týsdagur 24. mai 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 • týsdagur • 25. mai 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Landsliðsvenjarin sig-
ur seg vera sannførd-
an um, at tað er skeivt
at hava spælara í
landsliðshópinum,
sum ikki er førur fyri
at spæla allar 90 min-
uttirnar og tvær ferð-
ir hálvan annan tíma í
fýra dagar
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Tá ið tað í leygardags-
blaðnum varð greitt frá
landsliðsúttøkuni í sam-
bandi við heimadystirnar
ímóti Sveis og Írlandi, varð
staðfest, at Todi Jónsson
ikki var úttikin, tí honum
restaði dystarvenjing. Hetta
var eisini tað, sum Todi
segði á heimasíðu síni
fríggjadagin á døgurða,
men seinni sama dag rætt-
aði hann útsøgnina. Hetta
varð gjørt fyri at søgan
skuldi venda soleiðis, sum
hon átti at gera, sigur Todi,
sum leggur tekstin soleiðis
út:
- Eg havi sagt við lands-
liðsvenjaran, at eg eri
klárur at koma heim til
Føroya at spæla við lands-
liðnum. Venjarin hevur
svarað mær, at hann heldur
ikki, at eg eri nóg væl fyri
til tað. Venjarin hevur
ábyrgdina, og tað taki eg
sjálvandi til eftirtektar.
Men eg vil fegin undir-
strika, at tað er venjarin,
sum hevur tikið avgerð um,
at eg skal ikki spæla, og at
tað ikki eri eg sjálvur, sum
hava givið avboð, undir-
strikar Todi Jónsson.
Sunnudagin var Todi
Jónsson við FCK í Rand-
ers. Hann var á vøllinum
síðsta korteri, og tað var
hann sjálvandi væl nøgdur
við. Hvussu tað verður við
fótbóltinum í hesi vikuni og
næstu dagarnar fram ímóti
at landsliðið mikudagin í
næstu viku skal savnast at
fyrireika seg til dystirnar
ímóti Sveis á Svangaskarði
annan leygardag og á Tórs-
vølli mikudagin í aðru
viku, dugir Todi ikki at
meta um:
- Í dag hava vit frí, og í
morgin fara vit aftur at
venja. Hósdagin skal FCK í
Gøteborg spæla finalu í
Royalu kappingini ímóti
IFK, og so verður lands-
kappingardystur á skránni
aftur sunnudagin. Í gjár
vóru Zuma og Peter Møller
leikbannaðir. Teir verða
báðir tøkir hósdagin, og
sunnudagin verður Álvaro
Santos leikbannaður, tí
hann varð útvístur í gjár.
Men tað er upp til venjaran
at avgera, hvør mín leiklut-
ur verður. Um eg ikki fái
boð til besta liðið, so rokni
eg við at spæla á næstbesta
liðnum í vikuskiftinum,
segði Todi Jónsson úr
Keypmannahavn
fyrra-
partin í gjár, og so leggur
hann afturat:
- Eg venji saman við ein-
um tí besta hópinum í Dan-
mark. Eg haldi, at tað hevði
einki gjørt, um landsliðs-
venjarin hevði givið sær
sjálvum og mær møguleik-
an í venjingum saman við
landsliðnum at staðfest,
hvussu støðan er. Men tað
hevur hann ikki viljað
gjørt, og tað er venjarin og
ikki eg, sum eigur av-
gerðina.
Skulu kunna spæla
alla tíðina
Hóast Todi Jónsson sunnu-
dagin var á besta FCK liðn-
um, so heldur Henrik Lar-
sen ikki, at tað er orsøk at
taka landsliðsúttøkuna til
viðgerar av nýggjum:
- Tá ið tit siga, at vit hava
úttikið 20 spælarar, so er
hetta ikki heilt rætt. Julian
Johnsson er leikbannaður
ímóti Sveis, og tað ber við
sær, at ein av spælarunum -
umframt triði málverjin -
verður sáldaður frá undan
uppgerðini ímóti Írlandi.
Todi Jónsson er ikki førur
fyri at spæla ein heilan dyst
og als ikki at spæla tveir
dystir í fýra dagar. Tí havi
eg ikki úttikið hann. Hann
hevur spælt rættuliga lítið,
og hann hevur ikki verið
førur fyri at vant við fullari
ferð dagarnar eftir, at hann
hevur spælt. Eitt nú vandi
hann í síðstu viku bara eina
ferð við fullari ferð, eftir at
hann hevði spælt ein hálv-
leik við seriuliðnum. Eg
haldi ikki, at eg eigi at taka
ein spælara út, sum ikki
hevur verið førur fyri støð-
ugt í fjúrtan dagar at venja,
sigur landsliðsvenjarin av-
gjørdur.
Í útvarpinum sunnudagin
tóktist tað sum um, at venj-
arin hevði hug at gloppa
dyrnar fyri, at álops-veter-
anurin í FCK skuldi fáa
landsliðsboð, men fyrra-
partin mánadagin tóktist
hann ikki at hava hug til
hetta. Tá ið hann verður
spurdur, um hann ikki er
samdur í, at tað hevði tænt
landsliðnum, um teir høvdu
havt royndan veteran á
beinkinum, sum kundi ver-
ið skiftur inn og kanska
havt
avgerandi
leiklut
síðstu minuttirnar, svarar
hann soleiðis:
- Nei, tað haldi eg ikki.
Tað er ongantíð rætt at
senda boð eftir spælarum,
sum ikki eru førir fyri at
spæla allar 90 minuttirnar,
og tað haldi eg heldur ikki,
at tað er í hesum førinum,
staðfestir landsliðsvenjarin.
Henrik vil ikki vita av Toda
- Tað er ongantíð rætt at senda boð eftir spælarum, sum ikki eru førir fyri at spæla allar 90 minuttirnar,
og tað haldi eg heldur ikki, at tað er í hesum førinum, sigur Henrik Larsen, landsliðsvenjari
- Eg venji saman við einum tí besta hópinum í Danmark. Eg
haldi, at tað hevði einki gjørt, um landsliðsvenjarin hevði givið
sær sjálvum og mær møguleikan í venjingum saman við
landsliðnum at staðfest, hvussu støðan er