týsdagur 24. mai 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 95 - 24. mai 2005
20. mai 2005 vóru 40
ár liðin síðani
Fróðskaparsetur
Føroya varð sett á
stovn. Dagurin varð
hátíðarhildin við
almennari móttøku á
Náttúruvísinda-
deildini í Nóatúni
seinasta fríggjadag
MÓTTØKA
Myndir: Jens Kristian Vang
Umleið 150 fólk møttu til
móttøkuna á Náttúruvís-
indadeildini í Nóatúni sein-
asta fríggjadag í sambandi
við at Fróðskaparsetur Før-
oya fylti 40 ár.
Fróðskaparsetur Føroya
varð stovnað í 1965 við tí
latínska heitinum Acade-
mia Færoensis. Tað vóru
limirnir í Føroya Fróðskap-
arfelag, stovnað í 1952,
sum tóku stig til at fáa ein
lærdan háskúla í Føroyum.
Virksemi tey fyrstu árini
fevndi um ársskeið í nátt-
úrusøgu og í føroyskum
fyri lærarar. Verulig aka-
demisk útbúgving byrjaði í
1970 við heimspeki og
skeiði til »filosofikum«.
Teir sum hildu røðu á
móttøkuni vóru Jógvan á
Lakjuni,
mentamálaráð-
harri, og rektarin á stovnin-
um Jóan Pauli Joensen.
Jóan Pauli segði m.a. í
síni røðu: »Tað er fyrst og
fremst Føroya Fróðskapar-
felag fyri at takka, at Fróð-
skaparsetur Føroya varð
stovnað í 1965. Setrið hev-
ur hesi 40 árini útbúgvið
fólk í føroyskum, í søgu og
samfelagsfrøði og í náttúru-
frøði og tøkni. Fleiri av
hesum sita í dag í góðum
størvum í tí føroyska sam-
felagnum og hava ávirkan á
samfelagslívið. Við nýggju
kunngerðini ber til at taka
prógv sum bachelor, master
og Ph.D., eins og á øðrum
universitetum í Europa.
Lærararnir á setrinum eru
á sama støði sum við onnur
universitet og setrið funger-
ar væl og verður stýrt væl.
Tað er ikki minst setursfyri-
sitingini fyra at takka.
Eg fari at takka øllum á
setrinum fyri teirra dagliga
íkast og teirra arbeiði higar-
til, samstundis sum eg farið
at heita á øll at síggja við
frískum eygum upp á fram-
tíðina.
Eg vil ynskja okkum øll-
um tillukku við 40-ára degi
setursins. Bæði Føroya
fólki,
myndugleikunum,
starvsfólkum og student-
um. Hjartaliga tillukku við
degnum«, segði Jóan Pauli
Joensen at enda.
Um kvøldið var veitsla á
Náttúruvísindadeildini.
Í samband við 40 ára
stovningardagin verða fyri-
lestrar hildnir í stóru fyri-
lestrarøðini »Setrið á ferð«.
Í røðini vera okkurt um 40
fyrilestrar, sum vera um alt
landið.
Fróðskaparsetur Føroya 40 ár:
Fyrst og fremst Føroya Fróðskaparfelag fyri at takka
Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, heldur røðu á 40 ára føðingardegnum hjá stovninum
Malan Marnersdóttir, professari og fyrrverandi rektari, við lítla
ommusoninum
Jóhan Hendrik Winther Poulsen, professari, Jógvan í Lon
Jacobsen,
málfrøðingur,
og Dorete Bloch,
professari í
djóralívfrøði
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, og
Magnus Danielsen, professari í ravmagnsverkfrøði
Mentamálaráðharrin, Jógvan á Lakjuni, ynskir Jóan Paula
Joensen tillukku við føðingardegnum hjá stovninum
Hanna Absalonsen, sum hevur starvast á Fróðskaparsetrinum
síðan byrjan, heilsar upp á rektaran
Móttøkan var á Náttúruvísindadeildini