Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 95 - 24. mai 2005 Føroyska manslands- liðið hevði neyvan væntað, at íslendska ligalandsliðið, sum teir dystaðust við um vikuskiftið, var so sterkt, sum tað í veru- leikanum var. Serliga í fyrra dystinum mill- um londini bæði, kom hetta óvart á før- oyingarnar LANDSDYSTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Henrik Gerster, landsliðs- venjari, segði við Sosialin leygardagin, at eftir hans- ara tykki høvdu føroyingar ein møguleika at basa ís- lendska ligalandsliðnum, um okkara menn høvdu ein góðan dag. Tá mundi før- oyski landsliðsvenjarin neyvan vita, hvussu sterkt íslendska liðið, ið vitjaði í Føroyum, var. Spældu føroyingar tunnar Lat tað verða sagt beinan- vegin. Íslendska liðið var snøgt sagt framúr gott, og tíverri vóru tað alt ov fáir føroyskir áskoðarar, ið høvdu lagt leiðina antin norður til Eiðis leygardagin ella niðan á Háls sunnu- dagin at síggja eina uppvís- ing í, hvussu hondbóltur skal spælast, tá ið hann er bestur. Íslendska kappingin end- aði fyri einari viku síðani, at tað var týðuligt, at ís- lendsku spælararnir vóru í góðari dystarvenjing. Tað sama kann tíverri ikki sig- ast um okkara leikarar, tí hjá teimum var neyvleikin og bóltfølingin als ikki tann sama, sum hon hevði verið, um føroyska kappingin hevði verið í gongd nú. Eisini sást hetta aftur í leikferðini, tí tá ið Ísland setti ferð á álopsspælið hjá sær, megnaðu okkara spæl- arar als ikki at fylgja við, og við nógvari ferð spældu íslendingar føroysku verj- una tunna, og tað gekk lætt hjá teimum at koma til opnu málmøguleikarnar. Teir báðir føroysku mál- verjarnir, Levi Nybo og Lars Black, høvdu úr at gera, og í flestu førum vóru teir eisini prísgivnir. Gekk betur í Havn Í fyrra mansdystinum, sum var á Eiði leygardagin, hekk einki saman hjá før- oyingunum. Av tí sama gjørdist talan eisini um eitt stórtap, 18-39, og tað kundi als ikki góðtakast. Í hesum dystinum sást ógvuliga væl, at føroyska liðið ikki var serliga væl samanspælt, og óneyðugu feilirnir, ið okkara menn gjørdu í álopspartinum, vóru nógvir í tali. Tað skerst heldur ikki burtur, at føroyska verjan í dystinum á Eiði var alt ov friðarlig, og tú saknaði, at føroysku menninir fóru út at berjast við íslendsku leikararnar. Í slíkum altjóða dystum er neyðugt, at tú fert í harðar nærdystir, og sum spælir skalt tú rokna við at fáa nøkur blá merkir. Men á Eiði var føroyska verjan alt ov lítið ágrýtin, og tað sigur ikki so lítið, at føroyingarnir í fyrra dystin- um einans fingu eitt gult kort tíðliga í dystinum, og eina útvísing beint fyri leiklok fyri at brúka munn. Tað er snøgt sagt ikki nóg gott, tí í einum altjóða mannfólkadysti eigur eitt lið altíð at fáa nøkur gul kort og nakrar útvísingar. Tað tóktist tó sum um, at føroyska liðið hevði sett sær fyri at fáa uppreisn í dystinum í Havn sunnudag- in, tí tá var gejsturin heilt ein annar, og í verjupartin- um fóru føroysku spælar- arnir av álvara út í ís- lendsku spælararnar og bardust við teir, sum tað sømir seg. Fínur seinni hálvleikur Besta avrikið hjá føroysku monnunum var seinni hálv- leikur á Hálsi, sum føroy- ingarnir í veruleikanum vunnu við einum máli. Tá sást tú eitt sindur av skipað- um spæli, og eisini sást før- oysku spælararnar tora at gera eina roynd at bróta seg ígjøgnum sterku íslendsku verjuna, og tað lukkaðist eisini í fleiri førum. Tað skal tó sigast, at før- oyski hálvleikssigurin var bygdur á eitt sindur tunt grundarlag, tí tað skerst ikki burtur, at íslendingar skrúvaðu niður fyri blussin- um í seinna hálvleiki. Eitt nú skiftu teir málverjan í steðginum, og tað er einki at taka seg aftur í, at tað var stórur munur á teimum báðm íslendsku málverjun- um. Men føroyska avrikið á Hálsi var avgjørt góðkent, og tað man uttan iva eisini geva monnum blóð á tonna fyri at halda fram við mið- vísu venjingini fram móti Challenge Trophy Cup í Írlandi í heyst. Henrik Gerster, landsliðsvenjari: - Tveir harðir dystir Føroyski landsliðs- venjarin, Henrik Gerster, var saman- umtikið væl nøgdur við dystirnar móti íslendsku manning- ini, ið var væl sterk- ari, enn hann hevði væntað LANDSLIÐSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað var ein nøgdur lands- liðsvenjari, ið vit fingu orðið á eftir seinna dystin móti íslendingum á Hálsi sunnukvøldið. Henrik Gerster helt, at føroysku spælararnir høvdu lært nógv av fyrra dystinum, sum teir megnaðu at rætta í seinna dystinum. Dystarvenjingin manglar - Í dystinum á Eiði eri eg sum heild nøgdur við verjuna hjá okkum, með- an vit ikki eru nóg neyvir í álopspartinum. Í dystin- um her á Hálsi eru vit nógv betur við, og serliga eri eg væl nøgdur við av- rikið hjá mínum monnum í seinna hálvleiki, segði Henrik Gerster. Føroyski landsliðsvenj- arin helt, at tað sást týðu- ligani, at føroysku spælar- arnir manglaðu dystar- venjing. Ikki minst sást hetta aftur í neyvleikanum á skotroyndunum, og Henrik Gerster helt eisini, at tað sást aftur á leikferð- ini, har føroyingarnir høvdu ilt við fylgja við ís- lendingunum í tempo. Ís- lendska kappingini endaði fyri góðari viku síðani, og tí eru íslendsku spælarar- nir í góðari dystarvenjing. - Eg má eisini viðganga, at íslendska liðið er væl sterkari, enn eg hevði roknað við. Eg kendi nakr- ar av spæarunum framm- anundan, men eg helt ikki, at liðið var so sterkt, sum tað nú einaferð er. Hetta eru alt spælarar, sum hava spælt í íslendsku kapping- ini, ið júst er endað, og eg havi frætt, at okkurt um níggju av hesum spælar- unum eru í ferð við at skriva sáttmálar við út- lendsk feløg, greiddi Henrik Gerster frá. Føroyski landsliðsvenj- arin segði, at tá ið talan í veruleikanum var um eitt íslendskt ligalandslið, sum var so sterkt, so má stað- festast, at tann íslendska kappingin er sera sterk. 10 vikuskiftisvenj- ingar undan Challenge Trophy Komandi vikuskifti skulu føroysku spælararnir til eina fysiska roynd, og síðani fáa teir eina venj- ingarskrá, ið teir skulu fylgja miðvíst fyri at ger- ast betur fyri kropsliga. Sambært Henrik Gerst- er verður nú arbeitt víðari fram móti Challenge Trophy kappingini í Ír- landi í heyst, sum før- oyska manslandsliðið skal taka lut í, og eitt nú er ætl- anin, at landsliðshópurin skal savnast til 10 viku- skiftisvenjingar, áðrenn farið verður til Írlands. Spurdur um ætlanir vóru um nakrar aðrar venj- ingardystir, segði Henrik Gerster, at tað var tað ikki í verandi løtu, men kanska fór liðið ein túr til Noregs at spæla móti onkrum klubliði har. Annars er ætl- anin, at tá ið føroyski hóp- urin fer til Challenge Trophy í heyst, verður skipað fyri eini venjingar- legu antin í Danmark ella Noreg ávegis til Írlands. Føroyski landsliðsvenjarin, Henrik Gerster, var fegin um dystirnar móti íslendingum, men hann viðgekk, at mótstøðan var harðari, enn hann hevði væntað. Mynd: Álvur Haraldsen Tað var ógvuliga trupult hjá føroyska liðskiparanum Halgir Dahl Olesen og hinum føroysku spælarunum at berja seg gjøgnum sterku íslendsku verjuna, men tað gekk væl betur í dystinum í Havn enn í dystinum á Eiði. Mynd: Álvur Haraldsen 21.05.05 Føroyar-Ísland 18-39 22.05.05 Føroyar-Ísland 27-36 Framúr sterkir íslendingar