mikudagur 13. september 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 175 - 13. september 2000
gult cyan magenta svart
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Hjørdis Árnadóttir
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Edvard Joensen
Rúnar Reistrup
Dia Midjord
Stefan í Skorini
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður: Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820 Fax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: P/F Prentmiðstøðin
Sosialurin
Oddagrein
Alt vent á høvdið
TAÐ eru løgin signal, sum í hesum døgum
verða meldað út úr Tinganesi. Meðan tað
áður hevur verið banniorð millum tjóðveldis-
fólk bara somikið sum at taka Nato uppá
tungu, er nú bráddliga vent í holuni og tykist
nýggi formaður floksins at vera ein av heit-
astu talsmonnunum fyri Natolimaskapi. Tey
mongu tjóðveldisfólk, sum hava verið við í
mongu mótmælisgongunum móti Nato og
milliterinum sum heild gretta ikki orð, nú
løgmaður og varaløgmaður í sátt og semju
eru farnir at bróta upp úr nýggjum. Harvið
ganga teir eisini ímóti øllum teimum løg-
tingssamtyktum, sum teir og teirra hava
verið við til at taka undir við mongu seinastu
árini. Samtyktir, sum greitt søgdu, at Føroyar
skulu standa uttan fyri alt herðnarligt vald.
NÚ verða so allar hesar samtyktir og øll tey
fólk, ið stóðu aftanfyri tær, ofrað á fullveldi-
sins altari. Øðrvísi kann tað ikki skiljast.
Hvussu kann ein flokkur, hvørs røtur og
høvuðsstuðlar hava havt sum hjartamál at
ganga ímóti Natolimaskapi, nú bráddliga
kúvenda! Og hvussu ber tað til, at allir teir
tjóðveldismenn, sum í skrift og talu nettupp
leikaðu harðast í móti eitt nú fólkaflokkinum
í hesum máli, nú hava mist málið!
Í leirinum hjá løgmanni er støðan ikki øðrvísi.
Har tykist eisini nógv vent á høvdið. Tí
meðan løgmaður fyrr hevur tosað um eina
breiða loysn í sjálvstýrismálinum, so hevur
hann nú flaggað út sum kanska tann mest
víðgongdi fullveldismaðurin av øllum. Hetta
vita vit er ikki í samsvar við meiningina hjá
einum stórum parti av fólkaflokkinum, sum
ynskir at taka sjálvstýri stig fyri stig - nøkun-
lunda eftir sama leisti, sum Javnaðarflokk-
urin í dag gongur inn fyri.
VIT minnast øll, hvat ein av mest fram-
standandi fólkafloksmonnunum, Birgir Dan-
ielsen, segði herfyri: at hansara formaður
og løgmaður lat seg manipulera av Høgna
Hoydal. Einasta broyting, sum er hend síð-
ani tá er tann, at Anfinn Kallsberg nú er
farin at brúka orðið sjálvstýri ístaðin fyri
fullveldi. At løgmaður er farin at geva Nato
so stóran prioritet man tó neyvan hava
nakað við sjálvstýrið at gera. Heldur er tað
ein taktisk manøvra fyri at seta kíla í Tjóð-
veldisflokkin. Tað signalið hevur partamað-
urin Bjarni Djurholm eisini fangað. Teir nýtast
tó ikki at gera sær tann stóra ómakin, tí
røturnar í Tjoðveldisflokkinum, antinatorøt-
urnar, lata seg blint leiða av formanni flok-
sins, sum eftir øllum at døma hevur slept
mong av gomlu tjóðveldisidealunum.
„Kommunan bjóðar fólki
løn fyri at ansa egnum
børnum!“ - Deja-vu?
Tað eru eyðsæð eingin
mørk fyri hvussu Tórs-
havnar Býráð kann snúgva
sær, tá finnast skal ein loysn
á ovurhonds stóra barna-
ansinartrupulleikanum.
Nýggjasta krumspringið er,
at familjur kunnu taka egin
børn í dagrøkt, gjalda
kommununi fyri dagrøkt-
arplássið og samstundis fáa
løn sum dagrøktarar. Ein-
asta treytin er, at familjan
tekur onnur børn í dagrøkt
eisini.
Viðmerkingar:
Mangt skal ein hoyra áðrenn
oyruni detta av
Ein neyðarslig loysn
Við eini handavending er
trupulleikin hjá familjuni
loystur, frá at vera neyð-
ardýr á langa bíðilistanum
til barnaansing, til at fáa eitt
dreymakall og verða sett í
starv hjá kommununi - sum
dagrøktarmamma!
Vers-
góð!
Hetta er, umframt at vera
eitt kamuflera kontantgjald,
at gera sær dælt av vónleysu
støðuni hjá fólki. Tí um fólk
veruliga ynsktu at gerast
dagrøktarar, so høvdu tey
allarhelst longu verið tað.
Tað sum hendir nú, er, at
fólk ikki síggja nakra aðra
loysn og sostatt gerast dag-
røktarar av neyð. Og hvør
hevur gleði av einum fólki,
hvørs einasta forfeingiliga
ynski er at sleppa út aftur á
arbeiðsmarknaðin, ja, sum
kanska enntá hevur eina
útbúgving? Børnini?
Nei, tað er eitt ógemeina
undarligt hugflog hesi fólk
hava. Toga,
snara
og
toyggja veruleikanum - alt
fyri at sleppa undan at taka
støðu til og loysa áleikandi
trupulleikan, nevniliga at
eini 400 børn í kommununi
ikki hava eitt ansingarpláss,
men eru latin upp í hend-
urnar á tilvildarligum loysn-
um, líka frá vælviljandi
næstringum til... ja, eg orki
ikki tankan!
Prógvar hugburðin
Hettar prógvar enn einaferð
hugburðin hjá avvarandi
mynduleika til barnatilver-
una. Eitt lítið bil, sum skal
haldast eyga við og ansast.
Og ikki eitt lítið skinn, sum
hevur uppiborið eitt menn-
andi og avbjóðandi um-
hvørvi, har nærløgd og
áhugað fólk starvast - ikki
av neyð, men av hugi.
Rigmor Dam
Vit heimahjálpir á Tvøroyri,
fegnast stórliga um ta av-
gerð, sum Tórbjørn Jacob-
sen nú hevur tikið um at
leggja almanna- og heilsu-
mannaskúlan her.
Leingi hava vit bíðað eftir
hesum skúlanum. Men vit
hava bara hildið tað vera
sjálvsagt, at skúlin, mest-
sum av sær sjálvum, varð
lagdur í Havn, so nógvar av
okkum hava longu gjørt
húskjum okkara greitt, at í
1 - 1 1/2 ár fóru vit at búgva
í Havn. Eingin av okkum
hevði hildið tað verið trup-
ult, tí vit er so von við at
føroyska samfelagið er so-
leiðis skipað, at alt skal vera
í Havn.
Tí tykist tað løgið, og eitt
sindur hugstoytt, at bæði
politikarar og fakfelagsleið-
arar koma kropp av kroppi
í fjølmiðlarnar, at gera
greitt, at tað er ógjørligt hjá
fólki norðanfjørðs at koma
til Surðoyar í útbúgvingar-
ørindum.
Og tað er ongin endi á
grundgevingunum fyri, at
skúlin
ómøguligt
má
leggjast í Suðuroy. Men
hesar grundgevingar eru so
grunnar, at tær eru skjótar
at vísa aftur.
Víst verður á, at tey, sum
skulu ganga í hesum skúla
eru ikki ungdómar, men
tilkomnar konur við manni
og børnum, og at tað verður
ógjørligt at fáa tey til
Suðuroyar at ganga í skúla.
Vit mugu spyrja: Hví skal
tað vera ómøguligt hjá
norðanfjørðskonum at flyta
frá manni og børnum í 1- 1
1/2 ár, tá ið tað verður hildið
at vera púra sjálvsagt, at vit,
suðuroyarkonur, skulu gera
tað?
Almanna - og heilsuskúl-
in skal vera ein deild av
sjúkrasystraskúlanum. Ført
verður fram, at tað ber ikki
til at hava skúlastjóra í Havn
og skúla á Tvøroyri.
Vit kunnu bara vísa á, at
Miðnámsskúlin í Suðuroy
er ein deild av studentaskúl-
anum í Havn, við einum
skúlastjóra í Havn og einum
deildarleiðara í Suðuroy.
Soleiðis hevur tað verið síð-
ani í sjeytiárunum og vit
hava ikki hoyrt annað enn
at tað virkar væl.
Vit eiga eisini at minnast
til, hvussu stórur tekniski
framburðurin hevur verið
hesi seinastu árini. Men
hvat er teknikurin verdur,
um hann ikki verður brúkt-
ur. Og hvat er meiri sjálv-
sagt, enn at tann tekniski
framburðurin í Føroyum
verður brúktur til at styrkja
útjaðaraøkini?
Vit minnast øll, tá ið
alnetið kom til Føroyar og
spurt varð, hvønn týdning
hetta kundi fáa. Tá var tað
onkur, sum júst kom inn á
undirvísing og segði, at nú
fór tað at bera til at sita í
Sumba og lesa til prest í
Keypmannahavn.
Tað er eisini nú um dagar-
nar, at vit hava sæð lýsing
frá Handilsskúlanum, har
teir bjóða næmingum til at
taka útbúgving í Suðuroy
við fjarundirvísing úr Havn.
Næmingarnir í Suðuroy
bæði síggja og hoyra lærara
og næmingar í Havn í
sjónvarpsskíggja, og lærari
og næmingar í Havn síggja
og hoyra líkaleiðis næm-
ingarnir í Suðuroy á sjón-
varpsskíggja.
Skal tað so ikki bera til at
sita á Tvøroyri og lesa til
almanna- og heilsuhjálpara
úr Havn?
Tað er eisini nú í vikuni,
at vit hava lisið í bløðunum
um teir ovurhonds stóru bú-
staðartrupulleikarnar, hjá
skúlanæmingum í Havn.
Hví leggja stein omaná
byrðu og leggja enn størri
trýst á bústaðarmarknaðin í
Havn við einum skúla aft-
urat?
Hinvegin kunnu vit vísa
á, at tað er nógvar ferðir
bíligari at leiga í Suðuroy
enn í Havn, tí, her fært tú
eini heil hús fyri tað, sum
tú noyðist at gjalda fyri eitt
verilsi í Havn.
Tað má eisini vera øllum
greitt, at tað er nógva ferðir
bíligari at leiga høli til
skúlan í Suðuroy, enn tað
er í høvuðsstaðnum. Bara á
Tvøroyri standa fleiri hús
tóm.
Sostatt eru bara fyrimunir
av at flyta almanna- og
heilsuskúlan til Suðuroyar.
Men tað er tankavekjandi,
at eitt so pikkalítið stig á
økismenningarleið,
sum
hetta, skal fáa so dygga
mótstøðu, sum ætlanin hjá
Tórbirni Jacobsen at flyta
almanna- og heilsuskúlan til
Suðuroyar, hevur fingið.
Hetta avdúkar betri enn
nakað annað, hvussu tungur
andróðurin er hjá teimum,
sum veruliga leggja ein
týdning í politiska slagorðið
»økismenning«. Og hetta er
eitt fullgott dømi um, at
skulu vit gera okkum vónir
um nakra økismenning,
krevst tað støðufastir po-
litikarar, ið tora at taka
avgerðir, sum ganga beint
ímóti hugsanini hjá skriv-
stovuveldinum av øllum
slagi. Íroknað fakfeløgini.
Men ikki minst skal ein
hugburðsbroyting til hjá
teimum, sum ikki duga at
síggja eina verð uttanfyri
høvðusstaðin.
Vinarliga vegna heima-
hjálpararnar á Tvøroyri
Ketty Petersen,
Hildigarð Jacobsen og
Hervør Svalbard
Sagt verður frá, at miku-
kvøldsmøtini, sum hava
verið á Blákrossheimin-
um, verða flutt oman í
Blákrosscaféina.
Vit vilja takka tykkum
øllum, sum yvir so nógv
ár hava stuðlað okkum á
Blákrossheiminum við at
bera Guðs orð fram í
Ein heilsan frá
Blákrossheiminum
Fegnast um avgerðina hjá
Tórbjørni Jacobsen
sangi og vitnisburði. Eis-
ini takka vit tykkum øll-
um, sum hava vitjað hesi
kvøldini.
Vit vóna, at tit fram-
haldandi vilja stuðla til-
takinum.
Guð signi tykkum øll
Sólborg Dulavík
s t e p h a n s s o n s h ú s
Greiða eigur at verða
fingin á, um landsstýrið
ynskir at yvirtaka máls-
økini vitaverk, veður-
tænastu og farvatnsupp-
merking, ella um stjórnin
krevur at tey verða yvir-
tikin saman við skipa-
eftirlitinum, sigur nevndin
m.a. í tilmælinum
ÓLAVUR Í BEITI
Í gjár fekk fiskimálaráðharrin
álitið frá nevndini um yvir-
tøku av Skipaeftirlitinum.
Í nevndini sum hevur gjørt
tilmælið hava m.a. sitið:
Halgir Winther Poulsen, for-
maður, vegna Fiskimála-
stýrið Kristin Balle, vegna
Sjóvinnufyrisitingina Eyðun
Berth Jacobsen, vegna Reið-
arafelagið fyri Farmaskip Óli
Hammer, vegna Føroya Skip-
ara og Navigatørfelag Ellint-
ur M. Abrahamsen, vegna
Søfartsstyrelsen, Arne Ulst-
rup, yvirskipasýnsmaður.
Arne Ulstrup hevur bert
veitt nevndini tekniska hjálp
og ráð um, hvussu føroysk
lóggáva kann verða skipað og
føroyskt skipaeftirlit verða
sett á stovn, eftir at málsøkið
skipaeftirlit er yvirtikið.
Álitið er sostatt ikki neyð-
turviliga í samsvari við
áskoðanina hjá ríkismyndug-
leikunum, sigur nevndin.
Arbeiðssetningur
Arbeiðssetningurin
hjá
nevndini var ma., at gera lóg
um skipatryggleikan, lóg um
sigling og merking, og um
føroyska sjólóg. Lýsa við-
urskiftini millum Danmark
og Føroyar og hvussu tey
kunnu skipast, soleiðis at
Føroyar fáa sjálvstøðuga um-
boðan í IMO og rættindi sum
sjálvstøðugt limaland ella í
eina tíð saman við Danmark.
Eisini skuldi nevndin leggja
dent á, at føroyska lóggávan
og umsitingin verður so eink-
ul sum møguligt, herundir at
seta fram uppskot um reglu-
verk og tvørgangandi sam-
skipan í regluverkinum.
Ein arbeiðsbólkur um-
boðandi Havbúnaðar-
felagið og serkunnleika
innan fiskasjúkur skal
fylgja verkætlanini og tað
er norska felagið VESO,
sum hevur fingið
uppgávuna at gera
arbeiðið
Í tíðindaskrivi frá Vinnu-
húsinum verður m.a. sagt, at
Føroya Havbúnaðarfelag fer
nú undir eina verkætlan, sum
hevur til endamáls at minka
um vandan fyri fiskasjúkum,
og árinini av teimum á ali-
vinnuna.
Í apríl í ár var fiskasjúkan
ILA á fyrsta sinni staðfest í
Føroyum. Henda sjúka hev-
ur gjørt nógv um seg í
grannalondunum, og tí fekk
alivinnan í Føroyum ein
hvøkk.
»Verkætlanin um sjúku-
fyribyrging«
hevur
ikki
beinleiðis nakað við ILA-
tilburðin í vár at gera - ætl-
anirnar um verkætlanina vóru
klárar áðrenn ILA varð stað-
fest.
Binda um heilan fingur
Tilburðurin av hesari álvar-
somu sjúku ger verkætlanina
enn meira viðkomandi, og
strikar undir at »best er at
binda um heilan fingur.«
Hetta sigur formaðurin í Hav-
búnaðarfelagnum, Hans Ja-
cobsen.
Minka um
breiðslu
av sjúku
Verkætlanin hevur til enda-
máls at kanna sjúkuviður-
skiftini í Føroyum, so betrast
kann um eftirlitið við fiska-
sjúkum. Við støði í kanning-
unum, ber til at nútímansgera
og effektivisera smittu-fyri-
byrgjandi tiltøkini í alivinn-
uni.
Serligur dentur verður
lagdur á at minka um breiðslu
av sjúku millum klekistøðir,
smoltstøðir og alistøðir á sjó-
num – og somuleiðis spjað-
ing av smittuevnum frá slát-
ur- og framleiðsluvirkjum til
aliøkir. Ætlanin er at koma
við uppskotið um nakrar
smittufyribyrgjandi megin-
reglur fyri bygna og rakstur
av ymisku pørtunum í vinn-
uni. Hesar verða síðani lagdar
fyri Landsdjóralæknan, ið er
myndugleikin á økinum. Tað
er so upp til myndugleikarnar
í samráð við vinnuna at av-
gera, hvat av hesum verður
sett í verk.
Ein arbeiðsbólkur við fólki
umboðandi Havbúnaðarfe-
lagið og serkunnleika innan
fiskasjúkur skal fylgja verk-
ætlanini og tað er norska fe-
lagið VESO (Vetrinærmedi-
sinsk Oppdragssenter AS),
sum hevur fingið uppgávuna,
at gera arbeiðið. Havbúnað-
arfelagið hevur fingið stuðul
av játtani til havbúnaðar-
royndir til umrøddu verkætl-
anina, skrivar Vinnuhúsið.
Álitið um
Skipa-
eftirlitið
handað