Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

okkurt annað, enn tað sum er upp í tíðini. Teir fara at spæla sín glaða tónleik, sum eru Ever- greens og lættur klassiskur dansivinarligur tónleikur. Men hetta er heldur ikki endabresturin. Teir tíma enn væl at spæla, og teir halda enn, at hetta er stuttligt. Teir ætla heldur ikki at fara at spæla meira, enn teir longu gera, flest allir arbeiða, og tíðin er ikki til meira enn tað, sum nú er. Primus motor Tey fyrstu árini var Poul Engberg Poulsen primus motor. Bólkurin vandi heima hjá honum, og hann var tann stóra drívmegin. Hann plagdi sambært Thomas Michael Smith at skelda, tá hinir komu ov seint. Ein dagin segði hann: »Tá eg sigi, at tit skulu koma klokkan hálvgum níggju, so skal tað verða hálvgum níggju og ikki tíggju minuttir yvir hálvgum níggju! Men nú veit eg forrestin, hvussu orkestrið skal eita. Tað skal eita Ad Libitum, tí tit koma alíkavæl ikki fyrr enn, tá tit hava hug«. Poul Engberg Poulsen var somuleiðis høvuðsmaðurin aftan fyri kassettubandið, sum bólkurin spældi inn í kjallaranum hjá Milson Zachariassen. Thom- as Michael sigur, at tað var eitt ræðuligt baks, sum Milson fekk av bandinum. Serliga var tað eitt stykkið hjá Tchaikovski, sum var torført at spæla inn. Men at enda eydnaðist tað. Bandið gjørdist ongantíð ein nøkur landaplága, men fekk sum heild góða móttøku. Herman Jacobsen syngur Evert Taube Næsta útgávan hjá bólkinum er vorðin ein varði í føroyskari tónleikasøgu. Bólkurin varð biðin um at luttaka á eini útgávu hjá Hermann Jacobsen. Talan er um plátuna, »Hermann Jacobsen syngur Evert Taube týðingar og aðrar«. Á hesi útgávuni vóru klassikarar sum »Til Havnar vit fara«, »Gentan í Peru«, »Karl á Bakka«, »Frithjolf og Carmen- cita« og »Atlantsbylgjan«. Robert McBirnie syngur Evert Taube Bæði Poul Engberg og Hermann Jacobsen er farnir. Men høvi verður kortini at hoyra klassik- arar av plátuni. Robert McBirnie og Jógvan Dahl eru við, og Robert fer at syngja okkurt av løgunum hjá Evert Taube. Hugnakvøld og dansur Fríggjakvøldið verður høvi at hoyra tvær síður av Ad Libitum. Fyrst er hugnakvøld í Miðla- húsinum í Vágsbotni, hetta byrjar klokkan 21.00, og er umleið hálvan annan tíma. Síðan fer bólkurin niðan í REX, har almennur dansur er frá klokkan 23.00. Nr. 94 - 21. mai 2005 37