týsdagur 24. mai 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lokala stjørnan
Veselin Topalov vann
sannførandi sterku
kappingina Mtel
Masters í Sofia.
Viswanathan Anand
varð nummar tvey
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Eitt øgiligt comeback. Frá
at vera aftastur tá kappingin
var komin í helvt, endaði
Veselin Topalov eitt heilt
stig fremstur tá avtornað
varð.
Eftir fimta umfar vóru
Vladimir
Kramnik
og
Michael Adams á fyrsta
plássi við trimum stigum
hvør. Viswanathan Anand
og
Ruslan
Ponomariov
høvdu 2,5 stig og í botnin-
um vóru Judit Polgar og
Topalov við tveimum stig-
um.
Hevði Topalov eina fan-
tastiska seinnu helvt - har
hann fekk 4,5 stig av fimm
- hevði Kramnik ein kata-
strofalan kappingarenda.
Einans eitt stig av fimm
møguligum fekk heims-
meistarin skavað saman og
hetta gav honum eitt heldur
pínligt aftasta pláss. Ófati-
ligt sum tað ljóðar, so end-
aðu Kramnik og Adams
báðir aftastir, hóast teir
lógu á odda tá kappingin
var hálvrunnin.
Offurvilji
Tá Topalov tapti ímóti
Ponomariov í fimta umfari,
væntaðu fá at hann fór at
reisa seg somikið sterkt
sum hann gjørdi. Ikki minst
tí hann framanundan hevði
lovað seg til at brúka ein-
asta frídagin (eftir 5. um-
far) til at skapa áhuga fyri
telving í heimlandinum
Bulgaria. Millum annað
brúkti Topalov tað mesta av
degnum uppá simultantelv-
ing.
Men sæð útfrá myndum
frá hesum frídegi, tóktist
tað sum Topalov veruliga
hugnaði sær saman við við-
haldsfólkum sínum. Rok-
mikli frídagurin gav í øllum
førum úrslit. Í sætta umfari
niðurspældi hann Anand
við vøkrum offrum og
knappliga hevði Topalov
samband við oddin.
Í sjeynda umfari hevði
hann svarta fólkið ímóti
Adams. Í miðspælinum
hevði Adams lítlan fyri-
mun, men leikti síðani ein
feil, og tað hevur ein ikki
ráð til ímóti Topalov. Topa-
lov telvaði hareftir við stór-
ari megi og vann sannfør-
andi endatalvið við sínum
bispaparið ímóti róki.
Eftir ein spennandi javn-
leik í áttanda umfari ímóti
Polgar, har Topalov enn
einaferð offraði seg til
aktivt spæl, var toppdystur
á skránni móti Ponomariov.
Ungi ukrainski telvarin
hevði telvað sannførandi og
lá uppiborið á deildum
fyrsta plássi saman við
Topalov undan seinastu
tveimum umførunum. Men
ímóti vælkoyrandi bulgar-
anum hevði hann snøgt sagt
ongan møguleika. Topalov
fór í eitt snarligt kongaálop
við at offra ein rók og ridd-
ara longu í byrjanarspælin-
um. Eftir 30 leikir varð
Ponomariov skák mátaður.
Talvið er í blaðnum.
Kramnik fyri skotum
Tá Anand leikti javnt í
tíggjunda og seinasta um-
fari ímóti Polgar, var tað
nóg mikið við javnleiki hjá
Topalov í talvinum ímóti
einum í løtuni illa telvandi
Kramnik. Kramnik hevði tó
ætlað sær at gera ein vørr
og fór í eitt kongaálop, sum
tó varð snøgt steðgað av
oddamanninum.
Eftir
eina
spennandi
støðu seint í miðspælinum,
har Topalov hevði offrað
ein kvalitet fyri væl betri
støðu, bukkaði Kramnik
ein riddara og gavst við
brestin.
Sigurin gav Topalov eitt
trygt fyrsta pláss við 6,5
stigum. Anand varð næstir í
røðini við 5,5 stigum. Eftir
kappingina hevur Topalov
yvirtikið plássið hjá Anand
sum ratingsterkasti telvarin
í heiminum, nú Kasparov er
givin á hægsta stigi. Um-
leið 2788 verður nýggja
ratingtalið hjá Topalov,
meðan Anand dettur niður á
2784.
Nr. 95 - 24. mai 2005
19
Talvið hesa vikuna
Topalov (2778) - Ponomariov (2695)
Mtel Masters (9), 21.05.2005
1.d4 Rif6 2.c4 e6 3.Rif3 b6 Nimzoindiska byrjanin
4.g3 Ba6 5.b3 Bb4+ 6.Bd2 Be7 7.Ric3 0-0 8.Rc1
c6 9.e4 d5 10.e5 Ein teoretisk nýggjheit. Leikurin
tykist logiskur og sterkur 10...Rie4 11.Bd3 Rixc3
12.Rxc3 c5 13.dxc5 bxc5 14.h4 Tendensiøsur
leikur. Topalov fer eftir konginum 14...h6 Ponomari-
ov svarar heldur bangin aftur við ivasum leikur, sum
viknar um kongastøðuna 15.Bb1 f5 16.exf6 Bxf6
17.Fc2! d4 18.Rig5! Vakurt 18...hxg5 19.hxg5
dxc3 20.Bf4 Sera kalt telvað. Tað er hugsandi at
svartur við røttum verjuspæli møguliga kann
yvirliva, men í praktiskari telving er tað altíð torført
at verja slíka veika kongastøðu, har øll síni fólk
standa passivt á drotningasíðuni 20...Kf7 21.Fg6+
Ke7 22.gxf6+ Rxf6 23.Fxg7+ Rf7 24.Bg5+ Kd6
25.Fxf7! Fxg5 26.Rh7 Hóttur Fc7++ 26...Fe5+
26...Fd8 verður svarað við Ff4+ og síðani Be4+ sum
vinnur rókin og eisini talvið 27.Kf1 Kc6 28.Fe8+
Kb6 29.Fd8+ Kc6
Støðumynd eftir 29...Kc6
30.Be4+! Ponomariov gavst orsakav av: 30...Fxe4
31.Fc7 checkmate 1-0
Topalov í serflokki
Endaliga støðan
GM Topalov
Bulg.
2778
6,5
GM Anand
India
2785
5,5
GM Polgar
Ung.
2732
5,0
GM Ponomariov
Ukr.
2695
5,0
GM Kramnik
Russ.
2753
4,0
GM Adams
Eng.
2737
4,0