Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 95 - 24. mai 2005 Ferðin í Gundadali var í toppi, tá Skála og B36 býttu stigini, og eisini í oddastríðnum er verulig ferð komin á spenning, har Skála FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Myndir: Álvur Haraldsen Fyri aðru ferð innan knapp- ar tvær vikur dystaðust B36 og Skála sunnudagin. Hesaferð var Gundadalur staðið, har dysturin fór fram, men samlaða úrslitið varð tó ikki stórt øðrvísi. Ein javnleikur í einum dysti, sum kanska kundi fari báðar vegir, tó at heimaliðið helst var partur- in, sum hevði størstu or- søkina at iðra seg. Sovandi heimalið Fyrstu løtuna var tað tó Skála, sum setti dags- skránna. Klokkan var ikki meira enn farin um fyrsta minuttin, tá Bjarni Jørgen- sen á miðjum vølli fekk fatur á eini skeivari sending frá Óbi. Vanliga eru Pól Thorsteinsson og Fróði Benjaminsen ikki mennin- ir, sum tú snýtir uttan víð- ari, men tað legði Bjarni ikki stórvegis í. Hann gjørdi ikki mætari enn at renna beina leið gjøgnum B36 verjuna, og tá lands- liðsmálverjin kom ímóti var Bjarni nóg kaldur til at trilla bóltin flatt í handara hornið. B36 tóktist nærum skelk- að av bragdligu byrjanini hjá gestunum, og næstu góðu løtuna sat Skála á mest sum øllum. Lítið hekk saman hjá vertunum, og tá Skála vann bóltin, settu teir oftani ferð á, og fleiri ferðir gjørdist eisini talan um heilt vandamiklar støður. Nærmast við var Bogi Gregersen, tá hann smekk- aði til av brotsteigarhorn- inum. Skotið hevði beina kós oman í síðunetið, men við ytsta pettinum av negl- unum fekk Jákup Mikkel- sen skavað bóltin yvir á stólparótina. Og spakuliga raknaði oddaliðið við. Ikki minst miðvøllurin, har Fróði Benjaminsen og Mikkjal Thomassen fyrstu løtuna snorksvóvu, kom nú í snún- ingar, og teir otaðu seg alt meira niðan á Skála hálv- una. Uppskriftin til hetta var sum so sera einføld. Knallhart arbeiði úr enda í annan. Syngjandi tackl- ingar vórðu gjørdar frá báð- um pørtum kring allan vøll- in, men spakuliga hómaðist tó, at Skála-miðvøllurin helst gjørdist taparin í hes- um stríðnum. Ikki minst, tí teir saknaðu vanligu mið- vallar-dynamo’ina, Paula G. Hansen, sum var úti við skaða. Í hansara stað var Pætur Dam Jacobsen mitt á, og tó at hann er bæði raskur og sterkur, so hevur hann ikki heilt sama drive í spælinum, sum Pauli hevur. Kontant á miðvøllinum Ein útjavning lá allar helst í luftini, og hon kom eisini, tá farið var um miðjan hálvleikin. Mikkjal Thomassen varð feldur, tá hann dróg niðan móti brotsteiginum, og eftirfylgjandi frísparkið varð Allan Mørkøre settur at skjóta. Bólturin bar við Fróða Benjaminsen á veg- num, og so var Vlada Filipovic púrasta seldur, tá bólturin umvegis handara stólpan fór í málið. Og um nakað, so setti hetta av álvara meira ferð á dystin. Nærdystirnir gjørd- ust - um gjørligt - enn fleiri í tali. Ikki minst Mikkjal Thomassen og Ingi Højsted vóru harðir í sínum tackl- ingum, og meira enn ta einu ferðuna lógu spælarar ven- andi eftir á vøllinum eftir harðliga viðferð í nærdyst- unum. B36 fekk nú eisini skapt sær nakrar møguleikar. Ikki minst, tá tað nakrar ferðir eydnaðist Alex dos Santos at koma framvið í vinstru, ella tá hann varð sendur niðan at taka vandamiklu hornaspørk síni. Men vertirnir máttu tó bíða til eftir steðgin, áðrenn teir fingu løn fyri stríðið. Óbi rann lættliga Rúna Rasmussen av, tá ein langur bóltur varð sendur niðan- eftir, og tó at skotið frá nigerianska framherjanum ikki var tað harðasta, so fekk Vlada bert hálvbjarg- að bóltinum, og so var Allan Mørkøre fyrstur á returinum. Hjálpti at missa Pól Og so var tað B36, sum átti tørn at avgera dystin. Skála tóktist ikki reiðiliga gearað til mótbrekkuna, sum var. Kanska høvdu teir í huga, hvussu B36 seinastu løtuna fyri 10 døgum síðani mest sum át seg aftur í dystin, og ferð eftir ferð tóktust gest- irnir at bakka eftir hæli, heldur enn at trýsta spælið niðan. Ein týðandi orsøk til hetta var kanska eisini, at Pól Thorsteinsson var farin út við skaða í steðginum. Tað var sjálvandi ein miss- ur fyri B36, og tað var sjálvandi eisini ein missur, at Fróði Benjaminsen so- leiðis varð fluttur av mið- vøllinum, men hinvegin flutti hetta Inga Højsted inn á sentrala miðvøllin, har hann trívist nakað nógv betri, enn hann ger í síðuni. Tað gav líka sum spælin- um hjá B36 eina eyka dimensión, soleiðis at bólt- urin nú eisini kundi førast niðan við stuttum sending- um, heldur enn bara at dúva upp á neyvu longu send- ingarnar frá Santos, tá álop skuldu byggjast upp. Og tað var eisini um reppið, at B36 nú fekk av- gjørt. Fleiri ferðir eydnaðist teimum at bróta spælið á miðjum vølli, fyri síðani at seta ferð á omaneftir, men tó at upptrekk til opnar møguleikar vóru, so kom tann heilt stóri kjansurin ikki. Vandamikil innnkøst Og spakuliga fekk Skála so eisini fatur á rætta endan- um. B36 hevði kanskta nýtt ov nógva luft í royndunum at avgera dystin, og í øllum førum tóktust gestirnir hava betru orkuna og størri sál- arligu yvirvágina seinastu løtuna. Teir otaðu seg spakuliga niðaneftir, og tó at eingin opin møguleiki spurdist Skuldu hildið fast Hóast hann enn eina- ferð kom á máltalvuna, so kundi Allan Mørk- øre eftir dystin sunnu- dagin ikki fjala, at hann var eitt sindur vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at taka øll stigini í dystinum móti Skála. - Eg haldi sjálvur, at vit hava gott tak á teimum. Fyrstu løtuna eru vit tó als ikki klár- ir, og vit verða eisini revsaðir. Men vit klára so at stríða okkum aftur í dystin. - Eftir steðgin haldi eg ikki, at teir hava ein tann einasta møgu- leika, meðan vit hin- vegin hava fleiri støð- ur, sum kunnu gerast heilt vandamiklar. Vit skapa eisini møguleik- arnar, men vit klára ikki at lukka dystin, og so fáa teir ístaðin eitt mál eftir innkast, har vit vita, at teir eru lívs- farligir. Hetta var triðja ferð- in á rað, at B36 spældi javnt, og Allan við- gekk eisini, at tað kann gerast tungt í longdini, tó at hann eisini sá glottar í hesum. - Tað kann sjávlandi kosta, um ov nógvir javnleikir koma á skránna. Men hinveg- in, so hava vit nú spælt tríggjar ferðir móti hinum oddaliðunum uttan at tapa, og tað merkir í øllum førum, at vit ikki lata tey fara framvið. Og spurdi tú okkum undan hesum trimum dystunum, so vórðu teir nokk til sølu fyri tríggjar javnleikir. - Móti NSÍ næstu ferð skal talan tó helst verða um sigur. Skulu vit halda fast um odda- sessin, so verður tað neyðugt við sigrum. Somikið einfalt er tað, helt Allan at enda. -jm Hóast tríggir javnleikir á rað kunnu kosta nógv, so helt Allan tað vera positivt, at teir enn ikki hava tapt nakran av dystunum móti HB og Skála B36-Skála 2-2 (1-1) 0-1: Bjarni Jørgensen, 2. 1-1: Fróði Benjaminsen, 26. 2-1: Allan Mørkøre, 48. 2-2: Jónhard Frederiksberg, 79. Dómari: Petur Reinert. Kom væl frá eini ferðmiklari upp- gávu, har hann eisini kundi valt at floyta dystin sundur og saman.Tað hendi tíbetur ikki. B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen, Herbert í Lon Jacobsen, Pól Thorsteinsson (Bergur Midjord, 46.), Alex dos Santos - Ingi Højsted, Mikkjal Thomassen (Bárður H. Joensen, 85.), Fróði Benjaminsen, Eyðun Højgaard - Allan Mørkøre, Obele Okeke Onyebuchi (Thomas H. Rubeksen, 75.) GK: Kenneth Jacobsen, 46., Fróði Benjaminsen Skála: Vlada Filipovic - Bárður Danielsen, Rúni Rasmussen, Milic Curcic, Iulian Florescu - Bjarni Jørgensen (Rói Jacobsen, 55.), Pætur Dam Jacobsen, Nenad Stankovic, Hanus Thorleifsson (Sveinur Justinussen, 90.) - Bogi Gregersen (Jenel C. Gorgenurc, 82.), Jónhard Frederiks- berg GK: Iulian Florescu, 45. Fakta um dystin B36-Skála 2-2 (1-1): Full ferð á oddastríðnu