týsdagur 24. mai 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eftir at teir høvdu
verið kroystir og vóru
hepnir bara at vera
aftanfyri við tveimum
málum, reistu teir í
EB/Streymi seg, og so
fóru teir við øllum
ÍF-EB/STREYMUR
Jóannes Hansen
Tað var nógv upp og niður í
Fuglafirði
sunnudagin.
Heimaliðið tóktist, tá ið tað
var hálvleikt, at hava
buktina og báðar endarnar.
Teir reyðu gingu upprættir
og fegnir undir tak til hálv-
leikshvíldina. Tá ið spæl-
ararnir komu aftur á vøllin,
hevði Piotr Krakowski skift
út í tveimum sentralum
plássum. Veteranarnir Egil
á Bø og Jákup Martin Joen-
sen vórðu settir í ávikavíst
miðverjuna og á sentrala
miðvøllin, og í 2. hálvleiki
var tað sum dagur og nátt.
ÍF misti alt meiri, sum
hálvleikurin leið, og EB/
Streymur tók alt meiri á
seg, og í síðsta minuttinum
av tíðini, sum dómarin
hevði lagt afturat, megnaðu
teir at skjóta sigursmálið:
Støðan undirstrikaði, at
tað var við høvdinum undir
arminum, at heimaliðið
ætlaði at skjóta triðja málið
og harvið fáa øll stigini.
Teir fingu horna í vinstru.
Tað var illa sent innfyri.
Hans Pauli Samuelsen fekk
bóltin út á miðjuna, hann
sendi til Sorin Anghel í
høgru. ÍF tóktist royna at
seta rangstøðufellu, men
hon kiksaði, tí Sorin var
aftanfyri miðstrikuna, tá ið
hann fekk bóltin. Sorin
hevði tveir eftir sær, og
hann átti at havt lagt yvir
um til Sonna L. Petersen,
sum var púra leysur í mót-
satta borðinum. Men Sorin
valdi at skjóta, og bólturin
brast í netið aftanfyri ÍF
málverjan, sum hevði flutt
seg eitt sindur úr miðjuni á
málinum. Ivaleyst tí hann
roknaði við, at hann skuldi
verja fyri skotroynd frá
Sonna L. Petersen.
EB/Streyma spælararnir
og teirra viðhaldsfólk kring
vøllin stórfegnaðust. Teirra
2. hálvleikur hevði verið
væl eydnaður, og sum
seinna umfarið leið, og
gestirnir tóku seg alt meiri
inn á ÍF, so øktist intensi-
teturin, og síðstu løtuna var
pulsurin høgur, og talan var
um satt drama.
ÍF spælararnir hingu við
høvdinum, og tað var væl
skiljandi, um fuglfirðing-
arnir kring vøllin fóru hug-
tungir til hús, eftir at dóm-
arin hevði bríkslað fyri
síðstu ferð.
Eftir fyrru trý korterini
hevði alt bent á heimasigur.
Magni á Lakjuni hegnisliga
og uttan stórvegis hóvasták
eftir tvørbólt frá Sylla og
ímillum fleiri viðspælarar
og mótstøðumenn til 1-0 og
2-0 eftir besta ÍF álopið, tá
ið teir fluttu bóltin millum
sín einar átta ferðir, áðrenn
Gunnar Nielsen sneiddi
framvið tveimum og eitt
sindur uttanvert brotsteig-
armarkið sendi flatt í málið.
ÍF hevði møguleikar at
skjóta fleiri mál enn hesi
bæði. Sylla var einsamallur
við Gunnari á Steig, sum
vardi væl fyri, og tað tóktist
sum um, at langskotsroynd
hjá Símuni Eliasen skuldi
enda við máli, men Gunnar
á Steig hálvbjargaði sera
væl.
Vendingin
Í 2. hálvleiki, og serliga
seinna partin av honum,
hevði EB/Streymur væl
betri hugburð, enn teir á
heimaliðnum høvdu. Sum
seinna umfarið leið, kendist
tað í fleiri førum sum um,
at
heimamenninir
ikki
løgdu ta orku og nærlagni í
nærdystirnar,
sum
var
neyðugt. Harafturat megn-
aðu teir illa at varðveita
bóltin ímillum sín, tá ið teir
komu fram á mótstøðuhálv-
una. Rappfótaðu útlendsku
álopsspælararnir vóru í so
sjálvsóknir, og ov nógvir
vóru ikki nóg neyvir.
Fyrsta fráboðanin um, at
EB/Streymur kundi verða
vandamikið, kom, tá ið tað
restaðu nakrir fáir minuttir
av fyrra umfarinum. Sorin
Anghel streyk ígjøgnum
mitt fyri. Hann og Poul
Ennigarð stríddust. Teir
fóru um koll, og bólturin
trillaði skeivu megin stólp-
an. Dómarin bríkslaði av-
gjørdur, rann ímóti Poul
Ennigarð og hevði fingið
reyða kortið úr lummanum,
tá ið ÍF liðformaðurin,
Bartal Eliasen, spenti seg út
og bað dómaran, sum hevði
verið væl plaseraður, fara at
spyrja seg fyri hjá linju-
dómaranum, sum á ongan
hátt hevði havt sama møgu-
leika at síggja tað, sum
gekk fyri seg í ÍF brots-
teiginum, sum dómarin
hevði havt tað.
Linjuverjin segði seg
einki hava sæð. Tað tók
dómarin til eftirtektar og
yvirtrumfaði harvið tað,
sum hann sjálvur tóktist
hava sæð. Reyða kortið fór
aftur í lumman, og í staðin
fyri útvísing og brotsspark
ímóti sær, so hildu fugl-
firðingarnir á við fullari
styrki, men tað vísti seg
ikki at vera nóg mikið.
Skjótt
eftir
steðgin
smekkaði Hans Pauli Sam-
uelsen úr stórari fjarstøðu í
vinstru og í tvørtræið, og so
var tað, at liðformaðurin og
serliga í 2. hálvleiki stríðs-
maðurin á miðvøllinum,
Knút Vesturtún, eftir inn-
legg úr vinstru og ÍF
pjakarí úr eitt sindur í
høgru smekkaði upp í
handara krókin. Eitt flott
mál og lítla løtu seinni var
um reppið, at Pacek javnaði
eftir horna í vinstru, men ÍF
bjargaði á málstrikuni.
Í skjótum álopi, har ÍF
var yvirmannað, høvdu teir
møguleikan at økja til 3-1,
men í staðin fyri at spæla í
høgru ella vinstru, har við-
spælarar
vóru
blankir,
royndi Sylla við skoti úr
rættuliga stórari fjarstøðu. Í
næsta álopinum fekk EB/
Streymur horna í høgru, og
í staðin fyri stóru ÍF mið-
verjarnir so var tað Knút
Vesturtún, sum var hægstur
og stútaði til 2-2.
So reið tað um snarið.
Ofta vóru sendingarnar
skeivar, og sum so ofta fyrr,
so var tað eftir deyðbólts-
støðu, at stigini vórðu pla-
serað. ÍF horna endaði við
Sorin Anghel álopið og
skotroynd, sum bar við sær,
at øll stigini fóru úr Fugla-
firði og norður til Eiðis.
Eftir at teir høvdu verið í
kolkjallaranum eina løtu í
1. hálvleiki, endaðu EB/
Streyma menninir omaná,
og eftir at ÍF hevði havt alt
á hondum, mistu teir alt á
gólvið. Tað ber ikki til at
kenna gongdina meiri upp
og niður og niður og upp!
18
Nr. 95 - 24. mai 2005
Avtalurnar
hildu ikki
Hjálparvenjarin hjá
ÍF dugir ikki at
minnast, nær hann
seinast er farin so
vónbrotin av vøllin-
um, sum hann
kendi seg vera eftir
tapið ímóti EB/
Streymi
ÍF
Jóannes Hansen
Petur Simonsen, ÍF
venjarin, var burtur-
staddur. Tí var tað
hjálparvenjarin, Sonni
Jensen, sum hevði
ábyrgdina av ÍF lið-
num:
- Eg var so vón-
brotin, sum eg kanska
ongantíð áður havi
verið í fótbólti. Í 1.
hálvleiki gekk tað,
sum vit høvdu ætlað,
og tað haldi eg, at tað
eisini gjørdi fyrstu
løtuna eftir stegðin. So
kiksaðu avtalurnar. Vit
megnaðu ikki at varð-
veita bóltin og at flyta
fólkið tað fram, sum
vit høvdu avtalað, og í
fleiri deyðbóltsstøðum
vóru teir vandamiklir
og skoraðu. Tað gjørdu
teir eisini, tá ið vit
vóru á Eiði, og vit
høvdu tosað nógv um,
at hetta ikki skuldi
endurtaka seg, og hvør
skuldi hava ábyrgdina
av
hvørjum,
sigur
Sonni Jensen, sum
serliga harmast um, at
mótstøðumenninir
í
evstu løtu skuldu fáa
sigursmálið:
- Vit høvdu havt
vandamikið fríspark,
og so fingu vit síðsta
hornasparkið.
Tá
kendist tað sum um, at
hetta fór at vera síðsta
royndin
av
øllum.
Kanska fóru onkrir
fram, sum høvdu hild-
ið seg aftari, tá ið vit
høvdu frísparksroynd-
ina, og so var tað Sorin
fekk málið, sum hann
avgjørt ikki skuldi havt
fingið.
Sonni Jensen stað-
festir, at teir nógvu av
undanfarnu ferðunum
hava megnað at staðið
seg betri enn mót-
støðumenninir síðsta
partin av tíðini, men at
tað ikki var soleiðis
hesa ferð.
- EB/Streymur vóru
óførir, tá ið teir komu
afturíaftur.
Kanska
investera ikki allir
okkara
nóg
nógv
síðstu løtuna, men vit
skuldu havt avgjørt
hetta í 1. hálvleiki, tá
ið vit høvdu møgu-
leikar at gera í hvussu
so er fýra mál, heldur
Sonni Jensen.
Veteranurin á EB/
Streyma miðvøllinum
sigur seg ongantíð hava
upplivað so ymiskar
hálvleikar, sum hann
gjørdi í Fuglafirði
sunnudagin
EB/STREYMUR
Jóannes Hansen
Hatta var sum dagur og
nátt. Tað er fyrsta staðfest-
ingin, tá ið Jákup Martin
Joensen, sum eftir steðgin
varð skiftur inn á EB/
Streyma miðvøllin, skal
greiða frá, hvussu hann
upplivdi
sunnudagin
í
Fuglafirði:
- Í 1. hálvleiki sótu teir á
øllum. Teir vunnu 90 pro-
sent av nærdystunum, og
teir høvdu møguleikar at
skjóta fýra ella fimm mál.
Vit kunnu takka málverjan-
um, Gunnari á Steig, fyri,
at vit ikki vóru aftanfyri við
fleiri enn tveimum málum,
heldur Jákup Martin Joen-
sen, sum leggur afturat:
- Eg hitaði upp í steðg-
inum, so eg veit ikki heilt
neyvt, hvussu orðini fullu,
men okkara vóru samdir
um, at hetta bar ikki til, og
at vit vóru noyddir at taka
okkum saman. Tað haldi
eg, at vit gjørdu. Hugburð-
urin var heilt øðrvísi. Í 2.
hálvleiki vóru tað vit, sum
vunnu 90 prosent av nær-
dystunum, og vit høvdu
fleiri góðar málmøguleikar.
Eg haldi ikki, at eg nak-
rantíð í ein heilan hálvleik
havi upplivað at verið so
nógv í brotsteiginum hjá
mótstøðuliðnum, sum vit
vóru í Fuglafirði, sigur
Jákup Martin Joensen.
Hann og Egil á Bø vóru
settir inn eftir steðgin. Egil
kom inn í verjuna fyri
Fróða Clementsen, sum
ikki kendi seg væl og bað
um at sleppa út.
Ert tú nøgdur við gongd-
ina higartil?
- Vit hava ikki verið
støðugir, og vit hava fleiri
ferðir ikki spælt væl. Men
vit kunnu ikki klaga um
úrtøkuna tvær tær seinastu
ferðirnar. Ímóti VB á
heimavølli javnaðu vit við
síðsta sparkinum, og í
Fuglafirði
skoraðu
vit
sigursmálið í síðsta minutt-
inum. Vit hava havt margi-
nalirnar við okkum, og eg
vóni, at góða úrtøkan fer at
síggjast aftur á avrikunum.
Sum dagur og nátt
ÍF-EB/Streymur 2-3 (2-0):
ÍF hevur mist fótafestið
ÍF-EB/Streymur 2-3 (2-0)
Dómari: Páll Augustinussen
1-0: Magni á Lakjuni 5.
2-0: Gunnar Nielsen 36.
2-1: Knút Vesturtún 68.
2-2: Knút Vesturtún 82.
2-3: Sorin Anghel 90.
ÍF: Allan Joensen – Eyðolvur R. Petersen, Poul Ennigarð,
Bartal Eliasen, Fritleif í Lambanum – Hanus Eliasen (Atli
Petersen,83.),Símun Eliasen,Høgni Zachariassen,Magni á
Lakjuni – Gunnar Nielsen, Sylla Amed Davy
Gult kort: Poul Ennigarð, Fritleif í Lambanum, Bartal
Eliasen
EB/Streymur: Gunnar á Steig – Gert Hansen, Andrej Pacek,
Fróði Clementsen (Egil á Bø, 46.), Bárður Olsen – Hallur
Jacobsen (Teitur Joensen, 73.), Knút Veturtún, Marni
Djurhuus (Jákup Martin Joensen, 46.), Hans Pauli
Samuelsen – Sorin Anghel, Sonni L. Petersen
Gult kort: Knút Vesturtún, Andrej Pacek
Fakta um dystin
Við fyrsta málið sínum hetta kapp-
ingarárið fekk Sorin Anghel í evstu løtu
drigið øll stigini úr Fuglafirði
Mynd: www.eb-streymur.fo