Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 94 - 21. mai 2005 TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Chrstian Poulsen (caracas), Niels Símun Johannesen (bass), Hans Christian Clementsen (gittar), Thomas Michael Smith (mando- lin), Finnbogi Johannesen (gittar) og Poul Engberg Poulsen (mandolin og klokkuspæl) stovnaðu bólkin í 1973. Spæligleðin er drívmegin Talan hevur sambært Thomas Michael Smith ongantíð verið um nakran slóðbrótandi bólk, løgini hava ongantíð verið sjálv- gjørd, og útsetingarnar hava heldur ikki verið nýskapandi. Men spæligleðin og hugurin hava verið drívmegin. Teir hava altíð hugnað sær saman. Teir hava spælt kring allar Føroyar onkuntíð á konsertum og onkun- tíð til dans, men oftast til hugna- kvøld. Tónleikurin fevnir m. a. um valsir og tango. Men eyð- kennnislagið hjá bólkinum er Menuett í G av Ludvig van Beethoven. Hetta stykkið hava teir spælt heilt síðan byrjanina, og teir gera tað enn. Ikki eitt kombakk Manningin er eitt sindur broytt hesi 22 árini, men hevur verið rættuliga støðug síðan mið- skeiðis í 80’unum. Thomas Michael Smith og Hans Christian Clementsen eru enn við, afturat teimum eru Svenn Brimheim (gittar), Heðin Thom- sen (mandolin, harmoniku) og Fróði Sandoy (bass). Fróði Sandoy spælir hetta kvøldið við bólkinum, men skiftist annars við Kolbein Simonsen um at røkja hetta plássið í bólkinum. Hetta er ikki eitt kombakk. Tí sjálvt um bólkurin seinnu árini ikki hevur verið so virkin, so venja teir umleið einaferð um mánaðan, og bólkurin er enn eitt hugnarligt frítíðarítriv. Teir hava næstan øll árini verið at hoyrt onkuntíð eitt nú á konsertum í útvarpinum, í Norðurlandahús- inum saman við Tórshavnar manskóri og umborð á Norðlýs- inum. Fingu eitt ur Thomas Michael fortelur, at hann og Heðin eitt árið spældu fyri russiskum politikarum umborð á Norðlýsinum, og russ- iski fiskivinnumálaráðharrin varð so glaður um tónleikin, at hann forerdi teimum eitt dýrt ur. Eitt sprell Seinasta árið hevur bólkurin spælt tvær ferðir, fyrst í Vági í fjør heyst, og síðan í januar á Tvøroyri. Bæði tiltøkini gingu væl. Thomas Michael Smith sigur við Sosialin, at konsertin og dansurin skulu skiljast sum eitt sprell. Ein roynd at vísa Valsur, tango og lættur klassiskur tónleikur í Vágsbotni og REX Ad Libitum spælir fríggjakvøldið 27. mai til konsert í Miðlahúsinum í Vágsbotni og seinni til dans í Rex Culture Club, og hóast navnið Ad Libitum sjáldan hevur verið á breddanum seinastu árini, er hetta hvørki eitt kombakk ella ein endabrestur. Ad Libitum livir og hevur tað gott