Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 95 - 24. mai 2005 Byggir í Mykinesi Í Mykinesi standa í løtuni eini sethús í gerð. Tað er ein mið- vingur, sum er fluttur í oynna at vera upp- sitari, ið byggir ÚTOYGGJ Edvard Joensen Miðvingurin Kjell Natte- stad er so glaður fyri at vera í Mykinesi, at hann er farin undir at byggja í oynni. Langt er ímillum, at set- hús verða bygd í Mykinesi. Men fyri nøkrum árum síð- an bygdu Katrina Johanne- sen, sum er úr Mykinesi, og Esbern í Eyðansstovu úr Sandavági í bygdini. Og nú er annar vágamaður farin at byggja har úti. Kjell Natestad sigur, at honum dámar væl at ferðast í náttúruni og at fáast við kríatúr. Og bæði tvey fær hann í ríkiligt mát í Myki- nesi, so hann hevur gjørt av at verða verandi har úti. Hann hevur ikki nakað fast at koma til soleiðis, sigur hann. Røktar á Borg- ardali fyri onnur. Og so fæst hann eitt sindur við at venja hundar fyri fólk. – Talan er um seyða- hundar, leggur hann dent á. Border Collie hundar, sum fólk annaðhvørt kunnu senda mær út í oynna at venja, ella hvølpar frá mær sjálvum, sum eg venji og selji fólki. Tað nyttar tó ikki at koma við puddelhundum, schef- arum ella øðrum hundum av ymsum uppruna. Tað tekur hann ikki upp á seg, sigur Kjell Nattestad. Men hetta við at selja hvølpar undan egnari tík, er rættiliga avmarkað, tí hann hevur bara eina tík, og hon hevur bara lagt einaferð, sigur hann. Umlegging í samráð við starvsfólkið Umleggingin av vaskiarbeiðinum á Landssjúkrahúsinum, sum umrødd er aðra- staðni í blaðnum, verður gjørt í samráð við starvsfólkið, sigur fakfelag teirra UMLEGGING Edvard Joensen Vaskingin á Landssjúrka- húsinum skal skipast eftir norðurlendskum normi, har mált verður, nær eitt sjúkra- hús er nóg reint, samstund- is sum finnast skal fram til, um onnur arbeiði enn bara vasking kunnu gerast av teimum fólkunum, sum dagliga halda Landssjúkra- húsið reint. Á Landssjúrkahúsinum eru tey farin undir eina verkætlan saman við teim- um fólkunum, sum vaska sjúkrahúsið og Havnar Ar- beiðskvinnuelag, sum er fakfelag teirra. Verkætlanin skal ætlandi standa við til jólar, sigur Jan á Argja- boða, sum hevur ábyrgdina av ætlanini. Tey, sum dagliga vaska Landssjúrkahúsið, eru fyri tann allarstørsta partin fast- lønt fólk, umframt nøkur heilt fá tímalønt, sum brúk er fyri av og á. Ætlanin er aat fáa sum mest arbeiðið til teirra, sum fastlønt eru, og helst fáa skipað tað soleiðis, at tey kunnu fáa eitt arbeiði burt- urúr, sum tey kunnu liva av, sigur Jan á Argjaboða. Sum er arbeiða fleiri teirra som mikið fáar tímar, at tað verður ikki full vika burtuúr. Til dømis møta tey um morgunin og fara so heim aftur mitt á degi fyri síðan at koma aftur um kvøldið. – Hetta er sjálvandi ikki nøktandi, sigur Jan á Argja- boða, og tí vilja vit eisini finna út av, um til ber at finna onnur arbeiði, sum hesi somu fólkini kunnu gera ta tíðina, tey annars skuldi gingið heima og bíða aftir at koma út aftur at taka arbeiðið uppaftur. Vaskiarbeiðið á Lands- sjúrkahúsinum var eisini rakt av sparingum í nítiár- unum, og síðan tá er líka- sum eingin, sum hevur nortið nakað við hetta aftur, sigur Jan á Argjaboða. Nú er so ætlanin at skipa tað eftir einum felags norður- lendskum standardi, har mett verður um, hvat kann gerast og nær eitt sjúrkahús er nóg reint. Brúktir verða ávísir fastir formlar so at siga til at staðfesta hetta, sigur hann. Vígdis Johannesen, for- kvinna í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag, sigur, at fel- agið alla tíðina hevur verið kunnað um verkætlanina, sum gjørd verður í samráð við arbeiðsfólkið. Hon væntar ikki, at hetta kemur at ganga út yvir teirra limir, sum teir allarflestu eru fastløntir har úti. Tó við lægri løn, enn tey kundu ynskt sær. – Tá fólk hava arbeitt meira enn tríggjar mánar á Landssjúrkahúsinum fleiri enn 15 tímar um vikuna, gerast tey av sær sjálvum fastlønt, sigur hon. So koma nøkur tímalønt aftur at soleiðis av og á, tá brúk er fyri tí. Hesi verða nú færri, men aftur fyri verður meira varandi arbeiði til hini, sum eru fastlønt, sigur hon. Felag í verk- ætlanar- leiðslu stovnað Felag fyri fólk, sum arbeiða við verk- ætlanarleiðslu, varð stovnað fríggjadagin. Før- oyska felagið er deild av donskum landsfelag Felag fyri fólk, sum ar- beiða við verkætlanar- leiðslu í Føroyum, varð stovnað í Havn fríggja- dagin. Fólk, sum arbeiða við verkætlanarleiðslu hitt- ust á kunningarfundi á Føroya Tele seinnapart- in fríggjadagin. Eftir fundin varð føroysk deild av danska landa- felagnum formliga stovnað, og nevnd varð vald. Triggir nevdarlim- ir vóru valdir fyri tvey ár, og tveir fyri eitt ár í fyrsta umfari. Soleiðis slepst undan, at øll nevndin verður skift út í senn. Eini 25-30 fóolk um- boðandi ymisk feløg og stovnar vóru á fundi, og tá felagið var stovnað, høvdu 14 fólk teknað seg sum lim. Stigtakar- arnir siga, at teir vænta størri undirtøku sum frálíður. Í fyrstu nevndina, sum skipaði seg á fundi seinnapartin mána- dagin, komu Árni Jak- obsen, umboðandi verk- frøðingafelagið Sofus M. Jakobsen, Kári Dahl Christiansen, Føroya Tele, og Regin V. Dals- gaard, Isuus Mobil, sum vórðu valdir fyri tvey ár. Umframt teir vórðu Sigurd Lamhauge, Norðoyartunnilin, og Súni Christiansen, Landsverk, valdir fyri eitt ár. ej Tey, sum vaska gongirnar á Landssjúrkashúsinum, skulu nú hava betri skipað arbeiðsviðurskifti, sum verða roynd í eini verkætlan hetta fram til jóla Í løtuni er Kjell Nattestad úr Miðvági í ferð við at byggja í Mykinesi Mynd: Eddie Lauritsen