týsdagur 24. mai 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 24. mai 2005
27
Kimi Räikkönen sannførdi í Monako
Finski McLaren/Mer-
cedes koyrarin Kimi
Räikkönen vann
sannførandi í
Monako. Hann varð
ongantíð veruliga
hóttur. Men hetta
merkir ikki, at koyr-
ingin varð keðilig
FORMEL 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Monako plagar vanliga at
verða tann koyringin, har
fæðst bilar koma á mál.
Einaferð í 90’unum komu
einans fimm bilar á mál.
Sunnudagin komu 14 av
teimum 18 bilunum á mál,
hetta hóast eina hendinga-
ríka koyring við saman-
stoytum, trygdarbili og
fram um alt tættari koyring
og flottum yvirhálingum.
Kimi
Räikkönen
var
næstan ongantíð at síggja á
sjónvarpsskíggjanum, hann
koyrdi sína egnu koyring,
meðan nógvu hendingarnar
aftanfyri hann kravdu øll
myndatólini.
Tá 25 umferðir vóru
koyrdar, snaraði Minardi
bilurin hjá Christijan Al-
bers runt, og strandaði mitt
á koyribreytini. Neyðars
David Coulthard varð fyrsti
maður á staðnum. Hann
fekk akkurát bremsa og
snarað rundanum bilin.
Michael Schumacher, sum
var beint í hølunum á hon-
um, kláraði ikki at bremsa
nóg nógv, men rendi beint
upp í afturpartin á bilinum
hjá Coulthard. Coulthard
koyrdi beint í pit, har hann
noyddist at gevast við oyði-
lagdum bili. Michael Schu-
macher fór eisini í pit við
einum brotnum framvongi,
gronin á bilinum varð skift
og hóast trygdarbilur var
komin á breytina, sendi
hetta Schumacher á trett-
anda pláss eina umferð
aftan fyri Kimi Räikkönen.
Nógvir koyrarar valdu at
fara í pit, meðan trygdar-
bilurin var á breytini, men
ikki Räikkönen, hann valdi
at verða verðandi úti á
breytini. Í Renault garag-
uni, fekk onkur reyð oyru.
Báðir bilarnir komu inn í
senn, og Fisichella misti
nógv pláss, tá hann stóð og
bíðaði, meðan liðfelagin
fekk bensin.
Hetta var sum heild ein
skelkandi dagur hjá Rena-
ult. At Räikkönen er kvik-
ur, sóu teir í Spania. Tað
man neyvan skelka, men
bæði Alonso og Fisichella
líktust mest koyrandi sjik-
anum.
Øll
hini
liðini
undantikið
Minardi
og
Jordan tyktust skjótari enn
Renault bilarnir, og feltið
savnaðist aftanfyri teir.
Spenningurin, um hvar
meistaraheitið endar, er enn
stórur. Serliga var stuttligt
at síggja, hvussu væl Willi-
ams BMW bilarnir kláraðu
seg. Vanliga verður sagt, at
í Monako ber ikki til at
yvirhála, men Williams
koyrararnir Heidfeld og
Webber vístu við framúr
yvirhálingum yvir Alonso,
at tað ber til. Teir lógu stór-
an part av koyringini aftan-
fyri Alonso, og spurning-
urin er, um teir kundu havt
avbjóða
Räikkönen. Tí
sjálvt um McLaren bilurin
hjá Räikkönen vann sann-
førandi,
vóru
Renault
propparnir ein av orsøk-
unum til hetta.
Trulli breyt sær bilin, tá
hann royndi at sleppa fram-
við Fisichella. Men Toyota
vóru sera skjótir, hetta vísti
Ralf Schumacher eisini.
Hann byrjaði næstseinastur,
og koyrdi seg upp á sætta
pláss. Einasti maður, sum
byrjaði aftanfyri Ralf, var
gamli liðfelagin Juan Pablo
Montoya, hann megnaði at
koyra sín McLaren upp á
fimta pláss.
Ferrari vóru aftur í dag
óhepnir, Michael Schu-
macher við sínum óhappi,
og Barrichello tá motorurin
hjá honum steðgaði í pittin-
um, hetta tók nógva tíð.
Harumframt varð hann
revsaður fyri at koyra ov
skjótt í pittinum. Men
alíkavæl vórðu Ferrari bil-
arnir bara ávíkavist 0,8 og
1,1 sekund aftanfyri Alonso
á fjórða plássi.
Michael
Schumacher
vísti eitt sindur av villskapi,
tá hann kroysti seg framvið
Barrichello
og
upp
á
sjeynda pláss á síðstu um-
ferðini, og hann mundi
sloppið framvið lítlabeiggj-
anum Ralf Schumacher, tá
teir fóru um málstrikuna.
Pínligastu løtuna á degn-
um átti Jaques Villeneuve.
Hann royndi at yvirhála lið-
felagan Massa og megnaði
at koyra báðar Sauber bil-
arnar av breytini. Hetta
kostaði Sauber stig í dag, tí
hóast báðir koyrdu víðari,
var dysturin um stigini tapt-
ur.
Koyringin var tann mest
spennandi koyringin, sum
hevur verið í Monako í
nógv ár.
Støður, Formel 1
Koyrarar
Navn
Land
Merki
Stig
Fernando Alonso
Spania
Renault
49
Kimi Raikkonen
Finnland
McLaren
27
Jarno Trulli
Italia
Toyota
26
Mark Webber
Australia
BMW-Williams
18
Nick Heidfeld
Týskland
BMW-Williams
17
Ralf Schumacher
Týskland
Toyota
17
Juan Pablo Montoya
Kolumbia
McLaren-Mercedes
14
Giancarlo Fisichella
Italia
Renault
14
Michael Schumacher
Týskland
Ferrari
12
David Coulthard
Stórabretland
Red Bull
10
Rubens Barrichello
Brasil
Ferrari
9
Alexander Wurz
Eysturríki
McLaren-Mercedes
6
Jacques Villeneuve
Kanada
Sauber-Petronas
5
Pedro de la Rosa
Spania
McLaren
4
Christian Klein
Eysturríki
Red Bull
3
Felipe Massa
Brasil
Sauber-Petronas
2
Vitantonia Liuzzi
Italia
Red Bull
1
Bilar
Merki
stig
Renault
63
McLaren
51
Toyota
43
BMW-Williams
35
Ferrari
21
Red Bull
14
Sauber-Petronas
7
Kimi Räikkönen var í
serflokki á truplu breytini í
Monako, og nú er av álvara
spenningur komin aftur í
formel 1 kappingina
Mynd: Reuters
Úrslitið í Monako
Nr. Koyrari
Land
Bilslag
Tíð
1 Kimi Räikkönen
Finnland
McLaren-Mercedes
2 Nick Heidfeld
Týskland
Williams-BMW
+ 13,8 sekund
3 Mark Webber
Avstralia
Williams-BMW
+ 18,4 sekund
4 Fernando Alonso
Spania
Renault
36,4 sekund
5 Juan Pablo Montoya
Kolumbia
McLaren-Mercedes
36,6 sekund
6 Ralf Schumacher
Týskland
Toyota
37,1 sekund
7 Michael Schumacher
Týskland
Ferrari
37,2 sekund
8 Rubens Barrichello
Brasilia
Ferrari
37,5 sekund
9 Felipe Massa
Brasilia
Sauber-Petronas
1 umferð
10 Jarno Trulli
Italia
Toyota
1 umferð
11 Jacques Villeneuve
Kanada
Sauber-Petronas
1 umferð
12 Giancarlo Fisichella
Italia
Renault
1 umferð
13 Tiago Monteiro
Portugal
Jordan-Toyota
3 umferðir
14 Christijan Albers
Holland
Minardi-Cosworth
5 umferðir
15 Vitantonio Liuzzi
Italia
Red Bull Racing
(kom ikki á mál)
16 Patrick Friesacher
Eysturríkið
Minardi-Cosworth
(kom ikki á mál)
17 David Coulthard
Skotland
Red Bull Racing
(kom ikki á mál)
18 Narain Karthikeyan
India
Jordan-Toyota
(kom ikki á mál)