týsdagur 24. mai 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 24. mai 2005
25
burturúr, so fingu teir eisini
prógvað, hvussu týdningar-
miklar
tær
sonevndur
standard-støðurnar í mo-
dernaðum fótbólti eru. Í
øllum førum kunnu nú
bæði HB og B36 skriva
undir uppá, at tað er mest
sum lívshættisligt at geva
Skála eitt innkast í nær
námind
brotsteiginum.
Hetta fekk Pætur Dam Ja-
cobsen, tá hann í aðru at-
løgu syfti bóltin sera neyvt
inn í B36-málteigin. Í
fyrstu atløgu var okkurt
høvdu undir bóltinum, men
tá hann datt fyri føturnar á
Jónhard
Frederiksberg,
smekkaði
arbeiðssami
landsliðsmaðurin til fyrstu
ferð. Og við eitt sindur av
hepni, kundi sama støðan
endurtikið seg seinni, men
tað ferðina fekk Jónhard
ikki fatur á leysa bóltinum,
sum ístaðin varð skrumbl-
aður út til horna.
Úrslitið var helst
rættvíst
Tí gjørdist talan enn eina-
ferð um javnleik, og sum so
ein hampuliga rættvísan av
slagnum.
Mest av øllum, so bar
dysturin boð um, at venj-
ingarstøðan skal vera í lagi,
um takast skal við antin
Skála ella B36. Ferðin varð
í løtum skrúvað væl upp
um tað, sum spælararnir
megnaðu at fylgja, nær-
dystirnir vóru nógvir og
harðir - uttan at talan tó
gjørdist um ljótt spæl, og
yvirhøvur hevði kropsliga
styrkin hjá liðunum báðum
eitt stórt orð at siga.
Hjá Skála var javnleik-
urin kanska eisini ein
staðfesting av, at teir enn
eru væl og virðiliga við í
oddastríðnum. Eitt pláss,
sum annars var í vanda eftir
tapið fyri VB á heimavølli.
Men avrikið hesaferð bendi
á, at talan tá bara var um
einstakan svipsara.
Tað var eisini merkisvert,
hvussu framrættað Skála
spældi trupla útidystin. Í
útgangsstøðnum var kanska
talan um varisliga 4-5-1,
har Bogi Gregersen var eins
nógv
miðvallari
sum
álopsspælari, men so skjótt
liðið hevði vunnið bóltin,
varð hetta umskipað til eina
4-3-3, har lopið varð á yvir
báðar kantarnar, og har
stórt trýst í fleiri førum
varð lagt á mótstøðuna.
Frískligt at síggja slíkt spæl
á útivølli, og tað ber væl
eisini boð um gott álops-
spæl, um hugt verður at
mótstøðuliðnum. Í øllum
førum siga hagtølini hjá
B36, at av teimum bara
fimm málunum, sum liðið
hevur latið ígjøgnum, hevur
Skála staðið fyri teimum
trimum.
Sjálvir hava teir í B36
ikki verið ídnastu mál-
skjúttarnir,
og
ivaleyst
iðraðu teir seg hesaferð um,
at tað ikki eydnaðist at
avgera
dystin,
meðan
møguleikin var har.
Hinvegin
máttu
teir
ásanna, at fótbóltur í dag
snýr seg um annað og
meira enn bara trýst. Eitt nú
ræður um at gera sær dælt
av mistøkum hjá mótstøð-
uni og av standard-støðum.
Tað er annars eitt kynstur,
sum B36 hevur dugað væl í
ár, men sunnudagin vórðu
teir revsaðir tvær ferðir av
einum mótstøðuliði, sum
dugdi hetta kynstur enn
betri. Og so er hóast alt
trupult at fáa meira enn
bara annað stigið burturúr.
Komu eftir
øllum
Eitt stig í Gundadali
móti B36 var helst til
at liva við hjá Skála,
og hetta viðgekk Jón-
hard
Frederiksberg
eisini
eftir
dystin
sunnudagin.
- Vit fóru sjálvandi á
vøllin eftir øllum, men
soleiðis sum dysturin
gekk, so mundi javn-
leikurin tó vera í lagi.
Men tit fáa eina
dreymabyrjan. Gevur
tað tykkum ikki betri
fortreytir fyri at spæla
tykkara spæl?
- Tað burdi tað gjørt.
Og vit høvdu teir eisini
fullkomuliga
fyrsta
korterið ella so. Men
so detta vit ov langt
aftur á vøllin. Og teir
spæla sjálvandi eisini
væl. Teir koma eisini
bæði upp á javnt og
framum, men tíbetur
fáa vit strítt okkum
aftur í dystin. Vit
megna at javna, og tað
er eisini um reppið, at
vit eisini skora við eitt
annað innkast frá Pæt-
uri.
Eru hasi innkøstini
nakað, sum tit hava
vant serliga nógv?
- Nakað í øllum før-
um. Vit vita, at tað
kann vera eitt gott
vápn hjá okkum, so
sjálvandi gera vit tað,
heldur Jónhard.
Revansju móti VB
Komandi umfarið skal
Skála á heimavølli
taka ímóti VB, og tað
er ein dystur, sum
Jónhard so púrasta víst
ætlar sær at vinna.
- Tað er einki at tosa
um. Á heimavølli móti
einum av niðaru lið-
unum skulu vit vinna.
Teir hava eisini longu
snýtt okkum einaferð í
ár, so vit halda okkum
avgjørt hava revansju
til góðar. Fyrra dystin
móti teimum mistu vit
í øllum førum stig,
sum vildu komu væl
við nú, og tað skal so
ikki henda aftur.
-jm
– Vit fóru sjálvandi á
vøllin eftir øllum, men
soleiðis sum dysturin
gekk, so mundi javnleik-
urin tó vera í lagi, helt
Jónhard Frederiksberg
um
Fyrst og fremst so bar dysturin boð
um, at skalt tú dystast við Skála ella
B36, so skal venjingastøðan vera heilt
í topp