Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 95 - 24. mai 2005 USA hóttir ST Fleiri politikarar í amerikonsku Kongressini hótta nú við at skerja amerikanska stuðulin til ST, um bygnaðurin í heimsfe- lagsskapinum ikki verður broytt- ur. Tað seinasta átakið er komið frá uttanríkisnevndini hjá Kon- gressini, sigur mælir til at skarva 50 prosent av amerikanska stuðlinum, verður ST ikki ný- skipað. USA rindar árliga næst- an ein fjórðing av útreiðslunum hjá ST, men fleiri politikarar halda, at ov lítið fæst fyri peng- arnar. Talsmaðurin hjá Kofi Annan, aðalskrivara, segði sunnudagin, at amerikanska hugskotið er illa umhugsað, tí tað fer bara at gera ilt verri. Talsmaðurin mælti Kongressini til at samstarva við ST og hini 190 limalondini heldur enn at hótta við fíggj- arligum tiltøkum. Uttanríkisnevndin hjá Kon- gressini í Washington heldur, at USA eigur at skerja játtanina til 17 verkætlanir hjá ST. Eitt av teimum umstríddu málunum er altjóða mannarættindanevndin. USA sigur seg ikki kunna góð- taka, at lond, sum bróta manna- rættindini, kunnu vera limir í nevndini, og uttanríkisnevndin sigur, at verður hetta ikki broytt, eigur USA at skarva 50 prosent av sínari játtan til mannarætt- indanevndina. Eygleiðarar í New York siga, at tilmælið hjá uttanríkisnevndini fær sera álv- arssamar avleiðingar, verður tað samtykt. Teir vísa á, at ST fekk stórar trupulleikar í nítiárunum, tí USA sýtti fyri at gjalda felagsskapinum eina milliard dollarar, sum landið skyldaði. Hermenn doyðu í kulda Alt bendir á, at 45 ungir kilskir hermenn doyðu í kulda, tá teir fóru á eina venjingarferð í Andesfjøllunum í síðstu viku, og leygardagin kunngjørdi Ricardo Lagos, forseti, landasorg í tríggjar dagar. Samstundis leit- aðu bjargingarlið eftir hermonn- unum, og í gjár varð kunngjørt, at bjargingarliðini høvdu funnið fleiri lík í fjøllunum tætt við argentinska markið og einar 500 kilometrar sunnan fyri høvuðs- staðin Santiago. Sorgarleikurin hendi, tá 433 hermenn vórðu sendir á eina venjingarferð í teimum høgu fjøllunum. Illveður kom á teir, men hermenninir høvdu als ikki klæðir til tann nógva kuldan, og hildið verður, at teir flestu doyðu í kulda í tjøldunum. Kilska herleiðslan hevur verið fyri hvøssum atfinningum sein- astu dagarnar. Verjuovastin, Juan Emilio Cheyre, generalur, hevur givið trimum yvirmonn- um sekkin, tí teir høvdu ábyrgd- ina av venjingini hjá teimum ungu hermonnunum, skrivar Reuters. Oljufríar leiðir Í seinastuni hava norskir politik- arar kjakast um, hvørt tað er rætt at fara undir oljuvinnu í Barents- havinum og í pørtum av Lofoten ella ikki, men nú vísir ein kanning, at flestu norðmenn eru ímóti. Kanningin, sum er gjørd fyri norsku deildina av World Wildlife Foundation, vísir, at 60 prosent av teimum spurdu halda tað vera skeivt at fara undir olju- vinnu í Barentshavinum. Teir halda eisini, at partar av leiðun- um úti fyri ofoten eiga at vera oljufríar. Ikki óvæntað vísir kanningin, at í Finnmørkini er meiriluti fyri oljuvinnu í Barentshavinum, tí har vænta fólk, at vinnan kann útvega nógv arbeiðspláss. World Wildlife Foundation er tann einasti náttúruverndarfe- lagsskapurin í Noegi, sum er til reiðar at góðtaka oljuvinnu í Barentshavinum og úti fyri Lofoten, men felagsskapurin hevur kortini víst á fimm ávísar leiðir, sum eiga at verða friðaðar, skrivar Aftenposten. Róptu eftir Lauru Bush Amerikanska forsetafrúan, Laura Bush, fekk eina heldur óvæntaða móttøku, tá hon sunu- dagin var og vitjaði Grátimúrin og Fjallamoskuna í Jerusalem. Við Grátimúrin róptu fleiri jødar á hana og kravdu, at USA skal lata Jonathan Pollard leysan. Hann er amerikanskur jødi, men er dømdur lívlangt fongsul fyri at hava njósnast fyri Ísrael. Við Fjallamoskuna vóru tað palestinar, sum vístu sína misnøgd við tann amerikanska politikkin í Miðeystri. Áðrenn hon kom til Ísraels, hevði Laura Bush verið í Jordan, og úr Jerusalem helt hon leiðina fram til Egyptalands. UTTAN ÚR HEIMI Týsku sosialdemo- kratarnir vóru fyri einum lemjandi ósigri um vikuskiftið, tá flokkurin tapti landspartavalið í Nordhrein-Westfalen fyri fyrstu ferð í 39 ár TÝSKLAND Árni Joensen fartekst@mail.dk Undan valinum í Nordhrein -Westfalen spurdu summir týskarar, um Gerhard Schrøder, kanslari, mundi fara at leggja frá sær, um sosialdemokratarnir taptu valið. Teir taptu, men Schrøder fer ikki frá. Tvørt- urímóti vil hann hava val til samveldisdagin sum skjót- ast. Tað høvdu tey fægstu væntað, og sunnukvøldið søgdu politiskir eygleiðarar í Berlin, at avgerðin hjá kanslaranum var einki minni enn ein bumba. . - Vit vilja framskunda valið eitt ár, so veljararnir kunnu taka støðu til, hvønn tey vilja hava at stýra Týsk- landi, segði sosialdemo- kratiski floksformaðurin, Franz Múntefering, sunnu- kvøldið. Formaðurin í tí størsta andstøðuflokkinum CDU, Angela Mærkel, var skjót at svara, at hennara flokkur er til reiðar at taka dystin upp við sosialdemokratarnar og Tey grønu um stjórnar- valdið. Sum væntað Úrslitið av landspartavalin- um í Nordhrein-Westfalen kom ikki óvart á nakran, heldur ikki leiðsluna hjá sosialdemokratunum. Í 39 ár hevur flokkurin stýrt tí fólkaríkasta landspartinum í Týsklandi, men nú flyta umboð fyri CDU og Fríu Demokratarnar inn í stjórn- arskrivstovurnar í lands- partahøvuðsstaðnum Dúss- eldorf. Úrslitið var greitt longu eina lítla løtu eftir, at val- hølini lótu aftur, tí kanning- ar uttan fyri valhølini vístu, at sosialdemokratarnir høvdu fingið 37,5 prosent av atkvøðunum, meðan CDU hevði fingið 45 pro- sent. Tí kundi høvuðsval- evnið hjá CDU, Júrgen Rúttgers, takka veljarunum fyri álitið. Eisini Angela Mærkel, floksformaður, var ovur- fegin um úrslitið, tí tað ger, at hon hevur uppaftur betri møguleikar at taka við sum kanslari eftir valið til Sam- veldisdagin. Men politiskir eygleiðarar í Berlin siga kortini, at enn er ov tíðliga at siga, at Schrøder noyðist frá tá. Hann er tiltikin stríðsmaður og kann venda gongdini. Stórur áhugi Áhugin fyri landspartaval- inum í Nordhrein-Westfal- en var sera stórur. Ikki færri enn 1.400 tíðindafólk fylgdu við uppteljingini í tinghúsinum í Dússeldorf, og 31 sjónvarpsstrøðir sendu beinleiðis frá upp- teljingini. Harumframt vóru ikki færri enn 35 útlendskar sjónvarpsstøðir umboðaðar í tingsalinum. Týskland hevur álvars- samar búskaparliga trupul- leikar at stríðast við, og arbeiðsloysið er tað størsta í 70 ár. Stjórnin hjá Schrød- er hevur framt fleiri um- skipanir í búskaparpoli- tikkinum tey bæði seinastu árini, men kortini eru um- leið fimm milliónir týskar- ar ella 12 prosent av ar- beiðsmegini arbeiðsleysir, skrivar Reutwers. Schrøder vil hava val aftan á dyggan ósigur Tað var ein álvarssamur Gerhard Schrøder, sum sunnukvøldið boðaði frá, at hann ætlar at framskunda valið til Samveldisdagin. Upprunaliga skuldu týskarar á val næsta ár, men nú verður tað væntandi í heyst Mynd: Reuters