týsdagur 24. mai 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 24. mai 2005
7
Tað ger
mun
Vit í Amnesty Ungdóms-
bólkinum í Hoydølum
fegnast um, at avrættingin
á 23 ára gomlu Aminu Ali
Abduladif úr Yemen, sum
skuldi vera mánadagin 2.
mai, er útsett.
Amina Ali Abduladif
varð í 1998 dømd til
deyða fyri at hava dripið
mann sín. Tá var hon bert
16 ára gomul, og sambært
Yemeni Penal Code lógini
er ikki loyvt at nýta
deyðarevsing mótvegis
fólki undir 18 ár.
Í fyrstu syftu varð hon
útsett fyri torturi, og var
hetta ein ætlan at fáa hana
at játta seg sekan. Hetta
eydnaðist eisini, men síð-
ani tey góvust at torturera
hana, hevur hon noktað
seg seka.
Avrættingin er eina ferð
áður útsett, tá tað vísti
seg, at Amina var við
barn. Sambært sakførar-
anum hjá Aminu varð hon
neyðtikin av einum vakt-
armanni á al-Mahaweet
fongslinum.
Tá Amnesty frætti um
Aminu og støðu hennara,
varð ein stór mótmælis-
herferð sett í gongd kring
allan heimin, og forsetin í
Yemen fekk túsundtals av
brøvum,
teldupostum,
faxum og sms´um. Mill-
um annað fekk hann 25
fax frá fólki, sum vóru til
staðar og skrivaðu undir
hesi mótmælisbrøv, tá ið
Amnesty Ungdómsbólk-
urin skipaði fyri einum
Amnesty café-kvøldi í
S t u d e n t a s k ú l a n u m
fríggjakvøldið 29. apríl.
Enn er óvist, hvør lagn-
an hjá Aminu verður;
Amnesty veit enn ikki at
siga, um dómur hennara
verður broyttur, ella um
hon skal gjøgnum nýggja
rættargongd. Men Amn-
esty fylgir við í málinum,
og vit vóna tað besta fyri
Aminu.
Vit vilja at enda nýta
høvið at takka teimum, ið
skrivaðu undir, og ein
serlig tøkk til Margrethu
Nónklett, samskipara hjá
Amnesty Føroya Deild, ið
hevur lagt okkum lag á.
Ein undirskrift kann
tykjast lítisvert, men eru
tær fleiri í tali, kunnu tær
gera stóran mun. Tað
hava vit sannað.
Amnesty Ungdómsbólkurin
í Hoydølum
Dukkumentar til Berlin og London
Marianna Mørkøre
og Rannvá Káradóttir
sláa alsamt nøvn síni
fastari í altjóða lista-
heiminum. Í januar
sýndu tær øðrvísi ani-
matiónina »Dukku-
mentar« fram í Lítlu-
vík. Nu eru tær bidn-
ar at koma til London
og Berlin og sýna
fram
TÍÐINDASKRIV
eydna@sosialurin.fo
Rannvá og Marianna settu
sær seinasta summar fyri at
gera okkurt øðrvísi listar-
ligt til ungar føroyingar.
Tær ynsktu at bróta vanligu
fatanina av hvat list er og
vísa á, at list ikki bert er
málningar, sum hanga á
einum hvítum veggi, við
einum ávísum millumrúmi.
Tað eydnaðist sera væl, og
nú eru tær bidnar um at
koma til Berlin og London
við framsýningini »Dukku-
mentar«
Berlin
3.- 4. juni verður møguleiki
at síggja video installatión-
ina »Dukkumentar« í Týsk-
landi. Framsýningin verður
í gallarí Salonk Zutteronk í
Berlin, ið hevur víst stóran
áhuga í verkætlanini.
Men
Marianna
og
Rannvá halda fast um tað
óvanliga, og tær ætla eisini
at sláa eitt slag fyri før-
oysku ferðavinnuna. Talan
verður nevniliga eisini um
eitt
kunnandi
føroyskt
vikuskifti. Føroyar verða
umboðaðar við tilfari frá
føroyskum ferðastovum og
myndum úr serføroyska
myndasavninum hjá tón-
leikabólkinum Dejavu.
Á framsýningini er eisini
ein løta sett av til spurning-
ar, ið vitjandi hava antin um
dukkumentarin ella føroysk
um viðurskifti.
Fyrireikingararbeiðið til
framsýningina hevur gingið
væl,
og
Marianna
og
Rannvá siga seg hava
fingið sera góða hjálp frá
ymiskum ferðastovum, ið
hava latið plakatir, faldarar
og videoklipp um Føroyar.
Salonk Zutteronk, har tær
skulu sýna fram, er ein av
teimum ungdómssinnaðu
gallaríunum í Berlin, ið
bæði hýsur list og café lívi.
Fólk hava sýnt tiltakinum
stóran áhuga, og tær rokna
tí við, at tiltakið verður sera
vælvitjað.
London
Aftaná tiltakið í Berlin
verður framsýningin sett
upp í London.
Tað er Nottinghill Arts
Club,
i
hevur
bjóðað
»Dukkumentar« til Beach-
Night, sum er eitt serligt
mánaðarligt tiltak, har út-
vald
ung
skandinavisk
listafólk kunnu sýna fram
síni verk. Nottinghill Arts
Club er ein sera kendur
klubbur fyri nýskapandi list
og tónleik í London, og tey
hava biðið ungu føroysku
kvinnurnar koma at sýna
fram.
Ólavsøka
Á ólavsøku 2005 fáa føroy-
ingar eisini høvi at síggja
og uppliva dukkumentar í
nýggjari útgávu saman vi
einari nýggjari verkætlan
hjá Mariannu og Rannvá.
Í løtuni fyrireika tær eina
framførslu, ið verður sýnd
fram í einum spennandi
ótraditiónellum umhvørvi,
har eksperimenterað verður
við rúmd og konstruktión.
Tað er Mentamálaráðið, ið
stuðlar hesi verkætlan.
Tiltakið er eitt saman-
spæl ímillum tvær lista-
greinir - dans og videolist -
har útgangstøðið er at gera
eina »site specific« fram-
sýning fyri ung, har listin
verður tikin út úr lista-
savninum og sýnd fram í
einum
óvanligum
um-
hvørvi.
Eins og við framsýning-
ini
»Dukkumentar«
er
endamálið at skapa og
menna eina mentan fyri
nýskapandi ungdómslist í
Føroyum.
Tað hava Marianna og
Rannvá valt at gera, tí tær
meta, at úrvalið av tiltøkum
til posttannáringarnar tykist
at vera sera avmarkað. Tí-
skil hava tær henda aldurs-
bólk sum málbólk.
Týdning at stuðla
Rannvá og Marianna halda
tað vera av stórum týdningi
at kunna og menna tey
ungu listarliga. Tær vilja
gera sítt til at geva íblástur
til tey ungu í Føroyum, og
harvið vekja áhuga fyri
alternativari ungdómslist,
soleiðis, at føroysku lista-
karmarnir verða øktir og
víðkaðir.
Við øðrum orðum vilja
tær geva ungum íblástur til
at trúgva uppá seg sjálvan í
altjóða høpi.
– Eftir at hava búð og
lisið í útlondum í fleiri ár,
hava vit møtt nógvum fólki,
sum hava sýnt sera stóran
áhuga í Føroyum og í før-
oyskari list, siga tær í
tíðindaskrivi.
Víðari siga tær, at tiltøk,
sum eitt nú »Dukkument-
ar«, eru við til at seta Før-
oyar á heimskortið.
– Tað er tí av stórum
týdningi at stuðla ungum
føroyskum listafólki, ið
gera um seg í útlondum -
ikki bert fyri at menna før-
oyska list, men eisini fyri at
kunna um Føroyar og
føroyska list, siga tær.
Úr at gera uttanlands
Umframt at tær arbeiða við
eini broyttari dukkumentar
til Ólavsøkuna, hava tær úr
at gera við ørðum verkætl-
anum.
Rannvá fyrireikar í løtuni
eitt dansistykki við dansar-
um úr London, sum skal
sýnast fram til dansi-
festivalin »Dansolution«,
sum verður í Keypmanna-
havn 7.-10. september. Tá
sleppa 14 útvaldir koreo-
grafar at sýna fram síni
verk. Eftir sýningina verða
3 koreografar valdir út til at
samstarva við
Dansescenen í eitt longri
tíðarskeið, og møguliga
verður Rannvá teirra mill-
um.
Harumframt hevur Værk-
stedscenen í Árhus bjóða
Rannvá at arbeiða uppá
eina koreografi til 3 dansar-
ar. Hetta verkið verður
framført í Føroyum seinni í
ár saman við øðrum koreo-
grafium hjá Rannvá.
Marianna fyrireikar í
løtuni eitt norðurlendskt
tíðarrit saman við einum
svenskum fotografi. Talan
er um eitt tíðarrit, sum skal
lýsa norðurlendska list og
mentan á ein nýskapandi
visuellan hátt.
Herfyri var video in-
stallationin, sum Marianna
fekk eina design-virðirsløn
fyri í juni 2004, innstillað
til New Contemporaries í
London, ið er ein ferða-
framsýning fyri nýútbúgvin
listafólk. Bert 90 av 1100
umsøkjarum sluppu við, og
Marianna
slapp
sostatt
ígjøgnum
tronga
nála-
reygað.
14.-21. oktober skal in-
stallatiónin sýnast fram í
84Ghz í München, og með-
an Marianna er í Berlin við
»Dukkumentar«,
fer
tíðarriti BluePrint at húsa
installatiónini, og sostatt
fáa hana sýnda fram í
London.
Marianna og Rannvá eru
sostatt livandi tekin um tað,
tær royna at vísa ungum
føroyingum á við teirra list.
Nevniliga at tað ber til at
gera seg galdandi uttan-
lands, hóast – ella kanska
netupp tí – man kemur úr
Føroyum.
Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre høvdu í vetur eina framsýning, ið tær nevndu »Dukkumentar«. Talan var um
slóðbrótandi list, ætlað posttannáringunum í Føroyum. Men framsýningin hevur eisini vakt ans úti í heimi, og er í summar
umbiðin bæði í Berlin og London
Mynd: Savnsmynd, Kristina Sørensen