týsdagur 24. mai 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 95 - 24. mai 2005
MARKNAÐARRÁK
Í farnu viku helt dollarin
áfram at styrkjast. Kursurin
kom niður um 1,26 í mun
til evruna fyri fyrstu ferð
síðan oktobur mánaða, og
er í løtuni um 1,255. Tað er
áhugavert,
at
dollarin
styrknaði, hóast lyklatølini
ikki stuðlaðu undir honum.
Hetta bendir á, at markn-
aðurin er vorðin meiri
bjartskygdur um dollaran,
og at hann kann styrkna
enn meira komandi tíðina.
Kreppan
um
Evropa-
grundlógina
fær
eisini
evruna at vikna.
Brentoljan er lækkað
15% síðan mars mánað, og
er nú um 48 dollarar fyri
tunnuna. Formaðurin fyri
OPEC segði í vikuskiftin-
um, at hann ikki sá nakra
orsøk til at lækka fram-
leiðsluna, og samstundis er
eitt 5-daga verkfall hjá
oljuframleiðarum í Frak-
landi júst av.
Lánsbrævarenturnar
aftur sett met
10-ára danska rentan var
heilt niðri á 3,34% í farnu
viku. Hon hevur sveiggjað
eitt sindur niðan fyri 3,40%
seinastu tíðina, og áhuga-
vert er, um hon fer at seta
met aftur. Líkindi eru fyri,
at bjartskygnið hjá láns-
brævaíleggjarum sum frá
líður fær yvirvágina, so
rentan kann halda áfram
niðureftir.
Partabrøv standa seg
væl
Farna vika var ein góð
partabrævavika. Amerik-
onsku marknaðirnir hækk-
aðu at kalla alla vikuna or-
sakað av góðum roknskap-
um og lyklatølum. Lækkaði
oljuprísurin var eisini ja-
ligur fyri marknaðirnar.
Um okkara leiðir stóð Vest-
as seg væl, og er hækkað
um 15%, tí felagið hevur
gjørt frambrot í India og
Vietnam samstundis sum
kappingarneytarnir
eru
jaligir um komandi tíðina.
Hesa vikuna
Hesa vikuna kemur ein
rúgva
av
áhugaverdum
lyklatølum. Úr USA koma
tøl fyri BTÚ-vøksturin,
prísvøkstur
og
privatu
nýtsluna. Í Evropa er tað
serliga Týskland, sum er í
andgletti. Haðani koma
fleiri álitistøl og tøl fyri
prísvøksturin. Álitistølini
hava seinastu mánaðirnar
verið heldur døpur. Vikan
kann tí gerast óstøðug fyri
bæði láns- og partabrøv,
hóast partabrøv sýnast at
vera í einum góðum stima í
løtuni.
Dollarin styrknaður enn meir
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
5,93
0,7%
Lánsbrøv í DKK
103,55
0,0%
JPY
5,48
-0,2%
Evru Lánsbrøv
174,74
0,1%
GBP
10,84
-0,6%
Norrøn Partabrøv
90,00
1,0%
NOK
0,92
-0,2%
Altjóða Vøkstur
62,37
2,9%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan.
3,3%
3,9%
4,5%
2004
2005
700
800
900
2004
2005
Vika 21, 2005
www.kaupthing.fo
Løgmaður:
Avgerðin verður altíð politisk
Sjúður Skaale skrivaði
í Sosialinum leygar-
dagin, at tað ber altíð
til hjá politikarum at
bíleggja sær politisk
argument frá einum
advokati, og at hesir
hava fingið einarætt
upp á sannleikan í
føroyskum politikki.
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður, sigur
hinvegin, at í síðsta
enda verður tað altíð
ein politisk avgerð,
sum verður tikin
BÍLAGT ARBEIÐIÐ
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
- Tað má liggja á einum
hvørjum politikara í síðsta
enda at taka eina rationella
avgerð í einum máli. Men
eg dugi ikki at síggja nakað
skeivt í, at ein løgtings-
nevnd til dømis biður um
metingar frá serfrøðingum
undir málsviðgerðini. Tað
er til dømis púra vanligt, at
nevndarlimir í Løgtingin-
um fáa úttalilsir frá serfrøð-
ingum, sigur Jóannes Eid-
esgaard, løgmaður.
- Tað er jú bara í til-
gongdini, at mann vil hava
málið lýst. Í síðsta enda
verður tað jú ein politisk
avgerð, sum verður tikin.
Alt skal sjálvandi vera við
máta. Um bureaukratar fáa
ov stórt vald, so er tað bara
tekin um, at mann hevur ov
veikar politikarar. Tað dugi
eg ikki at síggja, at vit hava
í Føroyum, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður.
Myndatekstur: Stjórnmálafrøðingurin Sjúrður Skaale finst at, at politikarar í ov stóran mun
bíleggja notatir frá advokatum við løgfrøðiligum argumentum til brúk í politiska retorikkinum,
og at hesir advokatar nærum hava patent upp á sannleikan. Jóannes Eidesgaard, løgmaður,
heldur, at tað er onki forgjørt í at biðja um metingar frá serfrøðingum
Mynd: Jens Kr. Vang
Vildi ikki siga navnið
Á býráðsfundi mikudagin
setti Tvøroyrar Byráð ein
leiðara, ella fyribilsleið-
ara, fyri umstrídda frítíð-
arskúlan. Kristin Michel-
sen, borgarstjóri, hevur
onga viðmerking til, hvør
tað er, sum er settur.
- Tað er ein av umsøkjar-
unum. Annars havi eg
onga viðmerking. Nú má
friður valda yvir hasum
starvið,
sigur
Kristin
Michelsen, borgarstjóri á
Tvøroyri
Sosialurin frættir frá
aðrari keldur, at tann, sum
fekk leiðarastarvið á Frí-
tíðarskúlanum á Tvøroyri,
eitur Siri Mortensen. Hon
er júst útlærd sum peda-
gog. Tveir umsøkjarar
vóru til starvið.
-hkm
- Vit fara í gongd við at
endurskoða, hvussu vask-
ingin verður gjørd á
Landssjúkrahúsinum. Vit
skulu hava ein norður-
lendskan standard, sigur
Poul
Geert
Hansen,
sjúkrahússtjóri.
Landssjúkrahúsið hevur
keypt eitt programm, har
alt sjúkrahúsið verður
gjøgnumgingið. Leiðslan
hevur verið í samband við
ráðgevingarfyritøku, sum
skal definera areal og tørv
á vasking. Endurskoðanin
skal gerast teir komandi
mánaðirnar.
- Vit rokna við at fáa
eina meira effektiva vask-
ing. Vit hava sett eina
broytingarprocess í gongd,
og vit tosa eisini við Ar-
beiðskvinnufelagið
og
starvsfólk um hetta, sigur
Poul Geert Hansen, sjúkra-
hússtjóri.
-hkm
Landssjúkrahúsið
norðurlendskan
standard
Sjúkrahússtjórin væntar
ikki uppsagnir í sambandi
við broytingar í vaskingini,
men hann sigur, at møgu-
liga verður minni brúk fyri
tímaløntum starvsfólki
Mynd: Jens Kr. Vang