Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-21, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. mai 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 94 - 21. mai 2005 25. STEVNAN FYRI BREKAÐ Anna Maria Joensen Eg eiti Anna Maria, og eg eri 37 ára gomul. Eg eri gift Rógva, ið er 42 ár. Vit eiga 3 børn: Jonu, ið er 16 ár, Rebeccu, sum er 15 ár og Karl, ið er 8 ára gamalur. Jona er menningartarnað. Hon hevur diagnosuna Down Syndrom. Rógvi og eg vóru ung, tá vit fingu Jonu - 21 og 25 ára gomul. Ævintýr eru so nógv uppi í tíðini, nú vit minnast, at tað eru 200 ár, síðani H.C. Andersen varð føddur. Vit verða drigin aft- ur til tíðina, tá ið vit vóru børn, og tá ið vit lýddu á, meðan for- eldur og lærarar søgdu okkum ævintýrini umaftur og umaftur. Okkum dámdi so væl at hoyra ævintýr. Tey góvu íblástur til, at vit ímyndaðu okkum, at vit vóru partur av ævintýrunum, og vit spældu ævintýrini. Ævintýrið Eina ferð vóru tað ein kona og ein maður. Tey giftust, og tey fingu børn, og alt var so prak- fult, ljósareytt og lukkuligt. Soleiðis er í ævintýrunum - í byrjanini og endanum. Alt er so gott. Júst soleiðis byrjaði eisini eitt ævintýr í Klaksvík fyri meiri enn 20 árum síðani. Tvey ung- fólk møttust, gjørdust góð, gift- ust og fingu børn. Men er alt bara gott og lukku- ligt? Tvass, siga vit beinanvegin. Soleiðis er tað bara í ævintýrun- um. Gerandisdagurin er heilt øðrvísi. Lívið kann vera hart, og tað er ikki altíð so ljósareytt. Vaknað úr dreyminum, kom til veruleikan, siga vit. Men hvat er at vera lukkuligur og eydnu- samur, og hvat er eitt ævintýr? Veruleikin Evnið fyri økjafundunum hjá Javna í ár var "Møguleikar". Møguleikar til hvat, spurdi eg meg sjálva, tá ið eg las tað. Havi eg havt nakrar møguleikar fyri meg og mína familju og dóttir okkara, ið hevur Down Syndrom. Vit vóru gift eitt gott ár, áðrenn vit fingu Jonu. Rógvi var liðugur at læra til skipsførara, og eg varð liðug við skrivstovuút- búgvingina, áðrenn vit gjørdust foreldur. Vit høvdu veruliga lagt ætlanir fyri lívið. Alt sá ljóst út. Lívið gekk tann vegin, sum vit stýrdu tí. Eitt satt ævintýr! Vit hildu, at lívið var fult av møguleikum fyri okkum. Vit hildu fast um róðrið, og vit stýrdu, sum vit ætlaðu. Men so við eitt - tann 29. august í 1988 - kendist tað sum um, at lívið fór av kós. Okkurt órógvaði. Tað tók sína tíð, áðrenn vit funnu út av, hvat tað var, sum var komið á okkara leið. Men so komu boð- ini, at dóttir okkara hevði Down Syndrom. Down Syndrom - hvat er tað, og hvat fer tað at hava at siga fyri okkara ferð, spurdu vit. Lív- ið steðgaði upp, og vit ynsktu, at tað ikki flutti seg aftur. Vit vóru bangin og vónaðu, at tá ið vit aftur vaknaðu á morgni, so fór alt at vera, sum tað hevði verið. Vit tóku so aftur um róðrið, og vit royndu at stýra somu kós, ið vit høvdu verið á frammanundan. Men tað vísti seg skjótt, at tað bar ikki til. Vit sóu skjótt, at tað fór ikki at bera til at halda fram við lívinum soleiðis, sum tað hevði verið. Tað var neyðugt at broyta kós, at fara umvegir og at finna nýggjar vegir, um lívið skuldi eydnast. Vit fóru og vóru í sorgartíð ella prosess. Tað var neyðugt, um vit skuldu verða før fyri at stýra broyttu kósina. Hjá okkum var neyðugt, at vit fyrst syrgdu barnið, sum vit høvdu roknað við og ynskt at fáa. Vit ætlaðu ikki at fáa eitt barn, sum bar brek. Síðani fóru vit undir at læra at góðtaka barnið, sum vit høvdu fingið. Tað tók sína tíð, og í fyrstuni síggjast ongir møgu- leikar. Tað er bara tað, sum ikki er møguligt, sum sást. Onki kendist at vera eydnusamt og ljósareytt hesa tíðina. Møguleik- arnir vóru burtur, og vit dugdu ikki at fáa eyga á teir. Nú hugsar tú kanska, at nú var hetta ævintýrið liðugt. Tað varð als ikki so eydnusamt. Men, tí- betur, soleiðis var tað ikki. Sum í ævintýrunum, har ofta tað, sum er veruleikafjart og ótradionelt kemur fyri, so var tað eisini hjá okkum soleiðis, at okkurt hendi, sum vit ikki høvdu roknað við og sæð møguleikar í og fyri. Vit fingu styrki og vísdóm at ganga umvegir og nýggjar vegir, og vit løgdu til merkis, at tað var og er spennandi og mennandi at fara umvegirnar og at traðka nýggjar og ókendar gøtur. Tað kennist, sum tá ið tú fert biltúr onkra staðni, sum tú ikki hevur verið áður. Tú leggur til merkis, hvussu vakurt tað er, og at alt kanska ikki er, sum tað er, har tú kemur frá. Vakurleikin er øðrvísi, náttúran hevur aðra litir, fjøllini eru kanska lægri ella hægri, og kanska eru als ongi fjøll. Men samansetingin er undurfull at líta á. Soleiðis hava vit roynt lívsins umvegir og nýggju gøtur. Tú leggur til merkis heilt aðrar lutir, og tú lærir at seta prís á onnur virði, enn tú áður gjørdi, og tað besta av øllum er, at tú fert at síggja eina rúgvu av møgu- leikum, sum tú als ikki visti ella trúði vóru til. Tú fært eyguni upp fyri einum fjaldum dýrgripi, ið Gud hevur givið tær. Ein dýr- gripur, ið ber so nógvar møgu- leikar við og í sær. Tað kennist sum um tú vassar í einum urtagarði, har so nógv illgras er. Men so fært tú eyga á vakra rósu. Tú tekur um hana, og tú fært ilt av tornunum. Men um tú ballar okkurt um tornirnar, so er rósan bara so yndislig, og tú fært veruliga tikið um hana og bara notið hana. Soleiðis er eisini við lívinum. Viðhvørt fært tú ilt av tí, og tað eru tornir á vegnum. Men um tú gevur tær sjálvum loyvi at hyggja varisliga upp, og at taka varðisliga um tornirnar, so fært tú eisini notið tað góða, ið lívið hevur at bjóða júst tær. Eitt orðatak sigur, at Gud letur ikki eina hurð aftur, uttan at hann ikki eisini opnar eina aðra. So tað ræður um at hyggja rundan um seg, og at síggja allar hinar opnu dyrnar, og at fara um tær og veruliga hyggja seg um fyri at finna fram til, hvørjir møguleikarnir eru, sum hesar dyrnar hava at bjóða. Okkara møguleikar Vit fingu stuðul til Jonu, og stuðulin var um Jonu frá tí, at hon var hálvt annað ára gomul, og inntil hon var 5 ár. Hetta var ótrúliga gott fyri bæði okkum og Jonu. Í felagi settu vit okkum nøkur mál, og vit arbeiddu í felag fram ímóti teimum, og vit staðfestu í felag nøkur úrslit. Hetta var ein góð byrjan at fáa. Ævintýrið um f Anna Maria Joensen úr Klaksvík bar á leguni fyri brekað, sum var í Zarepta um Dýra biðjudags halguna, fram henda fyrilesturin. Hann snýr seg um tað at fáa eitt brekað barn, kenslur og hugburðir og virði í tí samband- inum, og um hvussu tað ber til at finna tað positiva og uppbyggj- andi í tilveruni, hóast talan í fyrstu atløgu var um sorg um, at lívið ikki fór tann vegin, sum tað varð roknað sum givið, at tað fór at gera. Fyrilesturin hevur almennan áhuga, og tí verður hann í fullum líki og so at siga óbroyttur endurgivin her. Fyri einari viku síðani varð fyrilestur, sum kvinna, ið ber brek, hevði á leguni fyri brekað Annika Gaard Samly Reinert, Egon Øregaard og Rólant í Skorini hava verið við til at skipa fyri øll árini