Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 24. mai 2005 11 Trupul uppgáva hjá dómsnevndini í Prix- kappingini. Nógvar góðar sangrøddir og nógvur góður sangur sermerktu fyrstu upp- tøkuroyndina í Fugla- firði leygardagin. Oman fyri 100 børn royndu seg sum sang- arar, harav ein evarska lítil partur var dreingir BARNAPRIX Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Fuglafjørður: Tú ert ikki meiri enn innkomin í Ment- anarhúsið, fyrrenn tú merkir tað: Tann sterka stemningin millum børnini og foreldur teirra. Inni í gongini renna børnini runt, fyri líkasum at sleppa av við teir ringastu nevarnar. Og inni í matar- høllini sita foreldrini við borðini og práta. Har frammi við diskin sæst ein long kø av børn- um, sum bíða eftir at fáa eitt sunkist og eitt pylsu- breyð. Onnur spæla kort ella eitt av teimum spølun- um, sum eru sett upp fyri at stytta um bíðitíðina hjá teimum. Alt er kortini merkt av tí sama: Nær sleppi eg at syngja? Ella nær sleppur mítt barn framat at vísa, hvørji sangevnir sum munnu liggja í mínum barni? Okkurt barnið hevur sett seg í eitt horn fyri at venja sangin, tey skulu framføra um eina løtu. Jú, her er óførur stemningur í Ment- anarhúsinum. Fyrsta stigið Bíðitíðin kann tykjast long, men tað merkist kortini ikki á børnunum. Tey hugna sær hóast alt, men innast inni veksur spenn- ingurin allatíðina. Tey vita, at um eina stutta løtu so er tað teirra túrur, - teirra túrur at fara á pall fyri at fáa eina føling av, hvat tað er at vera ein rættur sangari. Nú kemur brádliga róp í. Tað er ein av fyrireikarun- um, Mark Joensen, sum rópar út í salin: - Tey sum hava nummar 550 til 554 verða biðin um at koma fram higar. Fimm børn fara beinan- vegin fram har Mark stend- ur. Fyrsta stigið á leiðini í sangkappingini skal nú byrja. Ikki vandamikið Tey fimm børnini verða førd inn í eitt annað rúm, har fleiri onnur børn standa og bíða eftir tí sama: At sleppa framat at royna sangevni síni. Mark tekur væl ímóti teimum og biður tey bara taka tað heilt róligt: Hetta er als ikki so vandamikið, sum tað kanska følist hjá teimum. Ein fyri ein fara nú hini børnini inn, og at enda er túrurin so komin til ein luttakara úr Hoyvík, - eina, ið nevnir seg Durita. Hon tekur í hurðina inn í sjálva konserthøllina, og tá letist upp fyri henni ein onnur verð. Nú er tað álvari. Inni í høllini sita tey trý: James Olsen, Malan Eyð- unsdóttir og Kim Hansen. James og Malan sita aftan fyri eitt borð, meðan Kim situr á einum krakki framman fyri klaverið. S stendur fyri SUPER 13 ára gamla Durita er eitt sindur nervøs, men líkt er til, at tey í dómsnevndini gera alt fyri at taka ringastu nervarnar frá sangarunum. Durita kemur stillisliga fram til borðið, og James tekur orðið. Spyr hvussu hon eitur. Hon eitur Durita S. og síðani eftirnavnið. - Nå, S!, sigur James fyri at dempa álvaran eitt sind- ur. – Hvat stendur S fyri?, vil hann hava at vita. Durita er skjót at svara: - S, - tað stendur fyri SUPER! James er skjótur at skera útí at flenna, og fer víðari við spurningum sínum. Spyr um bústað, aldur, og hvat lið hon heldur við. - Nå, so tú heldur við HB? Aah, tað var eitt sindur verri, sigur hann skemt- andi. Og Kim skundar sær at taka nakrar falskar akkordir á klaverið. – Hevði tað verið B36, so slapp tú beinleiðis víðari. James ger alt fyri at Durita ikki skal vera nervøs. Malan brýtur hann av og biður Duritu ikki lurta eftir slíkum tosi. – Tú skalt bara gera títt besta. Tað fer nokk at ganga. James letur seg kortini ikki steðga so: - Ja, Durita, hvønn sang ætlar tú tær at fýra av í dag? Hon sigur navnið á sang- inum, og er klár. James biður hana bara taka hend- urnar úr lummanum og so slappa fullkomuliga av. Trampar taktina Durita stemmar í sangin "There will be no". Hon syngur eina løtu, men sangurin er í lægra lagi. Kim hækkar durin eitt sindur, og nú gongur betur. James trampar taktina í gólvið, og Malan slær spakuliga við penninum í borðið fyri at hjálpa til við taktini. Sangurin er liðugur, og Durita takkar fyri seg. – Bei, sigur James og tað sama siga hini. Hon letur hurðina aftur og so er sloppið hjá henni. Uttanfyri tekur Mark aftur vinarliga móti henni og spyr, hvussu gekst. Og inni í høllini stinga tey trý í dómsnevndini nú høvdini saman fyri at meta um avrikið hjá Duritu. Løtu seinni er klárt hjá næsta luttakaranum at koma inn. So Gud hoyrir Tað er neyvan nøkur løtt uppgáva hjá dómsnevndini. Børnini hava vant dúgliga til hesa fyrstu upptøku- royndina nakrantíð til eina slíka kapping. Teirra høvuðsuppgáva er fyrst og fremst at lurta eftir røddini, og tað krevur eitt sindur av toli og úthaldni, tá langt omanfyri 100 børn skulu framat. Tey høvdu sjálvi valt sær sínar sangir, og teir fevndu um føroysk, donsk og ensk løg av ymsum slagi. Onkur sang kendar popsangir, onkur sang sangir tey kendu frá sunnudagsskúl- anum, onkur sang onkran sálmin og onnur okkurt lag, sum tey í dómsnevndini ikki rættiliga kendu til fulnar. Uppgávan hjá dóms- nevndini var eisini at fáa børnini at kenna seg væl undir kappingini, og tí var ein stórur partur av teirra parti eisini tann sálarligi - at fáa børnini at hugsa um sangin og einki annað. Tað gav at bíta ta einu ferðina, tá ein luttakari kom inn og sang sangin "Gud er mentur", so spakuliga at tey illa hoyrdu, hvat hon sang. Aftur her var tað James sum kom við eini hjálpandi hond: - Syng bara harðari. Syng so hart, at Gud eisini hoyrir teg! Tað hjálpti, og nú sang henda gentan av heilum hjarta sang sín. Soleiðis gekk tíðin, og nakað út á kvøldi var sein- asti luttakarin sloppin framat. Og sunnudagin kundu so tey spentu børnini og foreldur teirra lesa á Portalinum, hvørji tey 30 hepnu børnini vóru. 11 ára gamla Maria Djurhuus úr Havn var ein teirra sum royndi seg í Barna- prix 2005. Vit fylgdu henni áðrenn, undir og eftir sangin BARNAPRIX Snorri Brend Fuglafjørð: - Jú, eg eri eitt sindur nervøs. 11 ára gamla Maria Djurhuus úr Havn skal inn at syngja um eina lítla løtu. Hon hevur vant ein sang eitt sindur áðrenn kapping- ina, og nú er stundin komin hartil, at hon skal framføra sangin fyri dómsnevndini í Barnaprix 2005. Hon veit, at ein onnur genta er harinni beint nú, og tá hon er komin út aftur, er tað hennara túrur. Spenningurin er øgiligur, tá hurðin fer upp og henda gentan kemur út aftur. Maria hostar eitt lítið host, og er so klár at fara inn. Áðrenn: Góður sangur Maria hevur hesa seinastu tíðina bara hugsað um tann eina sangin, hon skal fram- føra. Hetta er ein sangur á donskum, sum ein bólkur, ið nevnir seg SHOUT hevur sungið. Talan er um tvær gentur sum syngja á fløguni, og ein av hesum sangum er tann hjá Mariu "Jeg tror det kaldes kær- lighed". - Hetta er ein góður sangur, sum eg havi trenað eitt sindur. Eg visti tað beinanvegin, at hetta skuldi verða mín sangur, sigur Maria. Hon hevur lurtað eftir fløguni fleiri ferðir, og hevur so lært seg tekstin út frá hesum, og hevur soleiðis sungið hann fyri sær sjálvari ferð eftir ferð. Nú er ikki tíð at hugsa meiri um tað, tí nú sigur Mark at hon skal fara inn. Undir: Ov høgur Inni í høllini sær hon dóms- nevndina framman fyri sær – James og Maluna við borðið, og Kim við klaver- ið. James er hann, ið tekur orðið: - Hey Maria. Kom bara nærri. Ja, og tú kanst bara byrja! Maria byrjar at syngja, og verður væl fylgd av klaver- inum hjá Kim, meðan James trampar taktina í gólvið. – Nei, Kim. Set hann eitt sindur longur niður. Hann er ov høgur, sigur James. Kim so ger. Maria er helst eitt sindur nervøs, tí hetta gekk heldur ikki so væl. - OK, Maria. Hatta var ein nokkso ringur sangur, sigur Malan. - Dugir tú ikki onkran annan, so at vit rættiliga kunnu hoyra rødd tína? Maria finnur ikki bein- anvegin uppá nakað annað lag soleiðis í eini handa- vending. Men Malan biður hana bara syngja "Dukka mín er blá". Kim finnur ein hóskandi dur, og nú stemmar Maria í. Hetta var munandi lættari. Aftaná: Ilt í hálsinum Hon takkar fyri seg, og fer út úr høllini. Har stendur Mark og tekur móti og tekur eina mynd av henni. – Nei, eg haldi ikki at tað gekk so væl ídag. Eg havi so ilt í hálsinum, so eg fekk ikki sungið so væl, sigur Maria. Inni í høllini fer dóms- nevndin at meta um sangin. Har vóru nógv góð sang- evnir, men Maria er altso ikki á hesum listanum. Góða eydnu næstu ferð, Maria! – Syng so hart at Gud hoyrir teg! – Eg hevði ilt í hálsinum Maria Djurhuus syngur sangin "Jeg tror det kaldes hærlighed" fyri dómsnevndini. Hóast hon var eitt sindur nervøs, royndu tey at gera alt fyri at hon skuldi sleppa at útfolda seg sum sangara (Myndin er arrangerað, tí hon er tikin eftir at Maria hevði sungið fyri dómsnevndini) Nøvnini á teimum 30 sangfuglunum, ið komu víðari til undanum- førini, standa á síðu 12