týsdagur 24. mai 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 24. mai 2005
5
- Tí er neyðugt at
verja og lívga ítrótta-
arbeiði. Vit munnu
minnast til, at drúgt
er at byggja upp, men
skjótt er at bróta nið-
ur, segði Heðin Mort-
ensen á ÍSF-aðalfund-
inum
TÍÐINDASKRIV
Ítróttarsamband Føroya
- Tað grør um gangandi fót
í føroyskari ítrótt, og vit
kunnu fegnast um økt virk-
semi á so at siga øllum økj-
um, umframt at gomul
ítróttafeløg eru vaknað til
lívs aftur og nýggj sett á
stovn. Kring alt landið bæði
sprettir og spírar ítróttin.
Soleiðis tók Heðin Mor-
ensen til, tá hann setti aðal-
fund Ítróttasambands Før-
oya
leygardagin.
Hann
staðfesti í formansfrágreið-
ing síni, at áhugin fyri
ítrótti er størri og sterkari
enn nakrantíð og at tilboð
eru til nærum øll - ikki bert
til tey, ið íðka á høgum
støði, men eisini til tey, ið
eru minni virkin.
Hann gjørdi tó vart við, at
tað at framgongd er at
síggja, er eingin sjálvfylgja.
Tað er tað stóra sjálvbodna
arbeiði, ið ótald fólk kring
allar Føroyar gera hvønn
dag, ið gevur ítróttini
innihald og góðar og tryggar
karmar at virka undir.
Politisk vælvild
altavgerandi
Hann legði tó dent á, at alt-
avgerandi er, at ítróttin fær
neyðugu politisku vælvild-
ina, heldur enn at fótonglar
verða lagdir, tí ítróttin livir í
einum viðkvomum um-
hvørvi, ið byggir á eina
ófatiliga orku og ótrúliga
tíð, ið verður løgd í at skapa
børnum, ungum og vaksn-
um ítróttaligar møguleikar
og avbjóðingar.
- Tann gleði, ið mong
hava av tí stóra ítróttaar-
beiði, ið verður gjørt í Før-
oyum, má verjast og lívgast,
tí uttan ítróttina var ger-
andisdagurin hjá mongum
fátæksligur og tómligur, har
hann nú er bæði innihalds-
ríkur og gevandi, segði Heð-
in Mortensen. -Avbjóðing-
arnar gerast bæði fleiri og
størri, og tí er neyðugt at
ítróttini verða givnir um-
støður at mennast og taka
seg fram. Hvør í sínum lagi
kunnu vit koma við okkara
klípi, samstundis sum vit
altíð eiga at hava í huga, at
drúgt er at byggja upp, men
skjótt er at bróta niður.
Umstøðurnar skulu
betrast
Á aðalfundinum varð greitt
frá, at arbeiðsbólkur settur
av landstýrismanninum við
mentamálum arbeiðir við at
orða eitt ítróttaálit. Enda-
málið við álitinum er at fáa
lýst støðuna hjá ítróttini her
og nú, fyri síðani at nýta
lýsingina sum støði undir
einari meting av hvussu
umstøðurnar hjá ítróttini
kunnu betrast. Nortið verð-
ur við stórt sæð allar tættir,
so sun felagslív, sersam-
bond, feløg, samstarv við
ymiskar myndugleikar og
annað, so ítróttin verður
lýst út í æsir. Eisini er ÍSF
sjálvt í holt við stóra kann-
ing av hvussu nógv tíð og
orka verður løgd í sjálv-
bodna arbeiði innan før-
oyska ítrótt. Kanningin
hevur vart tvey ár, men enn
er ikki komið á mál. Tað er
tó greitt, at ítróttin er
størsta einstaka aktiv í før-
oyska samfelagnum, tá tað
ræður um heilsufremjandi,
fyribyrgjandi og sosialt ar-
beiði millum børn og ung.
Á fundinum vóru áheit-
anir á sersambondini at
bera so í bandi, at tey royna
at samansjóða kappingar
sínar, soleiðis at eitt nú
vetrar- og summarítrótt ikki
"yvirlappa" hvørja aðra.
Serliga varð gjørt vart við,
at tað var óheppi hjá børn-
um og ungdómum um ov
nógvar kappingar vóru
samstundis.
Eisini varð heitt á starvs-
nevndina um at syrgja fyri,
at øll sersambondini fylgdu
lógum og reglugerðum og
høvdu øll viðurskifti síni í
rættlagi, eitt nú tá um ræður
aðalfundir og roknskapir.
Takkaði fyri seg
aftaná 42 ár
Á aðalfundinum takkaði
Sverre Midjord fyri seg
aftaná at hava sitið í stjórn
ÍSF í 42 ár og tók ikki við
afturvali. Heðin Mortensen
bar fram serliga tøkk til
Sverra og segði m.a.
- Álit og trúfesti hevur
sermerkt
Sverra.
Hann
hevur staðið stinnur tá
brotasjógvar hava leikað á,
men tað eru tó tær ljósu og
gevandi løturnar, ið vit
minnast. Sverre hevur altíð
stuðlað ítróttini og er nógv
broytt hesi árini hann hevur
verið við at stjórna ítróttini
og eigur hann sín lut í, at vit
hava rokkið so langt, sum
vit hava.
Til nýggjan varaforseta
varð valdur Petur Elias Pet-
ersen,
ið
hevur
verið
starvsnevndarskrivari,
meðan John Kjær varð
valdur nýggjur skrivari. Til
eykalim varð Katrin Joen-
sen vald. Øll trý vórðu ein-
mælt vald.
Fátæksligur gerandisdagur uttan ítrótt
Djurholm:
Fingið íblástur úr Boston
- Endamálið við ferð-
ini var at vitja MIT.
Eg haldi, at vit fingu
eina rúgvu burturúr.
Mann fekk staðfest ta
vitan, sum mann
hevði frammanund-
an, sigur Bjarni Djur-
holm
KUNNINGARTØKNI
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Føroyskt ferðalag hevur
verið í Boston og kannað
KT-umhvørvið fyri at fáa
íblástur til tað, sum mann
væntar at gera í Føroyum.
Við á ferðini vóru lands-
stýrismaðurin í vinnumál-
um og millum annað um-
boð fyri Menningarstovuna
og Bitland.
- Eg legði serliga merki
til, at tað er umhvørvið,
sum hevur alt at siga. Mann
má savna tey røttu fólkini á
sama stað. Harumframt má
fígging fáast til vega frá
venture-grunnum,
ella
framtaksgrunnum. Øll til-
gongdin rundanum gransk-
ingarumhvørvið og fígg-
ingarumhvørvið
gongur
hond í hond, sigur Bjarni
Djurholm, landsstýrismað-
ur við vinnumálum.
Bjarni Djurholm arbeiðir
sum kunnugt við ætlanum
um eina granskingarpark í
Føroyum.
- Nú fara vit út til al-
menningin við eini fram-
løgu um ætlanina. So er
ætlanin at fáa feedback, og
væntandi kunnu vit í juni
mánaði cementera ætlan-
ina, sigur Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður
við
vinnumálum.
- Eg kann bara konstat-
era, at tað at vit arbeiða við
eini granskingarpark er
ikki í andsøgn við tað, sum
vit sóu í Boston, sigur
landsstýrismaðurin.
Gunnar Toftegaarrd, fulltrúi
á KT-fyrisitingini í Vinnu-
málaráðnum, Jónsvein Joen-
sen, Kervi og Bjarni Djur-
holm, vinnumálaráðharri á
gøtuni í Boston
Mynd: Petur Zachariassen
Rætta
umhvørvið
skapar vøkstur
- Tað gongur aftur í
øllum tí vit hava sæð
og hoyrt, at rætta
umhvørvið er avger-
andi fortreyt fyri
menning og nýskap-
an." Tað sigur Bjarni
Djurholm, lands-
stýrismaður í
Vinnumálum, eftir
kunningarferð til
Boston, sum KT-
felagið skipaði fyri
VINNUHÚSIÐ
Tíðindaskriv
Landsstýrismaðurin hev-
ur saman við umboðum
fyri KT-vinnuni, Fróð-
skaparsetrinum og Menn-
ingarstovuni
verið
á
kunningarferð í Boston,
USA, og í Íslandi. KT-fel-
agið tók stig til hesa
ferðina við tí endamálið,
at kanna KT-umhvørvið í
Boston og Íslandi fyri at
fáa íblástur.
Í Boston búði ferða-
lagið í Harvard økinum
og vitjaði MIT (Massa-
chusetts Institute of Tech-
nology), framtaksfeløg og
University of New Hamp-
shire, sum m.a. arbeiðir
við havfrøði. Í Íslandi er
ferðalagið kunnað um
hvussu tað almenna er við
til at førleikamenna ís-
lendsku KT-vinnuna.
Ítøkiliga vóru fundir
millum føroyskan KT-
veitara
og
møguligar
keyparar í Boston, og
harumframt hava MIT og
Bitland avrátt at kanna
møguleikarnar at fara
undir verkætlanir av fel-
ags áhuga.
Niðurstøðan hjá ferða-
lagnum er, at ein miðvís
ætlan skal gerast fyri at
fremja gransking, menn-
ing og nýskapan í Føroy-
um. Hetta skal gerast við
støði í tilfeingi, royndum
og vitan, sum viðførir ser-
stakar fyrimunir í altjóða
høpi. Ein slík ætlan má
røkka 10 ár fram, og skal
orðast í tøttum samstarvi
millum granskarar, hægri
lærustovnar og vinnuna.
Fýra fólk eru uppsøgd á
Tryggingarfelagnum Før-
oyar.
Mortan
Poulsen,
stjóri, segði við Útvarpið
fríggjakvøldið, at ongar
ætlanir eru um at siga fleiri
fólkum úr starvi.
Uppsagnirnar eru avleið-
ingin av umskipanum og
broyttum mannagongdum á
felagnum.
Útvarpið sigur, at upp-
søgdu fólkini hava, í tráð
við starvsfólkapolitikkin
hjá Tryggingarfelagnum,
fingið tilboð um skeið í
førleikamenning.
-hkm
Uppsagnir á Tryggingarfelagnum