Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 24. mai 2005 15 Atlantic Airways hevur rættiliga sett Føroyar á heimskortið, síðan felagið varð stovnað FLÚGVING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Atlantic Airways varð stovnað í november 1987, og 28. mars árið eftir kundu føroyingar flúgva á før- oyskum veingjum, tá ið felagið keypti sítt fyrsta flogfar av slagnum, British Aerospace. Í 1983 keypti felagið sína fyrstu tyrlu, eina Bell 212, til innanoyggjaflúgving, og í 2001 keypti felagið eina Bell 412 til leiting og bjarging. "Flotin" hjá Atlantic Air- ways er øktur, sum árini eru liðin, og í 2004 keypti felagið sítt triðja flogfar. Í dag eigur felagið soleiðis trý flogfør og tvær tyrlur. Haraftrat leigar felagið eitt fjórða flogfar, sum eisini er partur av dagliga "flotanum" hjá AA. Í sínari tíð vóru tað nógv, sum ivaðust í, um føroyska flogfelagnum fór at vera lív lagað, men tíðin síðan stovnanina hevur prógvað, at tað bar til. Atlantic Airways hevur rættiliga sett Føroyar á heimskortið, og sigast má, at føroyska flogfelagið hev- ur tænt føroyingum og Før- oyum bæði væl og virði- liga. hjá Atlantsflogi til Edinburg in flytir teg út aftur á flog- vøllin til heimferðina. Fyrrapartin leygardagin og til klokkan 14 seinna- partin koyrdu vit gjøgnum ein part av býnum saman við fryntligum ferðaleiðara – eini tilkomnari skotskari kvinnu. Síðan vórðu vit boðin til døgurða, og tá ið hann var fingin niður um, var restin av degnum upp til okkum sjálvi, til bussurin aftur koyrdi av økinum við Edinburg Castle Ein slíkur dagtúrur er hugnaligur og áhugaverdur, og hevur tú fyrst gingið tann eina dagin í Royal Mile, sum er gøtan við teimum smáu handlunum, matstovunum og vertshús- unum, hevur tú avgjørt hug til at gera ein túr aftrat, áðrenn summarið er um- liðið. Uppi í endanum á Royal Mile kemur tú niðan á Castle Hill, har Edinburg Castle stendur ovast uppi. Hetta er ein áhugaverdur og stórur skansi frá farnari tíð – tíðini, tá ið skotar bardust ímóti grannunum fyri sunn- an, onglendingum. Byrjar leygarmorgunin við innkeypi í Royal Mile, er einki til hindurs fyri at ganga niðan á Edinburg Castle og harvið fáa eina hóming av teirri ríku søgu, sum skotski høvuðsstað- urin eigur. Skotsk summarfrí Ein dag í Edinburg kemur tú ikki so langt, sum tú kundi hugsað tær, tá ið tú fyrst ert komin hagar, men hetta er ein dagur, sum saktans kann geva tær íblástur til eina summarfrí í hesum áhugaverda og vakra umhvørvi – saman við teimum fryntligu og gesta- blíðu skotunum. Leygardagin var veðrið skiftandi; viðhvørt skein sólin, og viðhvørt var hegl- ingsælingur, men tað var lýggjari enn í Føroyum, eini 10-12 stig. Annika Petersen, sum starvast hjá Atlantsflogi og hevur ferðast nógv í Edinburg-økinum, sigur, at ferðamøguleikarnir í Skot- landi eru nógvir, og hon kann í allar mátar mæla føroyingum til at royna nýggju farleiðina hjá Atlantsflogi, nú møguleikin er til tess. Eitt av flogførunum hjá Atlantic Airways flýgur yvir Edinburg. Myndin er tikin leygardagin – á fyrstu regluligu ferðini til skotska høvuðsstaðin Mynd: Vilmund Jacobsen Ein partur av føroyska hópinum, sum var við í ferðalagnum leygardagin, savnaður beint frammanfyri Edinburg Castle Mynd: Vilmund Jacobsen Ymiskt forvitnisligt var at síggja, meðan vit steðgaðu við Edinburg Castle – og her er tað eitt brúðarpar sum vitjar Mynd: Vilmund Jacobsen Á føroyskum "veingj- um" í seytjan ár