leygardagur 21. mai 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 21. mai 2005
39
Um síðir vil áleikandi
tøknifrøðin fáa ristandi
kroppar at hvíla og rændar
heilar at hugsa aftur og,
tessvegna, broyta
mannalív til menniskju...
til persónar aftur
TINGHELLUKRONIKK
Agga Niclasen
attitude@niclasen.fsnet.co.uk
Fyri á leið einum ári síðani bórust
tíðindi frá Suðurkorea, ið áttu
verið fagnað av øllum skynsemis-
ligum verum sum eitt stikkorð
fyri at kulka sjampanju í seg og
klemma børn.
Byrjanin til lekjandi klóning
hevur nevniliga allar fyritreytir
fyri at verða eitt líka so stórt
menniskjaligt bragd sum vevn-
aðarflutningur, sjálvt penisillin.
Endiliga kundu Parkinson- og
Alzheimer-offur og tey, ið hava
fingið sukursjúku, føla eina
vónboðandi strálu kína kjálkan.
Slóðbrótandi mannagongdin
evnað til av koreanskum vísinda-
monnum er ikki ring at skilja:
teir hava klónað kyknurnar hjá
30 sjúklingum og skapt ein full-
komnan ílegumaka av tí upp-
runaliga. Teir hava ikki gjørt
hetta so at framleiða eitt herlið
av Hitler-útgávum—opinbárilska
sjónin orðið "klóning" enn tykist
at birta millum fólk.
Nei; teir hava gjørt hetta so at
kyknurnar kunna umskapast til
nýísetingar-vevnað at viðgera
ella lekja sjúkurnar hjá sjúkling-
unum uttan at verða havnaðar av
teirra verjuskipan. Um síðir vil
áleikandi tøknifrøðin fáa ristandi
kroppar at hvíla og rændar heilar
at hugsa aftur og, tessvegna,
broyta mannalív til menniskju...
til persónar aftur.
Kortini hava milliónir av
menniskjum ikki hátíðarhildið.
Hetta, antin tí at okkara fjølmiðl-
ar ikki hava verið nóg raskir at
útvegað teimum henda kollvelt-
andi tíðindastubba, ella tí at tey
kenna andstygd.
Sum sagt, so hava, í mun til
meg og míni, milliónir av fólki
sýtt fyri at drekka skál vegna
koreanarunum og teirra stór-
verki, til gagns fyri mannaættina.
Ikki bara tað, órógvandi nógv
fólk hava biðið ilt fyri og for-
dømt koreansku vísindamenn-
irnar verandi "óndir".
Men ein og hvør sum ímyndar
sær, at átrúnaðarlig lygn og
samanpentan og tess andstygd
fyri vísund og framburði er
avmarkað til islamofasistar,
Taliban og Co., fer grøtiligani
skeivur. Evangelistar og løgnar
sektir tvørturígjøgnum Amerika
skírdu medisinska framstigið
"satanisma", "avskræmiligt" og,
mest forvitnisligt, "arbeiði framt
av barnamordarum".
Vatikanið kravdi eitt fullfíggj-
að forboð móti arbeiðnum hjá
koreansku læknunum og kallaði
lekjandi klóning "eyðræning av
menniskjum, leitað upp av ávís-
um vísindaligum og ídnaðar-
ligum ringum, skundað undir av
duldum búskaparligum ávum".
Hvat Jóhannes Paula II páva
viðvíkur átti hansara útsagnir um
lekifrøðiliga klóning sjálvandi
ikki komið óvart á okkum. Væl
stríddist hann ímóti kommunism-
uni, men hetta er hóast alt tann
sami maðurin, sum ber høvuðs-
ábyrgdina fyri hundraðtals
milliónum eyðkvæmis-offrum
sum eitt, at kalla beinleiðis úrslit
av hansara vitleysu úttalilsum
um hvussu hítir ikki rigga.
Tískil, um onkur ivast í hvar
hin "heilagi" faðirin er, sum tú
lesur hetta, íðan, so er eingin
grund til at leita víðari. Hann
stendur fyri Gudi og fær eina so
ógvusliga skola, vanliga ótta-
leysir menn sum Roy Keane og
Høgni Hoydal høvdu rist í brók-
unum av. Ein skola so óyvirlít-
andi, "alfaðirin"—sjálvt í sínum
mest ótamdu dagdreymum—ikki
hevði kunnað ímyndað sær.
Orsøkin til polariseraðu reak-
sjónirnar—bjartskygni ímóti
vónloysi, frøi ímóti øði — er
annars, at kjakið um manna-
klóning gleivar tvørtur um
ógvusliga villustriku í okkara
mentan. Á einari síðuni hevur tú
tann evangeliska ella kristni-
fasistiska etikkin; øðrumegin eru
hasi, ið royna at flyta seg út um
henda.
Og flyta okkum muga vit, tí
verulig kristnitrúgv má vera at
viðgera og lekja sjúkur, har hetta
er gjørligt, men einans um tú
greidliga kanst vísa á økt lívs-
virði fyri viðkomandi. Millum
annað av hesum slapp handa
púra hjálparleysa kvinnan í
Amerika at doyggja. Hon var
endað sum eitt mannalív við
ongum møguleika fyri bøtandi
viðgerð; og var tað eisini ein
maskina, ið syrgdi fyri at hon
yvirhøvur kundi taka pláss á
sjúkrastovuni. Men, vildi onkur
sagt, stendur hetta ikki í andsøgn
til tína andstøðu at IVF-politikk-
inum? Nei, tað ger tað ikki. At
fáa børn er ikki ein rættur, men
ein møguleiki. "Barnleysheit" er
ikki ein sjúka, men ein støða.
Eins og alkoholisma, narkomani
og ludomani heldur ikki er ein
sjúka, men ein tvingsilsgerð.
So tá ið vit tosa um at, um
medisinska viðgerð, økja um
lívsvirðið hjá mannaverum skula
vit rokna uppí hasi, ið av sjúku
ella løsti onki vit hava og eru
púra hjálparleys. Tað eigur at
vera eins "natúrligt" at hjálpa
ikki-persónum sosum verum
langt úti í Alzheimer og ógvus-
liga brekaðum børnum, mannalív
á jøvnum føti við apur, sum hjá
krabbasjúkum við onkrari vón
um betran at leita sær medi-
sinska viðgerð.
Samanumtikið nærkast vit
einum etiskum landskjálvta; eini
kollvelting, tá ið tað kemur til
hvat vit meta vera rætt og skeivt.
Fyrst av øllum skula vit koma
láturverda "eindar-samfelagnum"
til lívs og læra okkum ikki altíð
at ‘negativisera’ orðið "makt",
samtíðis sum vit vaksa um
ábyrganina til hana.
Ja, ein kollvelting at meta við
tí kopernikansku frá 16. øld,
sambært heimspekinginum Peter
Singer. Avdúkingin hjá polakk-
inum Kopernikus—at verðin
melur í klingur um sólina—var
startskotið til upplýsingartíðina,
til materialismuna, og førdi við
sær eina fullfíggjaða umskapan
soleiðis sum mannaættin sá seg
sjálva.
Singer, sum sjálvur er blivin
kallaður barnamordari, er sann-
førdur um at tann nýligi medi-
sinski sannleikin, elvdur til av
klóning og endurgerð, fer at hava
við sær líknandi ávirkanir á
etiska húsabygnaðin, vit nú í alt
ov langa tíð hava búð í.
Tann pøsti bygningurin, hann
hjá víðgongdum kristnum, hevur
verið umvældur og plástraður alt
ov oftani. Tíðin er komin har vit
við sleggju fara eftir sjálvari
konstruktiónini í avoldaða
bygninginum og laða upp av
nýggjum; ja, konstruera ein
spildurnýggjan etikk-bygnað.
Kristni-fasistar frá júst sálaða
pávanum til andliga endurføddir
føroyingar byrja frá so gamals-
ligum og so skaðiligum fortreyt-
um, at tað nú er blivið ógjørligt
at finna eina toluliga semju
millum hesi og tey úti á vís-inda-
ligu eggini.
Har er ein undirstøðilig ósemja
um tann allarmest grundleggj-
andi spurningin: nær verður
mannalív menniskja? Andligir
svaklingar hata lekifrøðiliga
klóning tí hon fevnir um at skapa
eitt fostur fyri síðani at vraka
tað. Hjá teimum er hetta morð.
Tey halda, at í somu løtu sum
sáðið og eggið hittast, ‘voila’,
hevur tú eitt menniskja við eini
Guds-veittari sál... longu har.
Eitt dagagamalt fostur, siga
tey, er líka so nógv ein persónur
sum Leif Láadal, hóast tað rúmar
knappar 100 at kalla ósjónligar
kyknur. Og teirra hugsing heldur
á: at brenna eitt fostur aftaná at
hava gjørt royndir við tí er líka
andstyggiligt sum at plasera
spreingievni undir Unn í Dali
aftaná enn eitt umfar av
sha’manistiskum nonsense.
Tey, sum minnast ákallanina
hjá Monty Python, "Every sperm
is sacred", og flentu, kunna ikki
annað enn taka undir við hvussu
fjákut hevdanin, um hvussu tú
kanst javnseta eitt elalítið ílegu-
tyssi við ein persón, eginliga er.
Peter Singer vísir á hvussu
vísindaligar kanningar bróta
niður hevdanirnar hjá andligum
svaklingum og endar rættliga við
at skráseta tær sum "yvirnatúr-
liga fantasi". Hinvegin er
sovorðið sum heilavirkni, tilvitan
og í hvønn mun tú følir pínu og
kann perspektivera, ein trúlig
tilskilan um hvat ein persónur er.
Við hesum vísindaligu grein-
ingum kanst tú so gera av enda-
liga markið fyri, ikki bara nær tú
reint etiskt kanst gera manna-
klóningar-royndir, men eisini
nær rætturin at taka lív verður
afturumlagdur av rættinum at
sleppa at liva. Hetta, tí vit
nettupp nú eru vitandi um hvat
ein persónur er fyri nakað.
Um tú ynskir at gera av hvørja
meining at hava hesum viðvíkj-
andi, so stilla tær sjálvum tveir
einfaldar spurningar. Skal tín
moralski leiðvísari fyri 21. øld
vera ein avlagað útgáva av
túsundáralæranu hjá oyðimarka-
nomadum, presenterað av
"Halleluja, eG eLsKi JeSuS..."-
fólki og einum manni við einum
giga-hatti og tilvitaður drepari av
milliónatals minni-vitandi
katolikkum í Afrika, og sum øll
halda seg hava beinleiðis sam-
band við Gud?
Ella eru vitsjálvi, sum í dag
liva, Guds egna framleiðsla, betri
før fyri at føra fram moralitetin í
avgerandi málum sum viðgerð-
arklóning, og nær tú kanst brúka
og drepa eina mannaveru?
Halleluja-fólkini og "andlig-
gjørd" forfólk innan kristin-dóm-
in, jødadómin og islam reka eitt
virkið og boysið átak at støðga
einum munagóðum, medisinsk-
um frambroti. Hesi fólkini muga
fáa mótstøðu. Eina so bersøgna,
tú kanst hugsa tær til. Tey kunna
trúgva hvat teimum enn lystir
heima hjá sær sjálvum, eisini á
álvar og at álvafljóð búgva úti í
urtagarðinum, undir rabarbunum;
og tey kunna nokta at nýta við-
gerðina um tey sjálvi gerast sjúk.
Men tey hava als ongan rætt at
aftra vísindaliga menning við
eini sertrúar-tulking sum sann-
førslu.
Har er eingin heimspekilig ella
aðramáta gudfrøðilig grund til at
vera ímóti mannaklóning, men
har eru miklar praktiskar grundir
til hví tað hevði verið ósiðalæti
at roynt hana við avmarkaðu
nútíðar-tøknifrøðini.
Hjá sertrúgvandi og "frelstum"
og teirra "andliggjørdu" bossum
at tosa um lekjandi klóning og
klónað pinkubørn alt í senn, er
óæriligt og svikafult. Tað er rætt
og slætt skeivt at rógva fram
undir at hesi ábyrgdarmiklu og
navnframu vísindafólk fummis-
liga eru farin undir eitt sinnis-
sjúkt og ólógligt mannaklón-
ingar-átak. Vísindafólkini í
demokratiska partinum av Korea
fáast við upprunakyknum á stødd
við ein pikka, pikka, pikka,
pikka, pikka, pikka-lítlan silvur-
fisk—ikki nervaskríggjandi
sjúkrarøktar-nýføðingar á 5 kilo.
Hesir læknar eru farnir í holt
við tí ærumiklastu manna-
tráanina: at lekja tey sjúku. Tíðin
er sostatt komin til at gera av, um
vit eru á teirra síðu... ella henni
hjá teim avoldaðu og avlagaðu
evangelistunum, ið royna at
koma tvørt fyri hjá læknunum.
Avoldaður etikkur fer ongantíð
at hjálpa okkum at skilja fylgjurnar
av mannaklóning