Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 95 - 24. mai 2005 Í vikuskiftinum stóð viðmerking frá Høgna Hoydal, formanni Tjóðveldisfloksins, í blaðnum. Hann ákærir fjølmiðlarnar fyri ikki at hava røkt sína upp- gávu í samband við málið um yvirtøkulóg og uttan- ríkispolitisku heimildirnar. Hetta ger hann í hvøss- um vendingum, har fjølmiðlar og, ikki sørt sigandi, ein karikaturteknari fáa av grovfílini, og Sosialurin verður lagdur undir at hava yvirhálað gamla Pravda. Nú kenna vit ov lítið til Pravda til at vurdera saman- beringina, men um Høgni Hoydal meinar, at fjøl- miðlar gjørdu í so lítið av í samband við omanfyri nevndu mál, so hevur hann rætt í tí, hóast grundin ikki er tann, hann leggir upp til. Tað er tíverri soleiðis, at alt ov nógv mal koma fyri í Tinginum beint áðrenn Tingið fer í summarfrí. Vit kunnu nevna miðnámsskúlan í Suðuroy, rækjustuð- ulin, Postverksmálið og so sjálvandi málini um yvirtøkulóg og uttanríkispolitisku heimildirnar. Tað var eisini tíðindi í sær sjálvum, tá Tjóðveldisflokk- urin og Miðflokkurin noktaðu at atkvøða í einum máli. Tá so nógv tíðindi og rok í Tinginum eru í einari avmarkaðari periodu, so verður ikki gjørt so nógv við hvørt einstakt mál, sum man kanska kundi ynskt, men hetta er eitt generelt problem í Føroyum, har vit ikki hava fíggjarligu orkuna, at seta tíðindafólk at arbeiða við einum smølum umráði burturav. Blaðútgáva er ein forrætning, ið skal kasta av sær, og hetta hava nógv føroysk bløð sannað tann harða mátan gjøgnum tíðina. Tað er til dømis ikki so langt síðani at eitt rættiliga ambitiøst upplagt føroyskt blað mátti leggja árarnar inn av fíggjar-lig- um áðum. Eitt gott uppískoyti til tíðindaflutningin í Sosialinum um samfelagslig mál er Tinghellan. Vit hava, fyri- uttan at havt prát við serfrøðingar sum Kára á Rógvi í samband við málið um yvirtøkulóg og uttan- ríkispolitisku heimildirnar, havt viðmerkingar um málið frá til dømis Finnboga Ísakson fyrrverandi Løgtingsformanni. Hetta nevndi Høgni Hoydal av onkrari orsøk ikki. Sum áður nevnt, so hevur Høgni Hoydal rætt í sínari meting av, at tað ikki var gjørt so nógv við málið um yvirtøkulóg og uttanríkispolitisku heimildirnar, sum man kanska kundi ynskt, men harifrá til at siga, at fjølmiðlarnir ikki hava røkt sína uppgávu er eitt langt lop, og har ger hann í so nógv av. Um Høgni Hoydal hinvegin metir, at fjølmiðlar ikki hava røkt sína uppgávu, tí teir ikki koma til somu niðurstøður sum Hoydal og Tjóðveldisflokkurin, so fer hann skeivur. Høgni Hoydal eigur at minnast til, at tað, at fólk eru ósamd við honum, merkir ikki neyðvendigvís, at tey ikki vita nóg mikið um málið. Tey kunnu bara rætt og slætt verða ósamd. Tað er ikki sørt niðurgerandi, at halda, at øll, ið ikki eru samd, eru óupplýst. DAGSINS MEINING Sosialurin Sama vitan gevur ikki altíð somu meining VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jón Joensen Í Dimmalætting nr. 85 6. mai 2005 hevur Nicolina Jensen Beder hugvekjandi viðmerkingar til ymiskar flaggdagsrøður. Tað er altíð við áhuga undirritaði tekur blaðið í hond, tá ið hendan mentakvinnan tekur til orð- anna. Eg má siga, at eg gjøg- num árini havi verið líka vónsvikin sum Nicolina, at farbróðir Emil Joensen skal verða tagdur, ella gloymdur burtur, tá ið røðast skal um Merkið. Vit, sum nú eru komin til árs, hava so mangan hoyrt Emil og aðrar útisetar tosa um, hvussu teir tríggir Jens Olivar Lisberg, Janus Øssurson og Emil Joensen í felag gjørdu álvara av, at nú skuldu vit hava eitt føroyskt flagg. Tann, sum teknaði upp- skotið, og setti litirnar saman til Merkið, sum góð 20 ár seinni varð góðkent sum føroyska flaggið, var Emil. Sjálvur gjørdi Emil ongantíð háva burtur úr sær sjálvum, og eg skal ikki á nakran hátt við hesum orð- um minka um tann heiður, sum Jens Olivar Lisberg saman við Janusi Øssurson og Emil hevur fult uppi- bornan. Fyri nøkrum árum síðan skrivaði Niels Juel Arge, og gav út, bókina um flagg- søguna. Sjálvandi varð bókin keypt, og farið varð undir at lesa, tí søgan um flaggið skuldi standa sum ein minnisvarði til komandi ættarlið. Og tá ið tað er Niels Juel Arge, sum sigur frá, so vita vit, at tað eru søguligir dýr- gripir, sum hann savnaði saman frá tí, at Útvarp Før- oya varð sett á stovn og til hann læt eyguni aftur. Tøkk skal hann hava fyri tey av- rikini. Men tá ið eg var liðugur at lesa flaggsøguna, fann eg ikki Emil nevndan í bókini. Takk fyri Nicolina, at tú minti okkum á nakrar søgu- ligar veruleikar! Emil Joensen eisini heiður uppibornan Jóannes Eidesgaard løgmaður Í lesarabrævi tann 3. mai, seta tygum løgmanni ein spurning. Tygum skriva so- leiðis: "Nú fyri nøkrum døgum síðani, frættu vit í útvarp- inum, at fólkapensjónistar hereftir ikki skuldu rokna við at fáa so mikið í pen- sjón, sum higartil. Tær við- bøtur, sum fólkapensjón- istar, ið illa eru fyri, higartil hava fingið, verða ikki meir. Er hetta veruleiki?". Nú veit eg ikki hvørji tíðindi tygum sipa til, men seinast ein broyting er hend viðvíkjandi viðbót til fólka- pensjónistar var í mai 2004, tá nýggj kunngerð um per- sónliga viðbót sambært § 12 í almannapensjónslógini varð sett í gildi. Høvuðs- broytingin í mun til gomlu kunngerðina er, at Al- mannastovan nú skal gera eina ítøkiliga tørvsmeting í hvørjum einstøkum føri, har mett verður um, um pensjónisturin hevur serliga trupul kor í mun til støðuna hjá øðrum pensjónistum. Áðrenn varð bert hugt at ognini ella inntøkuni hjá pensjónistinum. Um inn- tøkan var lægri enn eitt vist, so fekk pensjónisturin viðbótina. Nú verður eisini hugt at hvørjar útreiðslur pensjónisturin hevur, so betur ber til at siga, um pensjónisturin veruliga hevur “serliga trupul kor”, ið er treytin fyri at fáa viðbót. Sostatt missa pensjónist- ar, ið veruliga eru illa fyri, ikki viðbøturnar, og eg kann vissa tygum um, at als ongar ætlanir eru um at lækka fólkapensjónina. Jóannes Eidesgaard løgmaður Tú spyrt meg persónliga í Sosialinum 18. mai, um eg og mín samgonga hava Føroya fólk við okkum í samband við “hesa lóg, sum skal smíðast og sam- tykkjast”. Eg taki sum givið, at tú hugsar um antin yvirtøkulógina ella uttan- ríkispolitisku heimildar- lógina ella kanska báðar tvær. Ja, eg meti so avgjørt, at vit hava ein rættiliga stóran part av fólkinum (eini 60 til 70%) aftanfyri hetta drúgva arbeiðið, sum hevur til endamáls at geva føroy- ingum møguleika at taka yvir málsøkir, tá føroyingar sjálvir vilja tað – uttan at noyðast at semjast við danir í hvørjum einstøkum føri, og geva okkum virknari og sjónligari leiklut á uttan- ríkispolitiska pallinum. Umframt munandi økt sjálvstýri, geva hesar nýggju lógirnar arbeiðsfrið, so vit kunnu savna okkum um at fremja tað, sum tíverri liggur á láni, og sum vit hava sett okkum fyri. Skilji væl, at tú hugsar um, hvat tað er fyri eitt samfelag lítla dóttir tín skal vaksa upp í. Hetta eru júst somu hugsanir, sum eg og mong við mær hava. Og tað er júst tað, sum er orsøkin til, at landsstýrið er farið undir at leggja til rættis langtíðarmál fyri samfe- lagið: “Visjónin um Føroy- ar 2015”: at gera Føroyar til eitt av heimsins bestu sam- feløgum fyri allar borgarar. Góði Petur Pólsson Jensen Til fólkapensjónistin Ikki pedagogar men dagrøktarar Í Sosialinum Leygardagin høvdu vit eina grein um dagrøktarbørn á Tvøroyri, sum høvdu funnið ein sjáldsaman maðk, sum bara varð staðfestir fýra ferðir fyrr í Føroyum. Ì greinini vóru tey vaksnu, sum ansaðu børnunum, nevnd pedagogar. Tað er skeivt, tí rætta heitið á teimum eru dagrøktarar.