leygardagur 21. mai 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 94 - 21. mai 2005
Hvat er í grundini galið við, at
ítróttarfólk dopa seg? Og hví
skal tað vera ólógligt at selja eitt
atgongumerki víðari við vinn-
ingi? Ella hví ikki bara lata rock-
arar drepa hvønnannan, um tað
er tað, teir vilja?
Í eini røð av gløggum
og tankavekjandi styttri
greinum í Weekend-
avísini hevur
Christopher Arzrouni vart sjálvt
ringastu brotsmenn og
provokerað stórt sæð allar
frelstar sannføringar um
umstrídd evni. Sera undir-
haldandi greinarnar hjá Arzrouni
eru nú savnaðar í bókini Helt
uforsvarligt!, sum Gyldendal gav
út mikudagin.
Viðmæli:
Søgan hjá Saynab
Turið Kjølbro
Eva Norderhaug,Saynab min historie,
Aschehoug,2004
Saynab min historie er heitið á
bók, ið unga somaliska kvinnan
Saynab hevur skrivað saman við
kendu norsku tíðindakvinnuni
Evu Norderhaug. Og Saynab
hevur sanniliga eina søgu at for-
telja. Sum tólv ára gomul kemur
hon til Noregs sum flóttarfólk úr
krígsherjaða Somalia saman við
lítlabeiggjanum Abdi at vera
saman við pápanum. Mamman
er eftir í Somalia. Tíðin í Noregi
er byrjanin til eitt hart lív, eitt lív
við heimlongsli, einsemi, van-
sorgan, diskriminering, happing
og ógvusligum harðskapi, og
seinni eitt lív sum oddafiskur í
ungdómsbandum. Alt rundan um
hana er harðskapur, og einasti
mátin at svara aftur er við harð-
skapi. Men ístaðin fyri at loysa
trupulleikar, elvir harðskapurin
til fleiri trupulleikar. Tíbetur
dugir Saynab at síggja tað,
áðrenn ov seint er.
Sum hon veksur upp, ger hon
upp við egnu mentan og ment-
anina í landinum, hagar hon er
flutt. Hon roynir at finna seg
sjálva í meldrinum og fer undir
eitt stríð móti kynsmeislan, sum
hon rópar umskering av gentu-
børnum.
Seks ár eftir at Saynab og Abdi
komu til Noregs, vitja tey heim-
landið og mammuna aftur, men
bert fyri eina stund, tí Saynab
veit, at tað er í Noregi, hon kann
gera mest gagn.
Saynab er í dag 26 ára gomul
og starvast sum ráðgevi í tilflyt-
aramálum í norsku ríkisumsit-
ingini.
Saynab min historie er ein
hugvekjandi bók, sum er skrivað
á livandi, løttum og til tíðir talu-
málskendum máli. Og hon er av-
gjørt verd at lesa, ikki minst hjá
ungfólki!
Kult-høvundurin:
Douglas Coupland
Fyri Douglas Coupland dyrkarar
varð bókin Generation X, sum
kom út í 1991, bara byrjanin til
eina røð av bókum eftir høvund-
an, sum skjótt fingu kult støðu
millum tey ungu. Við seinni
bókum sum Girlfriend in a
Coma, Shampoo Planet og
Microserfs staðfesti Coupland
sína støðu sum kult høvundur og
sum ímyndin av tíðandanum í
1990 unum. Men hóast tey ungu
kendu seg sjálvi aftur í sýruta
umhvørvinum og skrivingarlag-
num hjá Coupland, avdúkaði
hann teirra ironiserandi líkasælu,
meir enn hann nakrantíð endur-
speglaði hana. Og sum frá leið
nærkaðust hansara bøkur eisini
so so mikið jørðini, at kult støð-
an tykist vera farin frá teimum.
Nýggjasta bókin hjá Coupland,
Eleanor Rigby, sum kom út á
donskum herfyri, snýr seg ikki
óvæntað um einsemi. Høvuðs-
persónurin, tann 36 ára gamla,
ovurtjúkka Liz Dunn, kennir seg
líka einsamalla og onkisigandi,
sum ein McDonald’s serviettur.
Inntil ættleiddi, álvarsliga sjúki
sonur hennara knappliga ger vart
við seg og flytir inn til hana. Frá
einum degi til annan fær
meiningsleysa lívið hjá Liz, um
ikki eina meining, so eina nýggja
avbjóðing, sum fær hana at
rakna við og minnast, hvør hon
kanska einaferð var.
Fyri stuttum legði Coupland
seinastu hond á sítt fyrsta
filmshandrit. Innihaldsliga
leggur søgan seg tætt at kendum
Coupland temaum, tá tað knapp-
liga gongur upp fyri unga høv-
uðspersóninum, at alt hansara lív
fer við at skriva um lottovinnarar
í blaðnum hjá somu lottofyri-
tøku. Ætlandi byrja filmsupp-
tøkurnar einaferð í summar.
ave
John Johannesen,
løgtingslimur
Hvørja bók lesur tú í løtuni?
Fyri tíðina hevur ógvuliga nógv
verið at gjørt í tingarbeiðinum,
so eg havi fyri tað mesta lisið
løgtingsmál og tilfar, ið hartil
hoyrir. Men tað hevur ikki verið
keðiligt kortini. Allar hesar ym-
isku meiningarnar um yvirtøku-
lógina hava verið fínur skald-
skapur – he he.
Annars las eg Da Vinci
Mysteriet eftir Dan Brown fyri
stutt síðani. Ein bók, sum hevur
megnað at gerast bannað í ym-
iskum høpum. Mær dámar skald-
søguna væl. Haldi, at høvundurin
dugir serstakliga væl at tvinna
filosofi, átrúnað og krimi saman
til eina fangandi søgu, sum tú
ikki kanst leggja frá tær, fyrr enn
tú ert liðugur at lesa.
Havi beint í løtuni Boghandl-
eren fra Kabul eftir norsku tíð-
indakvinnuni Åsne Seierstad
liggjandi á náttborðinum. Men
havi ikki havt stundir at byrja
uppá hana enn.
Halgubók lesi eg eisini reglu-
liga – og tað dámar mær væl.
Nevn eina bók, tú minnist
serliga væl?
Veit ikki ordiliga. Men kanska
tað var, tá eg sum tannáringur las
Animal Farm hjá George Orwell.
Stóra bindið við yrkingum eftir
Janus Djurhuus er eisini nakað,
sum eg taki fram við jøvnum
millumbilum. Tað havi eg gjørt,
síðani eg las Janus Djurhuus
fyrstu ferð.
Hvør var fyrsta bókin tú las?
He he. Man tað ikki hava verið
ein Jumbobók hjá Disney, um
hetta kann fatast sum bøkur. Eg
las í øllum førum nógvar av teim-
um, sum smádrongur. Minn-ist
eisini, at Disney hevði eina
bókarøð við ymiskum ævintýrum,
m.a. eftir H. C. Andersen. Hesi
minnist eg, at pápi las fyri mær.
Hvørja bók vildi tú ynskt tú
hevði lisið?
Tað eru so nógvar, at eg kann
ikki seta orð á eina beint nú.
Men her á hillini beint framman
fyri mær stendur Aschenhougs
Store Bog Om At Holde Tale.
Kanska skuldi eg lisið hana
nakað skjótt. Nei, tvætl. Kundi
hugsað mær at komið ígjøgnum
eitt sindur meira av tilfarinum
hjá Shakespeare og so kanska
okkurt hjá Dostojevski eisini.
Haldi sjálvur, at eg havi lisið ov
fá av heimsins stórverkum.
Hondina á hjarta – lesur tú
altíð eina bók lidna?
Nei, eg lesi ikki altíð eina bók
lidna. Serliga ikki, tá talan er um
fakbøkur av ymsum slag. Tá
velji eg mær gjøgnum innihalds-
yvirlitið tey brotini, sum eg haldi
vera viðkomandi. Annars kemur
tú aldri ígjøgnum alt tað, ið tú
ætlar.
ave
Eg og bøkurnar
Allar tær ymisku meiningarnar um yvirtøkulógina hava verið fínur “skaldskapur”, heldur
John Johannesen
Føroya Landsbókasavn heitir á
fólk um at hjálpa at fullfíggja
søvnini við titlum, ið vanta.
Ein av uppgávunum hjá Føroya
Landsbókasavni er at savna allar
føroyskar bókmentir og allar út-
lendskar bókmentir um føroysk
viðurskifti umframt allar
bókmentir eftir
føroyskar
høvundar.
Ymiskt vantar
tó í søvnunum,
og tí heitir
Landsbókasavnið á tey, ið hava
møguleika at fullfíggja søvnini
við onkrum titli, um at seta seg í
samband við Landsbókasavnið.
À heimasíðini hjá Føroya
Landsbókasavni, www.flb.fo ,
ber til at síggja eitt yvirlit yvir
titlar, ið vanta í søvnunum –
sonevndir “desiderata”.
ave
Áheitan
Bókatíðindi:
Óforsvarligt!
Douglas Coupland,
Eleanor Rigby,2004
Umsett Svend
Ranild,Eleanor
Rigby,
Borgen,2005