Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-24, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Norski EHF-eygleið- arin, Terje Anthon- sen, ið var komin til Føroya at meta um tey bæði føroysku dómarapørini, við tí fyri eyga, at Føroya møguliga aftur fingu eitt altjóða dómara- par, helt tað verða vónleyst at meta um dómararnar, tí at liðini í landsdyst- unum vóru ov ójøvn DÓMARAEYGLEIÐING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Meðan Føroyar og Ísland spældu teir tilsamans fýra landsdystirnar um viku- skiftið, sat ein eldri grá- hærdur maður einsamallur við síðuna av dómaraborð- inum og skrivaði niður at kalla allatíðina, meðan spælt var. Maðurin við penninum er normaðurin Terje Anthonsen, ið var komin til Føroya fyri evropeiska hondbóltssam- bandið EHF at meta um tey bæði føroysku dómarapør- ini, ið dømdu teir fýra dyst- irnar. Umráðandi at Føroyar hava altjóða dómarar Tá ið vit hittu Terje Anthon- sen eftir seinasta dystin sunnukvøldið, segði hann, at enn fór eingin avgerð at verða tikin, um føroyingar fara at fáa eitt altjóða dómarapar. Tey bæði pørini, ið talan er um, eru brøðurnir Hann- is og Uni Wardum, og so teir báðir Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen. Hannis og Uni dømdu kvinnudystin á Eiði og mansdystin í Havn, meðan Eyðun og Andreas dømdu hinar báðar dystirnar. - Í teimum báðum dyst- unum leygardagin var so mikið stórur munur á liðun- um, at tað er ógvuliga trup- ult at meta um dómara- parið. Tað er alneyðugt at síggja, hvussu dómararnir standa seg í jøvnum dyst- um, har nógv stendur á. Tí kann eg fyri so vítt ikki brúka dystirnar á Eiði til so nógv, segði Terje Anthon- sen. Norski eygleiðarin helt eisini, at munurin var stórur á liðunum báðum í kvinnu- dystinum á Hálsi, og hann helt enntá skemtandi fyri, at hann kundi dømt dystin umvegis eina telefon, um tað skuldi verið. Tó helt Terje Anthonsen, at mansdysturin í Havn, sum Hannis og Uni Ward- um dømdu, kundi nýtast til at meta um dómaraparið, men tó var tað ikki nóg mikið til, at nøkur avgerð verður tikin enn. - Eg haldi, at tað er neyðugt at síggja hesi bæði pørini døma tættari dystir. Men eg vil tó fegin undir- strika, at eg haldi tað verða umráðandi, at Føroyar aftur fáa eitt altjóða dómarapar í hondbólti, tí tað hevur nógv at siga fyri allar dómarar í Føroyum, segði Terje Anthonsen. Nr. 95 - 24. mai 2005 21 Ein av frægastu føroy- ingunum í dystinum móti Íslandi á Hálsi sunnudagin, var Høgni Klein úr Kyndli, sum serliga í seinna hálvleiki fleiri ferðir snýtti ís- lendsku verjuna. Hann helt eftir dystin, at dyst- irnir móti íslendingum vóru eitt gott prógv uppá, at steðgurin í før- oyskum hondbólti er ov drúgvur LANDSLIÐSPRÁT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Høgni Klein var annars fegin um, at føroyska liðið hevði reist seg í seinna dystinum móti íslendingum eftir eyðmýkjandi tapið á Eiði leygardagin. Sambært Høgna hevði føroyska manningin sett sær fyri, at dysturin sunnudagin ikki skuldi tapast við meiri enn í mesta lagi tíggju málum. Sera sterkir íslendingar Spurdur hvussu tað bar til, at føroyingarnir stóðu seg so mikið væl í seinna dyst- inum í mun til fyrra dystin, segði Høgni Klein: - Tað var stórur munur á gejstinum í hesum seinna dystinum í mun til tann fyrra. Vit høvdu eisini sagt við okkum sjálvar, at vit skuldu koma sterkt aftur eftir dystin á Eiði, og lyftið, ið vit høvdu givið um ikki at tapa við fleiri enn tíggju málum, hildu vit eisini, segði Høgni Klein. Kyndlamaðurin helt tó eisini, at íslendsku mót- støðumenninir vóru sera sterkir, og at tað sást aftur úti á vøllinum, at teirra kapping júst var komin at enda, meðan tann føroyska var liðug fyri tveimum mánaðum síðani. - Tú sært, hvussu nógv skot, ið vit hava, sum ikki raka málið. Tað er einki at ivast í, at vóru vit í dystar- venjing, so høvdu vit staðið okkum betur, tí tá høvdu skotini sitið betur, segði Høgni Klein. Hann segði eisini, at eftir hansara tykki liggur føroyska kappingin still alt ov leingi, og um vit ætla okkum at koma víðari, so er neyðugt, at tað verður bæði vant og spælt longri, tí sum nú er, liggur hond- bólturin í Føroyum stillur alt ov leingi. Vónleyst at meta um dømingina Høgni Klein: – Vit liggja stillir ov leingi Norski dómaraeygleiðarin Terje Anthonsen helt ikki, at dystirnir móti íslendingum kundu nýtast til at meta um dómarapørini bæÝi, tí at ov stórur munur var á føroysku og íslendsku liÝunum. Mynd: Álvur Haraldsen Høgni Klein helt eftir dystir- nar móti íslendingum, at neyðugt er at stytta um steðgin, sum er um summ- arið í føroyskum hondbólti. Mynd: Álvur Haraldsen