkta máli. Nei, til tess
kravdust notat frá advokatum! So
politikararnir gingu og veipaðu
við notatum og býttu notat út, og
lósu burtur úr notatum tá teir
talaðu.
Fyrst var tað ein advokatur á
løgtingsskrivstovuni sum segði,
at varð danska lógin samtykt, var
tann føroyska meiningsleys.
Hendan advokat helt andstøðan
seg til.
Síðani var tað ein kendur
advokatur við privatari praksis,
sum kallaði lógina eitt framstig
og segði, at donsku viðmerking-
arnar bara staðfestu veruleikan.
Hendan advokat helt samgongan
seg til.
Síðani var tað leiðarin á einum
svenskum universiteti ið fæst við
fólkarætt, sum segði, at her var
stórur vandi á ferð. Hann vísti
andstøðan sjálvsagt eisini til.
Og so, meðan sjálv viðgerðin
av málinum var í tinginum (sic!),
kom løgmaður við enn einum
notati frá eini advokati á Løg-
mansskrivstovuni, sum segði, at
her var alt í lagi.
Eins og Kallsberg bílegði eitt
Føroyar verða stýrda