Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-05-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mai 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 95 - 24. mai 2005 Hug- burðurin lá eftir TB veteranurin og liðformaðurin staðfesti, at teir í Klaksvík ikki høvdu víst tað, sum higartil hevur bor- ið góð úrslit við sær TB Jóannes Hansen Ein tann royndasti fót- bóltsspælarin í Føroyum er TB liðformaðurin og liðformaðurin á lands- liðnum, Óli Johannesen. Hjá honum var skjótt at staðfesta eftir stórtapið í Klaksvík, at hetta hevði á ongan hátt verið teirra dagur: - Vit høvdu als ikki tann hugburðin, sum vit higartil hava havt, og so kundi tað ikki ganga. KÍ var ágrýtið, og teir spældu fínan fótbólt, og tá ið teir so beinanvegin fingu hol á, so gjørdist mótbrekkan eyka tung, so har var einki at gera, staðfesti Óli Johannesen eftir dystarlok í Útvarpi Føroya. Nú fyrireikar TB seg til nýggjan klassikara, tá ið HB komandi sunnudag fer at vitja á Tvøroyri. Næstsíðsta sunnudag vann TB 3-0 á heima- vølli móti GÍ. Onkur kundi kanska sagt, at avrikið í Klaksvík kundi bent á, at armarnir ikki vóru komnir niður aftur síðani tann trivaliga sigurin. Úrslitið kundi bent á tað, og eingin veit betri enn teir í TB sjálv- ir, at tað verður neyðugt við hugburðinum frá GÍ dystinum, um nakað skal fáast burturúr ímóti meistaraliðnum. Í Klaksvík gongur tað sum eftir ánni Klaksvíkingar fingu orduliga luft undir veingirnar, tá ið tað beinanvegin eydnaðist at fáa mál og harvið at punktera fyritreyt- irnar hjá TB, sum ikki var at kenna aftur sammett við nógvu tær undanfarnu ferðirnar KÍ-TB Jóannes Hansen Barometrið hevur gingið skjótt seinastu dagarnar í Klaksvík. Eftir trivaliga sigurin í Fuglafirði 2. hvítusunnudag varð stað- fest, at nú var gloppið til botnin vorðið størri. Og eftir stórsigurin á heima- vølli móti TB er tað ikki frítt, at tað verður hugt upp- eftir og fremeftir. Fjarstøð- an til toppin er eftir tíggju tey fyrstu av 27 umførum fimm stig! Klaksvíkingar løgdu fyri sum óløgi, og tað tørnaði soleiðis út, sum teir høvdu droymt um, at tað skuldi gera, og sum gestirnir av Tvøroyri fyri alt í verðini høvdu viljað sloppið undan. Tvørámenn vóru skerdir skerdir í framrættaða partin- um. Emmanuel Larby var ikki førur fyri at spæla, og teirra royndir móti málinum hjá Karstini Joensen kundu teljast á aðrari hondini. Allan Poulsen sendi eina ferð í tvørtræið, og eina ferð sendi hann úr góðari støðu framvið málinum. Burturs- æð frá málinum, sum Aca við høvdinum skoraði, tá ið hann stýrdi frísparksinn- leggi frá Jón Johannesen í kassan og minkaði um munin til 3-1, so var hetta tað í 1. hálvleiki, og eftir steðgin var TB so at siga ikki í KÍ brotsteiginum. Klokkan vísti 1.06, tá ið Atli Danielsen úr tveimum metrum hevði sett krúllin undir hornasparksinnlegg frá Heðini á Lakjuni. So var heimaliðið omaná, og tað var neyðugt hjá TB full- komuliga at saðla um. Setningurin hjá teimum var at halda tørn um málleysa javnleikin so leingi, sum tað bar til. Tíðin var frá fyrsta bríksli í teirra parti. Men bara inntil KÍ hevði fingið fyrsta málið. So var tað heimaliðið, sum var omaná og kundi bíða eftir TB. Fyrsta málið gav KÍ luft undir veingirnar. Hugburð- urin hjá teimum tóktist nógv meiri sannførandi, enn hann var hjá mótstøðumonnunum. Klaksvíkingar vunnu flestu nærdystirnar, og teir vóru fyrri á returbóltunum, og fyri tað mesta runnu TBarnir aftaná mótstøðumonnunum, sum arbeiddu nógv og fluttu seg væl og megnaðu at varð- veita nógv fólk frammarlaga á vøllinum. Heðin í hopla Klaksvíkingar hava lagt um til 4-3-3. Tað snýr seg eitt nú um at toga spælið í borðini, og tað snýr seg um at gagnnýta stóru ferðina, sum Heðin á Lakjuni kann hava í vinstra borði, og sum Arnhold Joensen kann hava í høgra borði. Tað eydnað- ist í hvussu so er fyri ein part ímóti TB, sum varð sett skákmát við tennisúrslit- inum 6-1. Men tað vóru fyrst og fremst deyðbóltarnir og misskiljingar í TB verjuni, sum bóru trivaligu úrtøkuna við sær. Og tað var merkis- vert, tí miðverjarnir hjá TB, Óli Johannesen og Aca Petr- ovic, plaga saman við stinna málverjanum, Predrag Mar- kovic, at eiga brotsteigin frammanfyri TB málið. Men tað gjørdu teir ikki hesa ferð, og teimum eydn- aðist heldur ikki hesa ferð, soleiðis sum tvørámenn hava megnað undanfarnu ferðirnar, at byrgja uppfyri innleggum úr borðunum. 2-0 stóðst av misskiljing millum TB miðverjarnar og málverjan. Ovi Nysted sneiddi seg púra leysan og kundi trilla bóltin í tóma málið. Heðin á Lakjuni var mill- um teir eyðsýndu. Hann legði upp til fyrsta málið, hann skoraði triðja málið við høvdinum, eftir at Arn- hold Joensen hevði lagt horna innfyri úr vinstru, og so skoraði hann tey bæði síðstu málini. Tað fyrra setti hann fótin undir, eftir at Ovi Nysted hevði lagt flatt inn- fyri úr høgru, og tað seinna stútaði hann, eftir at Leon Bjartalíð, sum síðstu løtuna treivst betri á høgra vong- verja, enn hann hevði gjørt í hinum borðinum, hevði lagt innfyri. Unglingaspælarin Krist- offur Jacobsen skoraði fjórða KÍ málið. Úr høgru sneiddi hann framvið fleiri, áðrenn hann steðgaði á, bjóðaði av mitt fyri og legði so bóltin framvið málverj- anum. Sera sannførandi og avbera gott lag á og kring vøllin í Klaksvík. Løgdu kongin TB ætlaði sær somu út- gangsstøðu, sum nógvu tær seinastu ferðirnar hevur borið góð avrik og stóra úr- tøku við sær. Tá ið teir høvdu fingið fyrsta bakka- luðaran, royndu teir at svara aftur, og hóast teir vóru spældir sundur og saman, so megnaðu teir fyrsta tíman at halda KÍ niðri á 2-0, og Aca skoraði til 3-1, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Síðsta stóra korterið skrædnaði orduliga hjá TB, og 6-1 tapið er tað størsta, sum teir higartil hava lagt rygg til. Tað var merkis- verda stórt, tá ið havt verð- ur í huga, at tað í fimm teimum undanfarnu roynd- unum bara var farið eitt mál ígjøgnum hjá teimum (0-1 í Fuglafirði), og at teir 8. mai spældu málleysan javnleik móti KÍ. KÍ-TB 6-1 (2-0) 1-0: Atli Danielsen 2. 2-0: Ovi Nysted 24. 3-0: Heðin á Lakjuni 61. 3-1: Aca Petrovic 71. 4-1: Kristoffur Jacobsen 73. 5-1: Heðin á Lakjuni 75. 6-1: Heðin á Lakjuni 88. Dómari: Birgir Sondum KÍ: Karstin Joensen - Kristoffur Jacobsen,Jan Andr- easen,Niclas Niclassen,Leon Bjartalíð - Atli Dani- elsen,Hjalgrím Elttør (Allan Joensen,75.),Høgni Madsen (Sigmund Jacobsen,78.) - Arnhold Jo- ensen,Ovi Nysted (Erling Fles,78.),Heðin á Lakjuni Gult kort: einki TB: Predrag Markovic - Predrag Zivkovic,Aca Petr- ovic,Óli Johannesen,Jón Johannesen - Einar Peter- sen,Birgir Rasmussen (Mortan Enni,70.),Bárður Dimon,Búi Mortensen (Alexander Jovevic,55.) - All- an Poulsen (Pætur Holm,64.),Olivur Abrahamsen Gult kort: einki FAKTA Tá ið tú ofta hevur bóltin økist sjálvsálit- ið, heldur væl nøgdi KÍ liðformaðurin, sum eisini fegnast um, at ein av veteran- unum er um at koma fyri seg KÍ Jóannes Hansen Atli Danielsen hevur higar- til í ár ofta verið noyddur at svara spurningum, sum hava gingið upp á vánaligu avrikini og soltnu úrtøkuna hjá KÍ. Nú lá betri fyri, og sjálvandi er KÍ liðfor- maðurin fegin: - Eg haldi ikki, at TB hevði ein góðan dag. Vit kvíddu fyri, at tað skuldi ganga, sum tað so ofta hevur gjørt, tá ið vit hava havt nógv trýst, men ikki hava megnað at skora mál, og tað so er komin panikk- ur í okkum. Tí hevði tað al- stóran týdning fyri okkum, at vit skoraðu beinanvegin, og harvið at beinini vórðu tikin undan teirra taktikki. Hví vinna tit so nógv? - Bæði tí teir ikki eru so tættir, sum teir hava verið, men eisini tí vit spæla væl, og tí vit hava nógv størri úr- tøku burturúr møguleikun- um, enn vit hava havt. Hjá okkum á miðvøllinum hev- ur tað stóran týdning fyri sjálvsálitið, at vit ofta hava bóltin. Oddbjørn hevur mest sum givið okkum forboð fyri at sparka langt. Hann vil hava okkum at spæla, og tað kemur væl við á miðvøllinum. Tá ið eitt korter var eftir, varð Allan Joensen, sum í mong ár hevur verið millum stinnastu KÍ spæl- ararnar, settur á vøllin. Er- ling Fles kom eisini inn, og so blaðungi og vinstrabeinti Sigmund Jacobsen, sum eisini varð settur inn í Fuglafirði, og sum sær út til at hava góð evni. - Teir stóðu seg allir væl, og tað er fínt, at vit hava fleiri, sum kunnu spæla. Allan Joensen hevur verið nógv skaddur í hælsinuni. Nú hevur hann leingi vant við okkum. Hann ansar eft- ir sær, men tað hevur ging- ist honum væl, og vit hava heilt víst brúk fyri honum, heldur væl nøgdi KÍ liðfor- maðurin, sum sigur seg vera farnan at hugsa um torføru avbjóðingina á Eiði næsta sunnudag. - Teir vunnu á okkum í Klaksvík, og vit vita, at tað verður torført. Men um vit varðveita hugburðin og góða spælið, so haldi eg, at vit avgjørt hava møgu- leikan. Forboð fyri at sparka