leygardagur 21. mai 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 21. mai 2005
35
Síðani hava vit havt aðrar
stuðlar, og sjálvt um teir ikki
hava verið so leingi, sum tann
fyrsti var hjá okkum, so hava teir
eisini givið bæði Jonu og okkum
nógv. Mátarnir, teir hava loyst
sín setning, hava verið ymiskir.
Ongin sigur, at júst ein máti er
tann rætti. Vit saman við Jonu
hava havt møguleika at læra at
kenna nógvar aðrar familjur. Og
sum foreldur hava vit uppdagað
nýggjar møguleikar, og hvussu
nógv kann gerast saman við
Jonu. Nú eru vit ikki so fastløst í
tí, sum altíð hevur verið rætti
mátin at loysa uppgávur uppá.
Vit vóru glað fyri, at tað var
møguleiki hjá Jonu at sleppa í
barnagarð. Jona treivst væl
ímillum hini børnini, og nógv av
teimum heilsa framvegis uppá
Jonu. Tá ið Jona var í barnagarð-
inum, fingu hini børnini møgu-
leika at læra Jonu at kenna. Har-
við lærdu tey, at vit eru ikki øll
eins, men at vit øll eiga sjálvsagt
pláss her í samfelagnum. Hvør
veit, kanska var Jona tann, ið fer
at fáa onkran framtíðar politikara
at hugsa um tørvin hjá teimum
menningartarnaðu. Kanska
verður tað hetta ættarliðið, ið fer
at kenna tað sum sjálvsagdan
rætt, at tey menningartarnaðu
skulu eiga pláss og møguleikar í
samfelagnum.
Tíðin gekk skjótt, og Jona fór í
skúla. Tíverri eri eg noydd at
siga, at her varð eg rættiliga vón-
brotin. Skúlaskipanin var ikki
tann, sum eg hevði roknað við, at
hon fór at vera. Men tá ið eg var
komin yvir vónbrotið, valdi eg at
royna aðrar leiðir. Eg greiddi
leiðsluni frá, at eg ikki var nøgd,
og at um Jona skuldi fáa nakað
burturúr, so vóru tey í skúlanum
noydd at lurta eftir mær og
harvið saman við mær at finna
betri møguleikar enn teir, sum
skúlin hevði at bjóða. Leiðslan
var við upp á tað, og vit fóru í
holtur við at finna útav, hvussu
hetta best kundi lata seg gera.
Jona hevur ongantíð havt fleiri
enn tveir lærarar í senn. Tað
hevur borið við sær, at møguleiki
hevur verið fyri at arbeiða meiri
miðvíst. Tímatalvan hjá Jonu
hevur verið lagað eftir, hvat hon
hevur orkað. Tað hava vit verið
takksom fyri, tí hon er ofta sjúk
og illa fyri.
Eg eri kanska í størri mun enn
onnur foreldur sloppin at vera
við í ráðleggingini av skúla-
arbeiðnum hjá Jonu. Tað er
kanska ikki tað rættasta, tí hetta
er skúlans uppgáva, og eg sum
foreldur átti ikki at havt gjørt
hetta. Eg kundi sagt, at hetta var
uppgávan hjá skúlanum, og at
tey mugu um tað. Men tá ið vit
hava so ógreið skúlaviðuskifti
viðvíkjandi teimum menningar-
tarnaðu, so haldi eg, at hetta er
møguleiki hjá mær at upplýsa
um, hvat eg sum foreldur haldi,
at skúlin eigur at leggja dent á.
Eg havi tikið hetta sum ein
møguleika heldur enn eina
forðing.
Orsaka av sjúkunum er Jona
nógv skerd. Hon er illa fyri
fysiskt, hon orkar ikki væl at
ganga, og hon fer sær ikki bara
út ein túr. Um hon ætlar sær út,
so er neyðugt, at onkur er saman
við henni. Tað ber henni ikki
bara til at fara at vitja onkra
vinkonu, soleiðis sum aðara
ungar gentur gera tað. Tað er
eisini neyðugt at hjálpa henni
nógv í tí dagliga. Hetta ber við
sær, at tað eri eg, sum eri nógv
um hana, og tá ið ein er tann-
áringur, so er hetta ikki altíð so
stuttligt.
Á sama hátt sum eg, tá ið Jona
var lítil, trongdi til at fáa uml-
ætting, so er myndin í dag vend á
høvdið. Nú er tað Jona, ið trong-
ir til umlætting frá mammu síni.
Tá ið tú ert tannáringur, um tú so
ert menningartarnaður ella ikki,
so hevur tú tørv á at hava eitt
frístað frá foreldrunum. Jona
hevur sjálvandi kamar, har tað
ber henni til at lata hurðina aftur.
Men eg eri eisini takksom fyri, at
hon hevur møguleika at sleppa á
umlættingarheim, har hon
sleppur undan mammu síni, og
har tað ber henni til at hitta
onnur ung og at hugna sær
saman við teimum.
So umlættingin inniber tveir
møguleikar - umlætting til
foreldrini og umlætting frá
foreldrunum. Eg má siga, at
umlættingarheimið hjá okkum í
Klaksvík hevur bara verið so
ótrúligt. Tað er so hugaligt at
samstarva við tey, tí tað kennist á
øllum lutum, at tað er tørvurin
hjá Jonu, sum er í miðdeplinum.
Vit eru altíð trygg við at lata
Jonu fara í Dáan, tí vit vita, at
har er hon í tryggum hondum.
Eisini hevur Jona møguleika at
sleppa í frítíðarklubb, og tað
dámar henni sera væl, og har fer
hon saman við stuðlinum. Og í
ár royna vit henda møguleikan,
at tað ber Jonu til at sleppa í
Zarepta uttan mammu sína, og
saman við vinfólkunum.
Tað er skjótt at staðfesta, at
samfelagið er ikki nóg búgvið á
øllum økjum at taka ímóti
teimum menningartarnaðu. Men
her hava vit avvarðandi møgu-
leika at vísa á okkara støðu, og
at upplýsa um hana. Vit hava
møguleikan, men spurningurin
er, um vit gera nyttu burturúr
honum. Grenja vit, og eru vit
frustrerað um, at ongin skilir
okkum, onki ber til, skipanin er
so stirvin, og lívið er so órætt-
víst. Ella brúka vit møguleikan
at tosa, vera opin og greiða frá
hvat bagir, hvat vit meta tørvurin
hjá okkum er, og hvørjar visión-
irnar hjá okkum eru.
Anna Maria
Eg havi havt óteljandi møgu-
leikar, síðani eg fekk Jonu.
Frammanundan var eg farin í
skrivstovulæru á einum bók-
halds- & grannskoðarvirki. Eg
varð liðug at læra eitt hálvt ár
frammanundan, at Jona varð
fødd. Mær dámdi ótrúliga væl
arbeiðið, og eg hevði gjørt mær
onkrar tankar um at læra nakað
meiri innan hetta øki. Men fyrst
ætlaði eg at vera heima og at
njóta hetta barnið, sum eg gleddi
meg so nógv til.
So var tað, at lívið fór so at
siga av kós, tá ið vit høvdu
fingið Jonu. Eg fór aftur til
arbeiðis, fyrst fulla tíð, men tað
vísti seg at vera ov nógv, so eg
fór niður í hálva tíð. Hetta gekk
fínt, inntil Jona fór at verða sjúk.
Hon var ofta sjúk, og hon var
álvarsliga sjúk. Tá kundi tað
gerast eitt sindur keðiligt fyri
arbeiðsplássið, at tey ikki altíð
kundu rokna við mær. Hetta var
heldur ikki nøktandi fyri meg.
Mær dámdi ikki, at eg ikki var at
líta á.
Í samráði við stjóran varð
arbeiðsuppgávan hjá mær so
broytt. Eg skuldi nú fara út til
viðskiftafólkini og gera arbeiðið
á staðnum. Hetta bleiv so
definerað sum ein uppgáva, sum
skuldi gerast, og eg kundi sjálv
avgera, nær hon varð gjørd.
Hetta var nógv lættari, og tað
riggaði fyri allar partar. Mær
nýttist ikki longur at hava ringa
samvitsku yvir, at tað ikki bar
mær til at fara til arbeiðis hvønn
dag. Ein fantastiskur møguleiki.
Tá ið eg so vitjaði á fyritøkun-
um, fekk eg eisini aðrar arbeiðs-
uppgávur at loysa. Eg lærdi meg
sjálva betri at kenna. Hetta var
spennandi og avbjóðandi og til
nyttu í arbeiðnum.
Iscak Adizes, amerikanskur
professari og ráðgevi í virkis-
leiðslu, sigur, at menniskja hevur
fýra síður: P-A-E-I, Producent
(vitan og handlikraft)-
Adminstrator (ordan, skipan og
smálutir)-Entreprenør (ígongd-
setari, kreativitetur og viljin at
vága) - Integrator (indfølings-
evne, fatanin fyri menniskjalig-
um sambondum og evnir at fáa
onnur at samstarva). Hann sigur
hetta í sambandi við, at tað hjá
fullgóðari leiðslu er neyðugt at
hava allar hesar eginleikarnar í
sær. Ongin hevur allar eginleik-
arnar, men vit hava øll nakrar
eginleikar.
Hjá mær er stórt A viðføtt, og
P ið er rímuliga stórt. Eftir at vit
fingu Jonu er I ið hjá mær vorð-
ið nógv størri. Onki er at ivast í,
at Jona gav mær møguleikan at
menna hesa síðuna av mær sjálv-
ari. Kanska hevði hetta víst seg,
sum tíðin leið, men nú varð eg
spard fyri nógvar misfatanir, tí
tað var neyðugt at læra skjótt, og
eg havi verið tilvitað um, at tað
var alneyðugt at læra at sam-
starva um fleiri viðurskifti og
lutir enn áður. Eg kundi kanska
bara havt sagt, at soleiðis eri eg
bara, men tað hevði ikki hjálpt
Jonu serliga væl. Tað var neyð-
ugt hjá mær at læra, og eg fekk
møguleikan tíðliga, og tað eri eg
fegin um.
Tá ið eg nú eri vorðin tilvitað
um hesar síður av mær sjálvari,
so havi eg eisini funnið mær
aðrar uppgávur at arbeiða við.
Hetta gav mær nakað at hugsa
um. Eg havi sæð mær møguleika
at fari undir at nema mær annan
fakligan kunnleika, har eg kann
menna meg, og at brúka fleiri
síður av mær sjálvari, sum eg als
ikki hevði havt hugflog til áður.
Tað, at fáa eitt barn, ið ber
brek, ger, at tú fert at hugsa nógv
meir um tingini. Tú endavendir
øllum, og sum eg havi sagt, so
fær ein onnur virði her í lívinum.
Men tú fert eisini at hugsa meiri
um alt tað, tú gert, um tað nú er
neyðugt, ella um tú bara fylgir
rákinum. Tú mást á ein ella
annan hátt taka støðu til so ótrú-
liga nógv. Tú mást raðfesta tíðina
øðrvísi, og harvið er tað neyðugt
hjá tær at hugsa teg meiri um.
Ommur og abbar
Dýrgripurin, ið kom á okkara
leið, hevur ikki bara ríkað til-
veruna hjá okkum foreldrum og
systkjum hennara. Men ommur,
abbar og hini í familjuni eru
eisini ríkað av at kenna henda
dýrgripin. Jona er ikki sum tann-
áringar flest. Tá ið tey koma í
henda aldurin, so plaga tey ikki
at hava tíð til ommur og abbar.
Men Jona er ótrúliga trúføst.
Hon elskar at vitja ommu og
abba, og hon elskar at gleða tey
við onkrum, ið hon hevur bakað
ella tilevnað.
Tá omma og abbi í Danmark
vitja heim, ja, so skundar Jona
sær at ynskja teimum vælkom-
num. Tey fáa eitt orduligt
klemm, og hon tosar ikki um
annað, enn at nú eru tey komin.
Hon er ein sannur dýrgripur.
Um tú ikki ert í góðum lag, ja so
verður tú tað, tá ið hon kemur at
vitja. Hon elskar at hoyra látur,
og hon ber gleði við sær.
Lívið
Gud gevur okkum øllum lív.
Framtíðarvánirnar eru ikki tær
somu hjá okkum øllum, men
Gud hevur eisini givið okkum
evnir og gávur - møguleikar. Tað
er upp til okkum, um vit ynskja
at brúka alt hetta, sm hann hevur
til okkara. Um vit ynskja at gera
brúk av teimum evnum og
møguleikum, sum hann gevur
okkum, so skal lívsferð okkara
eydnast, tí hann stiðjar okkum á
leiðini. Og tá ið vit læra okkum
at hyggja upp um trupulleikarnar
og ikki at stara okkum blind á
teir, so gerast teir knappliga so
lítlir, og vit fáa greiði á teimum.
Eftir at náttúran hevði steðgað
okkum við slíkari kollvelting, so
fekk eg tíðliga møguleikan at
hugsa meg um. Hvat er tað, sum
hevur stórt virði her í lívinum,
hvat vil eg og ætli eg mær, og
soleiðis kundu vit hildið á. Eg
upplivdi tað óspilta við einum
barni, ið ber brek. Tey eru so
góð, kærleiksfull, glað, rein og
eg kundi hildið á. Hetta gav mær
nakað at hugsa um. Skuldu vit
bara liva víðari í somu rillu,
pressa eftir at liva sum áður. Tað,
sum vit vanliga kalla eitt normalt
lív, ella skuldu vit út frá teimum
karmum, náttúran nú hevði givið
okkum, skapa okkara ævintýr.
Skuldu vit góðtaka og liva í pakt
við tann møguleikan, sum náttúr-
an nú gav okkum, og skuldu vit
ikki bara balla okkurt um tornir-
nar og njóta vakurleikan og
luktin frá rósuni. Skuldu vit ikki
lata eyguni upp og og fara undir
at pakka tann fjalda dýrgripin út,
og njóta allar tær bjørtu strálir,
hann sendir út.
Og tað er til hetta, at okkara
ævintýr komið. Vit hava verið í
hesum í fimtan ár. Vit liva fram-
vegis, og vit hava tað gott. Vit
gera brúk av teimum møguleik-
um, ið samfelagið hevur til júst
okkara. Vit hava møguleikan at
upplýsa um tað, vit halda eigur
at verða betri ella øðrvívsi. Vit
fingu eyguni upp fyri møgu-
leikanum at fara aðrar vegir/
umvegir, tá leiðin vit stýrdu ikki
gekk longur.
Ævintýrið er fullkomið, tá
Jona - okkara dýrgripur - kemur
og klemmar okkum, mammu og
babba, og gevur bæði okkum og
systkinum ein ordiligan muss, og
systkini siga: Á sum Jona er fitt
og ker, vit elska teg, tú ert fittast
í verð!
fjalda dýrgripin
Feðgarnir Herfinn og Harald Harald-
sen saman við Hildigunn, sum starvast
á sambýlinum í Stoffalág í Havn