Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 95 - 24. mai 2005 Leygardagin fleyg Atlantsflog sín fyrsta túr á nýggju rutuni millum Vágar og Edinburg. Á hesi ferð- ini fingu fjølmiðla- fólk og onnur inn- boðin høvi at "snodda" til nakað av tí, sum skotski høv- uðsstaðurin hevur at bjóða NÝGGJ RUTA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Atlantsflog er nú farið und- ir nýggja rutu millum Før- oyar og Edinburg. Flogið verður leygar- morgun úr Vágum og heim- aftur leygarkvøld. Meðan bíðað verður eftir heim- ferðini úr aftur Skotlandi leygarkvøld, fer flogfarið hjá Atlantsflogi til Zurich í Sveits eftir ferðafólki, sum vilja til Skotlands at spæla golf – og drekka whisky, sum onkur tók til á hesum fyrsta túrinum á nýggju farleiðini. Falcon Trawel Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at tað er sveisiska felagið, Falcon Trawel, sum hevur biðið Atlantsflog flúgva rutuna millum Zurich og Edinburg – í fyrsta lagi fram til, 10. september. - Hetta gevur okkum høvi til eisini at flúgva millum Føroyar og skotska høvuðs- staðin, og er hetta ein kær- komin møguleiki hjá okk- um. Magni sigur, at í økinum kring um Edinburg og Glasgow búgva 4 miljónir fólk móti teimum 400.000, sum búgva í Aberdeen- økinum, hagar Atlantsflog eisini flýgur og framhald- andi fer at flúgva. Stjórin í Atlantsflogi heldur, at stórir møguleikar liggja í flúgvingini upp á Skotland, tá ið havt verður í huga, at ikki færri enn 60 miljónir fólk búgva í Stóra- bretlandi tilsamans. - Hetta er ein liður í at út- byggja farleiðina til henda risa-marknaðin, sigur Magni Arge. Áhugaverdur býur Á fyrstu ferðini hjá At- lantsflogi leygardagin fingu innboðin eina hóm- ing av, hvat Edinburg hevur at bjóða ferðafólki – og tað er ikki smávegis, antin tú hevur áhuga fyri søgu, mentan ella bara einum innkeypstúri. Ein dagtúrur í Edinburg gongur skjótt, men er veðrið til vildar, kanst tú saktans njóta hvønn minutt teir 6-7 tímarnar, tú hevur í býnum – og áðrenn bussur- Leygardagin fara haldarar og starvsfólk á Sosialinum útferð til Edinburg ÚTFERÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leygardagin skipar Klub Sosialurin fyri útferð til skotska høvuðsstaðin, Ed- inburg. Við í ferðalagnum verða haldarar hjá Sosialinum kring landið og starvsfólk á Sosialinum. Á marknaðardeildini hjá Sosialinum siga tey, at flogfarið hjá Atlantsflogi er fultsett, og tí sleppa ikki øll við, sum kundu hugsað sær hendan túrin saman við Klub Sosialinum. Ferðaætlan Farið verður við bussi hjá Bussferðum av Farstøðini í Havn leygarmorgunin klokkan 07, og fráferðin úr Vágunum við flogfarinum hjá Atlantsflogi verður klokkan 09.15. Ferðalagið lendir í Edin- burg klokkan 10.45. Fráferðin úr Edinburg býi við bussi út á flogvøllin verður klokkan 16.30, og klokkan 20.00 verður ferðalagið aftur í Vágun- um. Ferðaseðlarnir verða heintaðir á skrivstovuni hjá Atlantic Airways í Vágum. AA spennir seg út: Nýggj ruta Klub Sosialurin útferð til Edinburg Myndin er tikin av Edinburg Castle og omanyvir vakra býin Mynd: Vilmund Jacobsen Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi og Annika Petersen, sum starvast hjá føroyska flogfelagnum, tosa við fryntliga ferðaleiðaran og bussføraran Mynd: Vilmund Jacobsen