týsdagur 24. mai 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 24. mai 2005
9
10 vikur tók tað 90
skeiðsluttakarum á
Húsarhaldsskúla
Føroya at lætna 1/2
tons í alt. Og upp-
skriftin er einføld
– Et minni, rør teg
meir, og lat vera við at
geva øllum møgulig-
um øðrum skyldina
fyri at, at tú vigar ov
nógv, siga Jógvan
Jacobsen og Jóhanna
Klakk, sum til samans
eru lætnaði 30 kilo
KOSTSKEIÐ
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður
Tað vóru 90 glaðir og lættir
skeiðsluttakarar, sum her-
fyri stigu á vektina á Húsar-
haldsskúlanum fyri sein-
astu ferð á hesum sinni.
Eftir 10 vikur á kostskeiði
hjá Elisabeth Akursmørk,
økonomu og Lifecoach, var
tað eydnast teimum 90 lut-
takarnum at lætnað út við _
tons í alt. Tvey av teimum,
33 ára gamla Jóhanna
Klakk og 66 ára gamli
Jógvan Jacobsen, hava mist
ávikavist 19 og 10,5 kilo,
og hvørgin av teimum stúrir
fyri, hvussu tað fer at ganga
at halda vektini, nú skeiðið
er liðugt. Nýggju matvan-
arnir skulu nevniliga vara
restina av lívinum
Tálg uppá breyð
96,4 kilo vístu reyðu náði-
leysu tølini á vektini, tá
Jógvan Jacobsen gjørdi av,
at nú kundi tað vera nokk.
Jógvan er ikki serliga høgur
á vøkstri, og hann kendi á
sær, at hann vigaði alt ov
nógv. Og sjálvt um hann
ongantíð hevur latið seg
freistað av køkum og slikki,
visti hann væl, hvør trupul-
leikin var.
– Eg havi altíð verið ring-
ur eftir feitti. Høvdu vit til
dømis lambstjógv til døg-
urða, lá tað bara í luftini, at
eg »átti« feittið. Og eg tók
gleðiliga móti høsnarunga-
skinninum og øðrum feitti,
sum børnini ikki vildu eta.
Gjørdi kona mín knettir,
hevði eg eina fína umber-
ing fyri at skera mær salt-
tálg uppá breyð, sigur
Jógvan, sum eisini altíð
hevur verið herviligur at
sita og pilka av matinum,
eftir at hann var liðugur at
eta.
Stóra
broytingin
hjá
Jógvani er sostatt, at mest
sum alt feittið á kjøtinum er
skorið burtur, hann brúkar
ikki longur margarin á
breyðið og smelt og garna-
tálg sleppa bert framat í
sera avmáldum mongdum.
Men tað merkir ikki, at
maturin hjá Jógvani nú er
keðiligur.
– Í gjárkvøldi át eg al-
skyns leskiligt smyrjibreyð
til nátturða, og eg gangi
ikki og sakni nakað. Tað
snýr seg bara um at broyta
nakrar gamlar og púra
óneyðugar vanar, sigur
Jógvan, sum eisini gjørdist
ein fastur partur av býar-
myndini í Klaksvík, tá hann
byrjaði á skeiðnum. Jógvan
rennir nevniliga ikki færri
enn 100 km um vikuna, og
tað ger sjálvandi eisini, at
hann kann loyva sær at eta
meir enn fyrr.
Bomm ella døgurða
Sum hjá so nógvum øðrum
kvinnum, vildi vektin hjá
Jóhnnu Klakk ikki rætti-
liga, sum Jóhanna vildi,
eftir at hon hevði átt yngsta
barnið. Og hóast tað eru
fýra ár síðani, var tað fram-
vegis ikki eydnast Jóhonnu
at koma niður á sína van-
ligu vekt aftur. Hon hevði
hoyrt, hvussu væl tað gekst
hjá teimum, sum høvdu
gingið á kostskeiðnum á
Húsarhaldsskúlanum
og
setti sær fyri at royna.
Málið var at lætna 10 kilo,
og í dag vísir vektin hjá
Jóhonnu 10,5 kilo færri,
enn tá hon byrjaði.
– Eg hevði ímyndað mær,
at eg nú skuldi læra at gera
allar møguliga undarligar
rættir, sum kanska ongin
annar í familjuni tímdi at
eta. Men matskráin, Elisa-
beth gav mær, líkist mest tí,
sum ein vanlig føroysk
familja etur. Einasti munur-
in er, at eg skal halda meg
til 1200 kal um dagin, og
tað ber saktans til. Eg havi í
øllum førum ikki gingið
svong.
Jóhanna dylur ikki yvir,
at hennara stóri trupulleiki
var kakur og slikk, umframt
at hon snøgt sagt át ov nógv
í heila tiki. Elisabeth ráddi
henni tí til at viga matin
fyri á tann hátt at hava
tamarhald á nøgdini.
– Tað hevur riggað fínt, tí
so hevur tú onga umbering
fyri at eta ov nógv »av
óvart«. Hatta við kakum er
heldur ikki nakar trupul-
leiki. Eri eg í føðingardag,
lovi eg mær sjálvari at eta
eitt kakustykki, og tað ger
onki, tá eg veit, at eg allar
aðrar dagar haldi meg til
matskránna, sigur Jóhanna
og leggur afturat, at hvat tú
velur at eta, í síðsta enda er
tín egna ábyrgd
– Eg veit til dømis, at ein
pakki av Matadormix telur
líka nógv, sum ein døgurði í
mínum roknistykki. So er
tað upp til mín, um eg vil
hava bomm ella døgurða, tí
eg kann ikki fáa bæði, sigur
Jóhanna.
Jóhanna hevur fyrr roynt
at sloppið av við nøkur kilo
uttan varandi úrslit. Hon er
sannførd um, at orsøkin til
at tað er eydnast hesuferð
er, at hon nú veit, at um hon
fylgir matskránni, gevur
tað úrslit. Eisini hevur tað
havt nógv at siga, at tey
hava verðið vigaði einaferð
um vikuna.
– Tað hevur verið øgiliga
motiverandi at skula uppá
hasa vektina eina ferð um
vikuna. Tí tú finnur skjótt
út av, at fylgir tú ikki
matskránni, skal tað nokk
vísa seg á vektini, sigur
Jóhanna, sum skjótt verður
noydd at skifta stóran part
av klæðunum út.
– At verða noydd at fara
út og brúka pengar uppá
smærri støddir av klæðum
er ikki so galið. Tað brúki
eg gleðiliga pengar uppá,
flennir Jóhanna.
Gomul tankamynstur
Vælumtóktu kostskeiðini á
Húsarhaldsskúlanum byrj-
aðu í 1997 og hava verið á
hvørjum ári síðani. Góða
úrslitið hesuferð er á leið
tað sama, sum hini arini, og
tað man vera besta prógvið
um, at matskráin og heilsu-
ráðini, luttakarnir á skeiðn-
um fáa, eru munagóð am-
boð í stríðnum móti vekt-
ini.
– Hetta eru amboð, sum
fólk kunnu brúka ella lata
vera. Tað týdningarmesta
er, at tann, sum vil missa
nøkur kilo, sjálvur tekur
ábyrgdina av, hvat hann ella
hon etur. Tað vísir seg at, at
ein tann størsta forðingin
fyri at klænka er, at vit hava
lyndi til at geva øllum
møguligum øðrum skyld-
ina fyri, at tað ikki ber til
beint nú. Men vilt tú
veruliga, so eydnast tað
eisini, sigur Elisabeth, sum
nýtir nógva orku til at
motivera skeiðsluttakarnar.
Hon hevur nevniliga eisini
útbúgving sum Lifecoach,
har hon m.a. arbeiðir nógv
við at gomul og negativ
tankamynstir ikki skulu
forða skeiðsluttakarnum í
at náa teirra málum.
Lætnaðu 1/2 tons í alt
Ikki so løgið, at tey bæði Jógvan Jacobsen og Jóhanna Klakk eru glað og errin. Næstan 30 kilo
ella 60 pakkar av margarin eru tey lættnað til samans
- Tú kanst, tað tú vilt. Og ongin annar enn tú sjálv hevur
ábyrgdina av, hvat tú etur, sigur Elisabeth Akursmørk,
økonoma og Lifecoach
Jóhanna hevur onki ímóti at brúka pengar uppá at skifta
garderobuna út, nú hon er sloppin av við tað, sum svarar til 21
margarinpakkar