Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-24, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 24. mai 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hetta er tann fyrsta myndin av tí so kenda poppbólkin- um The Faroe Boys, sum varð stovnaður í 1962 og gavst í 1967. Teir fimm sum mannaðu The Faroe Boys í 1962 vóru, f.v.: Bjarni Skaalum, Tummas Juul Askham, Dánjal Petur Djurhuus, Milson Zachariassen og Tummas Nielsen. Hesi seks árini vóru fleiri útskiftingar í bólkinum. Myndin er rættuliga sjáldsom, tí hon er frá tí tíðini, tá tað var hægsti móti at ganga í føroyskum troyggjum, og helst skuldi troyggjan vera niðri í buks- unum, og vanliga vórðu tey kendu beltini við føroyska Merkinum á spenninum brúkt. Beltini vóru úr mess- ingtráði og var bláur, reyð- ur og hvítur tráður drigin ígjøgnum beltið. Hesi før- oysku tjóðarbelti vórðu framleidd í Aberdeen. Sum tað sæst á myndini kann tónleikaraútgerðin ikki mátast við tað útgerð, sum brúkt verður í dag. Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at við- merkja í samband við hesa myndina, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í sam- band við Birgar Johannes- sen í telefon 314647 ella 273168. Mynd: Føroya Fornminnissavn Dagurin 24. mai. Ester. Drotningin, sum Esters bók í Gamla testamenti er skrivað um. Týdningurin av navninum er óvissur. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu tá elskaða kona, mamma, vermamma og omma okkara Birgit vilhelm Hoyvík andaðist og varð jarðað. Takk til tykkum á G1 og B7 fyri stóra umsorgan. Takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Takk til Kjartan Mørkøre og Marjun Bæk fyri tykkara góðu orð í kapellinum og í kirkjuni. Takk fyri minnisgávurnar til Hjartafelagið og takk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Jens Kári Hanus, Anja og Rúni Tummas Kunngjørt verður, at góði maður, pápi, verpápi og abbi okkara Evald K. F. Müller Kvívík andaðist 20. mai á Landssjúkrahúsinum, 83 ár gamal. Jarðarferðin verður úr Kvívíkar kirkju týsdagin 24. mai kl. 14. Sungið verður úr Sálmabókini. Familjunnar vegna Sigrid Havnar leksikon: The Faroe Boys Hesi 30 komu víðari Eftir upptøkuroyndina vórðu hesi 30 vald út til tey trý undanumførini undan sjálvari finaluni. Millum tey 30 er bert tann eini drongurin Poulina Øregaard, Klaksvík (12 ár) Ester Kristiansen, Norðskála 12 Marita Thomsen, Tvøroyri 13 Barbara Petersen, Havn 12 Oddvør E. Dam, Havn 12 Marin Tórgarð, Havn 13 Sólvá Jensen, Saltangará 13 Eva Døgg Bragadóttir, Hvalba 10 Sharon Zakariassen, Argir 14 Johanna Niklasen, Havn 10 Harald S. Hansen, Toftir 13 Maria Ronnadóttir, Havn 9 Heidi V. Skorðá, Havn 9 Ninni Andersen, Toftir 13 Sanna A. Mortensen, Havn 13 Jón á Steig, Havn 10 Páll Brim Jensen, Klaksvík 12 Kirtin í Garði, Havn 11 Anna Joensen, Havn 12 Døgg Durhuus, Argir 13 Helena H. Jørgensen, Sørvág 8 Suffía Lind Rasmussen, Klaksvík 12 Hjørdis Nesá, Toftir 13 Durita Jógvansdóttir, Klaksvík 11 Silja Danielsen, Kollafjøður 10 Heidi Bjarnadóttir, Miðvágur 10 Rannvá Petersen, Argir 10 Jórun Hansen, Runavík 10 Jónvør Christiansen, Klaksvík 11 Birgit K. Eliasen, Fuglafjørður 13 Andlát & jarðarferðir Harry Jacobsen, ættaður úr Sandavági, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Ríkissjúkrahúsinum hóskvøldið 19. mai, 74 ára gamal. Jarðarferðin var úr Kirkjugarðskapellinum mána- dagin klokkan 13. Evald Múller, Kvívík, andaðist á Landssjúkrahúsin- um fríggjadagin 20. mai, 83 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Kvívíkar kirkju týsdagin klokkan 14. Sungið verður úr sálmabókini. Ingun Stokholm, fødd Lützen, Klaksvík, búsitandi í Thisted, andaðist í heiminum leygardagin 21. mai, 68 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Hurup kirkju mikudagin klokkan 13:30. Kelda: Útvarp Føroya -har tað hendir