týsdagur 24. mai 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Eitt føroyskt kvinnu-
landslið í skerdari
útgávu var greitt við
undirlutan móti eini
ungari íslendskari
manning.
LANDSDYSTIR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Føroyski landsliðshópurin
til dystirnar móti Íslandi
um vikuskiftið var nógv
broyttur í mun til tað liðið,
sum stóð seg so væl í Italia
fyri góðum ári síðani. Tey
bæði avgjørdu oddaliðini í
føroyskum
kvinnuhond-
bólti nógvu seinnu árini,
VB og Stjørnan, høvdu
eingi umboð á liðnum, sum
leikti móti Íslandi, og tí má
staðfestast, at talan var um
eitt skert føroyskt lið.
Tempoið ov høgt fyri
føroysku kvinnurnar
Størsti trupulleikin hjá
teimum føroysku kvinnun-
um í dystunum báðum
móti íslendingum, var høga
ferðin á íslendska spælin-
um. Føroysku kvinnurnar
høvdu ógvuliga trupult við
at fylgja við íslendsku
leikarunum,
og
serliga
tungt var tað hjá okkara
leikarum at skifta nóg
skjótt úr álopi í verju.
Hetta kostaði mangan
dýrt, tí ofta gingu tað bert
fá sekund frá tí, at Føroyar
høvdu mist bóltin í álopin-
um, til hann lá í meskunum
aftan
fyri
annaðhvørt
Tommu
Petersen
ella
Guðrun í Lágabø.
Eisini á kropsliga øki-
num vóru okkara spælarar
ikki eins væl fyri sum
íslendsku kvinnurnar. Ser-
liga var tað bakketan hjá
Íslandi, sum var vælvaksin
og sterk, og tað var tungt
hjá føroysku verjuni at
verja fyri, tá ið stóru ís-
lendsku bakkarnir royndu
at bróta ígjøgnum.
Tað sást eisini væl, at
føroysku spælararnir ikki
hava verið í dysti í drúgva
tíð, tí neyvleikin og flyting-
arnar vóru ikki á tí støði,
sum tær helst høvdu verið,
um dystirnir høvdu verið,
meðan heimliga kappingin
var í hæddini.
Framtíðina fyri sær
Sum áðurnevnt var ís-
lendska
liðið
rættuliga
ungt, men tað var tað
føroyska so sanniliga eisini.
Tí kann sigast, at føroyska
liðið hevur framtíðina fyri
sær, og at talan er um
nógvar evnaríkar spælarar,
er einki at taka seg aftur í.
Eitt nú er unga Rebekka
Justinussen úr StÍF fram-
vegis unglingaspælari, men
hon smæddist tó ikki burtur
úr í dystinum móti Íslandi.
Tá ið liðið verður styrkt
við nøkrum profilum úr
ávíkavíst VB og Stjørnuni,
er breiddin góð, og við
miðvísari venjing og fleiri
felagsvenjingum skal okk-
urt gott óivað spyrjast burt-
ur úr.
Hvar liggur feilurin?
Stóri spurningurin og stóra
samrøðuevnið í sambandi
við dystirnar hjá kvinnu-
landsliðnum, var tó, hví
eingir spælarar úr VB og
Stjørnuni vóru við.
Sum nevnt í blaðnum í
vikuskiftinum var ein stór-
ur partur av liðnum hjá
Stjørnuni uttanlands, men
tó ikki allar. Sosialurin
hevur tó fingið uppspurt, at
venjarin hjá Stjørnuni og
fyrrverandi landsliðsvenj-
arin, Rógvi Nielsen, hevði
meldað avboð vegna alt
liðið hjá Stjørnuni til dyst-
irnar móti Íslandi, hóast
onkur spælari ikki var
vitandi um tað. Somuleiðis
hevði Rógvi sagt við fyrr-
verandi starvsfelagan á
landsliðnum,
Flemming
Raben, at leikararnir úr VB
ikki høvdu sýnt landslið-
num áhuga, men tað kendu
VB-spælararnir
sjálvar
einki til. Tær hava ongantíð
fingið nakra áheitan ella
fyrispurning frá lands-
liðsvenjaranum ella HSF.
Flemming Raben hevur
tikið orðini hjá Rógva fyri
gott, og tí kann hann ikki
lastast fyri, at VB og Stjør-
nan einki umboð høvdu í
hópinum til dystirnar móti
Íslandi. Danski venjarin
hevur snøgt sagt fingi blóð-
skeiv boð frá fyrrverandi
starvsfelaganum, sum hev-
ur meldað avboð fyri leik-
arar, sum ikki vóru vitandi
um hetta. Hetta ber ikki til,
og tað má fáa avleiðingar
innanhýsis í hondbóltssam-
bandinum, at spælarar, sum
eru áhugaðir í at spæla á
landsliðnum, og sum iva-
leyst kunnu gerast grund-
stuðlar á liðnum, ikki
sleppa framat. Bara tí
Rógvi Nielsen sigur við
Flemming Raben, at tær
ikki hava hug at spæla á
landsliðnum.
Vit royndu bæði í viku-
skiftinum og mánadagin at
fáa fatur á Rógva Nielsen,
men til fánýtis.
22
Nr. 95 - 24. mai 2005
Venjarin hjá før-
oyska kvinnulands-
liðnum, Flemming
Raben, heldur tað
verða umráðandi,
at størri dentur
verður lagdur á
fysiska venjing inn-
an hondbóltin í
Føroyum
LANDSLIÐSPRÁT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Flemming Raben var
fegin um dystirnar móti
sterku íslendsku mann-
ingini, tí at dystirnir
vóru eitt gott høvi hjá
honum at síggja nakrar
nýggjar spælarar royna
seg í landsliðshøpi. Men
landsliðsvenjarin heldur,
at dystirnir móti Íslandi
prógvaðu, at vit eiga at
leggja størri dent á
kropsliga venjing her
heima, tí at okkara spæl-
arar standa ikki mót-
støðuleikarunum mát á
kropsliga økinum.
Ungt lið
Sjálvur helt Flemming
Raben, at tað var ógvu-
liga sjónligt í dystunum
móti ungu íslendsku
manningini, at føroyska
kappingin er liðug fyri
umleið einum mánað
síðani.
- Eg haldi, at tað sæst
ógvuliga týðuligani, at
okkara spælarar mangla
taðnn seinasta neyvleik-
an í hesum báðum dyst-
unum, og tað kemur
sjálvsagt av, at teir ikki
hava roynt seg í dysti í
ein mánað. Hinvegin
haldi eg, at í seinna
hálvleiki av dystinum í
Havn sunnudagin eru
okkara spælarar væl við,
og tá spæla tær fyri so
vítt upp við íslendska
liðið, segði Flemming
Raben.
Føroyski
landsliðs-
venjarin viðgekk tó, at
íslendska landsliðið var
væl sterkari, enn hann
hevði væntað, og hann
hevði ikki væntað, at
mótstøðan fór at verða
so sterk. Flemming Rab-
en sigur, at eftir hansara
tykki
er
íslendskur
kvinnuhondbóltur kom-
in rættuliga langt.
Í sambandi við dystir-
nar móti íslendingum
hava føroysku kvinnur-
nar eisini verið saman
uttan fyri vøllin, og tað
heldur Flemming Raben
hevur sera stóran týdn-
ing.
Miðvís venjing
Føroyska kvinnulands-
liðið arbeiðir í løtuni
fram ímóti enn eini
Challenge Trophy Cup
kapping, sum væntandi
verður einaferð komandi
vár. Flemming Raben,
sum hevur tikið við
landsliðsvenjarasessin-
um eftir Rógva Nielsen,
sigur, at nú verður løgd
ein miðvís venjingar-
skrá, sum teir leikarar, ið
eru áhugaðir í at verða
við
í
landsliðshøpi,
skulu fylgja.
Hondbóltssambandið
fer at koma við einum
útspæli til, hvussu teir
føroysku
spælararnir
hvør í sínum lagi kunnu
arbeiða við kropsligari
venjing, tí tað er serliga
á hesum øki, at vit eru
eftirbátar,
heldur
Flemming Raben.
Eisini heldur Flemm-
ing Raben, at tað er av
stórum týdningi fyri
føroyskan hondbólt, at
okkurt verður gjørt fyri,
at spælararnir eru virk-
nir i eitt longri tíðar-
skeið, enn teir eru í løt-
uni. Sum nú er, liggur
hondbólturin í Føroyum
stillur alt ov leingi, og
tað ber ikki til, um vit
ætla at verða við í al-
tjóða hondbólti, heldur
Flemming Raben.
Flemming Raben, landsliðsvenjari:
- Noyðast at
arbeiða við
tí kropsliga
21.05.05 Føroyar-Ísland 14-31
22.05.05 Føroyar-Ísland 14-26
Skert føroyskt lið
tapti greitt
Unga Rebekka Justinussen úr StÍF h.m. stóð seg væl í dystunum móti íslendsku kvinnunum um
vikuskiftið.
Mynd: Álvur Haraldsen
Flemming Raben, lands-
liðsvenjari, heldur tað
verða umráðandi, at
okkurt verður gjørt fyri at
føroyskir hondbólt-
spælarar eru í gongd ein
størri part av árinum.