týsdagur 24. mai 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 95 - 24. mai 2005
Arsenal fór avstað við
FA-Cup steypinum
fyri nøsini á Man-
chester United, sum
annars átti finalu-
dystin við húð og hár.
Arsenal-leikararnir
megnaðu tó at halda
høvdið kalt undir
brotssparkskappingin
i, har Paul Scholes
gjørdist synda-
bukkurin
FA-CUP
Stefan í Skorini
Arsenal gjørdist fyrsta fel-
agið 133 ára longu søguni
hjá FA-Cup, ið vinnur
steypið eftir brotssparks-
kapping.
Hetta
hendi
leygardagin, tá arvafígg-
indarnir United og Arsenal
brustu saman á Millenium
Stadium í Cardiff.
Eftir vanliga leiktíð og
umdyst hevði hvørki av lið-
unum fingið bóltin í kass-
an, og tí skuldi dysturin av-
gerast
frá
ellivu-metra
blettinum. Allir Arsenal
leikararnir skoraðu, men
Paul Scholes var tann ein-
asti hjá United, sum ikki
skoraði. Jens Lehmann
tveitti seg til røttu síðuna,
bjargaði og avgjørdi harvið
óbeinleiðis FA-Cup final-
una 2005.
Rán
Yvirskriftin til greinina
sipar til, at Arsenal als ikki
hevði uppiborið hendan
sigurin, men at teir rændu
sigurin fyri nøsini á United,
sum stýrdi dystinum frá
byrjan til enda.
Trupulleikin hjá United
var bara, at teir ikki skor-
aðu, og so mátti dysturin
avgerast uppá brotsspark,
og har var Arsenal stinnari.
Um hugt verður eftir hag-
tølunum fyri dystin, síggja
vit eisini eina greiða mynd
av gongdini. Sambært Opt-
asportsdata hevði United
tólv royndir, harav átta
raktu innanfyri málramm-
una. Arsenal hevði hinvegin
fýra royndir, og bert ein
teirra rakti málið.
Álopið hjá United hevði
so at siga einki at bjóða
uppá, og Roy Carrol í mál-
inum hjá United var at kalla
arbeiðsleysur stórar partar
av dystinum.
Í fyrra hálvleiki fekk Rio
Ferdinand kúluna innum
málstrikuna, men hetta var
av røttum kolldømt fyri
rangstøðu.
Eftir steðgin brast bólt-
urin tvær ferðir á træverkið
aftanfyri Jens Lehmann í
Arsenal-málinum.
Fyrru
ferð var tað Wayne Rooney,
sum royndi seg úr spískum.
Lehmann væntaði eitt inn-
legg úr høgru og tók tí eitt
fet út úr málinum, men
hann fekk í evstu løtu jústa
bóltin á stongina. Ein sera
frek roynd frá Rooney, sum
tó ikki gav úrslit.
Seinnu ferð var tað Nis-
telrooy, ið var sera nær við
at leggja United á odda.
Eftir hornaspark setti hann
høvdið á bóltin, men sviin
Frederik Ljungberg stóð á
strikuni og sendi bóltin við
høvdinum umvegis tvør-
træið út aftur í spælið.
Beiskur biti av svølgja
Undan finaluni høvdu bæði
Sir Alex Ferguson og Ars-
ene Wenger úttalað seg um
mótpartin. Og sum vant tá
hesir báðir skulu geva sína
meining til kennar, spældi
tað ikki stillisliga av.
Tí mundi tað vera ein
beiskur biti hjá Ferguson, tá
tapið gjørdist veruleiki.
Hann rósti sínum leikarum
eftir dystin fyri eitt gott av-
rik, og hann metti, at hans-
ara menn høvdu uppiborið
sigurin við tí álopsfótbólti,
sum United vísti. Trupul-
leikin var bara, at kanónin
hjá Nistelrooy, Rooney og
Ronaldo ikki var innstillað
hendan dagin, og tað mátti
United eisini kenna sviðan
av.
Ferguson langaði eftir
dystin út eftir Arsenal, og
kallaði avrikið hjá mót-
støðuliðnum
"keðiligt".
Eisini vildi hann vera við,
at Vieira skuldi fingið
reyða kortið móti endanum
av dystinum, men at franski
miðvallarin eftir øllum at
døma var "immunur" yvir-
fyri kortum dómarans.
Tað vóru ikki mong, ið
mettu, at Arsenal hevði
uppiborði sigurin, men
Ashley Cole, vinstri bakkur
hjá Arsenal, hevði eina aðra
meting av dystinum. Hann
var ikki í iva um, at hansara
lið hevði uppiborið at
standa ovast á sigurspallin-
um eftir dystin.
Cole vísti á, at Arsenal
arbeiddi hart gjøgnum allan
dystin, og at teir ongantíð
góvu skarvin yvir, hóast
United legði hart trýst á
Arsenal-verjuna.
Men
spurningurin er, um ikki
Cole skal siga júst hatta
eftir ein slíkan dyst.
Málturkur hjá United
Júst hesin dysturin var eis-
ini sera symptomatiskur
fyri kappingarárið hjá Uni-
ted. Liðið endaði á triðja
plássið aftanfyri bæði Ars-
enal og Chelsea. Hetta
merkir, at United skal
spæla
kvalifikatión
til
Champions League.
Tað hevur sostatt ikki
gingið eftir vild hjá United,
og nú glapp FA-Cup final-
an eisini teimum av hond-
um.
Hyggja vit eftir hagtølun-
um, eru tað fimtan ár síð-
ani, at United skoraði so fá
mál í landskappingini sum í
ár. Bert 58 mál megnaðu
United-leikararnir at skjóta
í Premier League. Hetta
bendir á, at liðið hevur
trupulleikar í álopinum, og
tað var eisini eyðsýnt
leygardagin. Hóast gott
álopsspæl vildi bólturin
ikki inn, og tað kostaði
sigurin at enda.
At álopsspælið ikki rigg-
aði hjá Arsenal sunnudagin
var kanska ikki so løgið.
Toppskjúttin í Onglandi í
ár, Thierry Henry, sat
nevniliga
uttanfyri
við
skaða, og fekk tí ikki sett
sín dám á dystin. Um hann
var við, hevði Arsenal helst
ikki spælt við einum so
verjukendum útgangsstøði.
Bergkamp formáddi sær
nevnliga ikki stórvegis
móti verjuni hjá United, og
tað var sjáldan, at vit sóu
nakað til álopsdygdirnar
hjá
Reyes,
Pires
og
Ljungberg.
Besti maður hjá Arsenal
var ikki óvæntað málverjin
Jens Lehmann, sum fleiri
ferðir bjargaði Arsenal und-
an undirgangi. Framtíð
hansara er tó framvegis iva-
som, tá hann ikki hevur
verið nóg stabilur gjøgnum
kappingarárið. So møgu-
liga var hetta síðsti dystur
hjá týska málverjanum,
men hann endaði við einum
braki og kann vera errin av
sínum seinasta avriki fyri
felagið.
Rán á alljósum degi
Arsenal-spælararnir høvdu sjálvandi alla orsøk at fegnast, men tað mundu vera tey flestu, sum ásannaðu, at sigurin var alt annað enn uppiborin
Mynd: Reuters