týsdagur 24. mai 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 24. mai 2005
23
Tað var um reppið, at
»einki samband er við
fartelefonina« tónin
kom til Gøtu, men við
sigrinum á VB fekk GÍ
tikið seg somikið nógv
upp, at níggjunda
plássið nú bara er eitt
stig burturi
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Annað vikuskiftið á rað
skuldi GÍ til Suðuroyar, og
trýstið á spælarunum var
ikki minni hesaferð. Við
bara fýra stigum fyri fyrsta
triðingin av kappingini sá
tilveran alt annað enn bjørt
út, og við dysti móti lið-
num, sum undan uppgerð-
ini var næstaftast, var krav-
ið hjá gøtumonnunum heilt
einfalt. Ein sigur og einki
annað kundi góðtakast.
GÍ slapp væl
Og tað eydnaðist eisini at
fáa sigurin. Við einum hart
arbeiðandi miðvølli, sum
hesaferð
innihelt
bæði
Sámal Joensen og Súna
Olsen eydnaðist fyri tað
nógva gøtumonnunum at
halda spælinum uppi á VB-
hálvuni.
Hetta var kansak eisini
sambært spæliætlanini hjá
VB, ið fyri tað nógva hevði
vónir um kontrafótbólt,
men tað gjørdist tó sjáldan
talan um nakað upplagt
høvi til hetta. Gøtumennnir
høvdu bæði tol og disciplin
í sínum spæli, soleiðis at
óneyðugir møguleikar ikki
vórðu givnir fyri einki, og
tað eydnaðist teimum eisini
at koma á odda fyri steðgin,
tá Sámal Joensen kom at
standa væl fyri eftir inn-
legg.
Kanska skuldi ein hildið,
at hetta fór at noyða VB
longur fram á vøllin, men
tað hendi tó ikki. Heldur
royndu teir at halda fast í
grundspælinum, har bundið
varð fyri í verjuni, men
leiðsluni
í
bakhondini
hevði GÍ ikki tann stóra
tørvin á at trýsta alt ov
nógv. Og tá teir so eisini
øktu um leiðsluna, gjørdist
mest sum leyst og liðugt.
Hesaferð byrjaði Sámal
sjálvur álopið, og umvegis
Súna Olsen varð bólturin
sendir til ein púra leysan
Krzystof Popczynski, sum
ikki sveik álitið á gamla
heimavølli sínum. Og tá
Súni so eftir nærum obliga-
toriska frísparksmálið økti
til 3-0, var leyst og liðugt.
Tá royndi VB annars at
tveita nakað av fólki fram,
men trý mál kundu teir
ongantíð taka innaftur.
Kreppan flutt
suðureftir
Fyrstu nógvu umførini hev-
ur krepputosið í føroyska
fótbóltsheiminum fyri tað
nógva snúð seg um GÍ og
KÍ, men hetta tykist nú vera
flutt. Seinastu fimm dystir-
nar hevur VB bara fingið
eitt stig, og tað sæst eisini
aftur á talvuni. Har er VB
nú bert eitt stig framman
fyri GÍ, men skal metast
eftir dystinum sunnudagin,
so er tað bara ein spurning-
ur um tíð, áðrenn hetta
eisini er broytt.
Skifta heimavøllin
Lagið var í toppi hjá gøtu-
monnum, tá vit eftir dystin
í Vági fingu orðið á teir.
Sigurin var eitt krav undan
dystinum, og sum Sámal
Joensen tók til, so vildi eitt
tap verið katastrofalt fyri
liðið.
- Tú kanst ætla, at hetta
hjálpti upp á lagið. Høvdu
vit tapt, so vóru sjey stig
upp bara fyri at fáa kontakt
við hini liðini, og tað vildi
verið ein skandala. Nú er
talan so bara um eitt stig,
og tað kunnu vit taka inn-
aftur, helt hann.
Komandi umfarið hava
gøtumenn heimavøll móti
ÍF. Ein dystur, har GÍ al-
oftast stendur seg væl, og
sjálvur tykist Sámal eisini
vóna, at tann dysturin kann
geva stig av sær.
- Tað plagar jú at ganga
væl hjá okkum móti ÍF.
Ikki minst í Gøtu, men nú
veit eg ikki, um dysturin
verður har. Fólk eru í øllum
førum farin at tosa um, at
vit kanska skuldu flutt
heimavøllin til Vágs. Tað
tykist so vera einasta stað-
ið, har vit fáa nøkur stig,
helt hann skemtandi.
-jm
Dawid fekk ikki
loyvi at spæla
Seinastu vikurnar hevur tað
verið pólverski Marcel
Dawid, sum hevur vart GÍ-
málið, men hann var ikki
millum stólparnar sunnu-
dagin.
Ístaðin var tað Meinhardt
Joensen, sum spældi sín
fyrsta dyst á besta GÍ-
liðnum. Hann breyt annars
armin stutt eftir, at hann
hevði gjørt sáttmála við GÍ,
og tí gjørdist neyðugt við
øðrum loysnum á málverja-
spurninginum.
Her endaði alt við, at
Dawid varð læntur frá
VB/Sumba, men leigusátt-
málin innihelt eisini nakrar
klausular. Millum annað, at
Dawid ikki skuldi verja
málið, tá VB var mótstøðu-
liðið, og hetta var so or-
søkin til, at málverjin hjá
GÍ hesaferð æt Meinhardt
Joensen.
-jm
…ein kommuna í menning
Byggifrøðingur
VB-GÍ 0-3 (0-1):
0-1: Sámal Joensen
0-2: Krzystof Popczynski
0-3: Súni Olsen
Dómari: Eiler Rasmussen
VB: Bjarni Johansen – Mortan úr Hørg, Anders Sørensen,
Súni úr Hørg, Kári í Lágabø – Poul N. Poulsen (Nenad
Zivanovic, 56.), Edvard Ble, Milan Kuljic, Símun Samuelsen
– Dan Djurhuus,Mikael í Lágabø (Jón Krosslá Poulsen,46.)
GK: Edvard Ble, Jón K. Poulsen
GÍ: Meinhardt Joensen – Jónreid Dalheim, Robert
Rzeczycki, Kaj Ennigarð (Atli Gregersen, 48.), Hanus
Jacobsen – Símun Louis Jacobsen, Sam Jacobsen, Súni
Olsen, Sámal Joensen (Magni Jarnskor, 71.), Áslakur R.
Petersen (Poul Arni Jacobsen, 79.) – Krzystof Popzynski
GK: Robert Rzeczycki
Fakta um dystin
VB-GÍ 0-3 (0-1):
GÍ fekk samband
Væl mannaði GÍ-miðvøllurin fekk í
longum løtum lætt spæl móti VB, sum
bíðaði og bíðaði eftir kontra-møguleik-
anum, sum ongantíð kom
Mynd: Áki Bertholdsen